mikudagur 22. desember 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin hevur
biðið Pál Weihe,
yvirlækna á Deildini
fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu gera
eitt úrtak úr fyrilestri
um føroyska
gransking
VINNUSÍÐU-
GREININGIN
Pál Weihe
Í samtíð er ilt at meta um
dygdina av gransking. Tað
er eftirtíðin, sum ásannar
møguligar dygdir. Her skal
eg tó royna at lýsa nøgdina
av almannakunngjørdari
føroyskari gransking, og
hvussu ofta føroysk gransk-
ing verður endurgivin í al-
tjóða tíðarritum. Hetta er
tó ikki á nakran hátt ein
fullfíggjað uppgerð, men
bert ábendingar. Eisini er
at siga, at hugvísindi og
samfelagsvísindi ikki koma
til sín rætt í hesi uppgerð,
tá leitað verður í dátu-
grunnum um altjóða tíðar-
rit, tí hesi meginøki vanliga
ikki publicera á enskum
mótsatt náttúruvísindi og
læknavísindi, sum nærum
altíð royna at publicera í
altjóða enskmæltum tíðar-
ritum.
Yvirskriftin í hesum fyri-
lestri kann týðast ymiskt.
Hon kann t.d. merkja okk-
ara samband og samstarv
við altjóða granskaraheim-
in. Hetta er eitt týdningar-
mikið evni at umrøða, tí
uttan samstarv við onnur á
granskingarøkinum, hava
vit ongar møguleikar í Før-
oyum. Tað skal tó ikki um-
røðast her. Føroysk gransk-
ing í altjóða høpi kann eis-
ini vera ein útgreining av,
hvørjar møguleikar vit hava
at granska á altjóða stigi í
Føroyum, og hvørji krøvini
eru, um vit skulu gera okk-
um galdandi, men heldur
ikki tað skal umrøðast,
sjálvt um hetta hevur al-
stóran týdning í tilrætta-
leggingini av føroyskari
gransking.
Yvirskriftin kann eisini
merkja ein samanbering av
føroyskari gransking við
altjóða gransking, t.v.s. at
meta um nøgd og dygd og
tað er evnið, eg fari at um-
røða serliga. Ikki tí, eg eri
ikki førur fyri at meta um
dygdina hjá øðrum. Tað er
soleiðis, at tá talan er um
gransking,
eru
evnini
mong, og tú skalt ikki hava
arbeitt leingi í ávísum øki
og vunnið tær kompetansu
har, fyrr enn tú uppdagar, at
tín kompetansa á øðrum
økjum er lítil og eingin. Eg
skal tí halda meg langt
burtur frá at meta um
dygdina hjá øðrum ella hjá
mær sjálvum fyri tann
skuld. Fyri at fáa eina
hylling av hvar vit eru, havi
eg leitað ymisk tøl fram úr
almennum skráum bæði
burturi og heima.
Fyrst
um
hugtakið
gransking, sum er so nógv
havt á mannamunni í hes-
um árum í Føroyum. Hvat
merkir hetta. Eg síggi, at
Granskingarráðið á heima-
síðu síni hevur týtt defini-
tiónina hjá OECD av
gransking og menning og
av
innovatión.
Vanliga
greipa vit gransking og
menning, og eitt sindur
uttan fyri stendur nýskap-
anin ella innovatiónin, sum
tey eisini rópa tað. Grundin
til at OECD hevur sínar
definitiónir er fyri at kunna
gera upp, hvussu nógv
virksemi er í teimum ym-
isku londunum. Teir hava
brúk fyri at flokka og av-
marka fyri at samanbera.
Allýsingarnar hjá OECD
eru hesar í týðingini hjá
Granskingarráðnum:
Grundgransking er royni-
ligt og ástøðiligt virksemi,
ið fyrst og fremst verður int
til at fáa nýggja vitan til
vega
um
grundarlagið
undir fyribrigdum og eyg-
leiðingum uttan at hava
serskild praktisk mál ella
nýtslu fyri eyga.
Nýtt
gransking
ella
"applied science" er virk-
semi við originalum burði
til at finna nýggja vitan, ið
fyrst og fremst er ætlað til
praktisk endamál og nýtsl-
ur.
Menningararbeiði
er
skipað arbeiði, ið nýtir
hendan kenda kunnleika,
og miðar ímóti at fram-
leiða nýtt tilfar, vørur og
lutir at innføra nýggjar
tilgongdir, skipanir ella
tænastur ella bøta um tær,
ið finnast.
Nýskapan er eitt hugtak,
ið ofta er nýtt at virksemi í
vinnulívinum, men tað
kann nýtast á flestu sam-
felagsøkjum. Við nýskapan
verður ofta hugsað um:
• at endurnýggja og víðka
vøru- og tænastutilboð
• at fáa til vega nýggjar
framleiðsluhættir, veitan
og marknaðarføring og
útbreiðslu
• endurnýggjan í leiðslu,
skipan,
arbeiðsviður-
skiftum og førleika hjá
starvsfólki.
Taki hesa greiningar fram,
ikki tí at eg haldi tær eru so
góðar, men fyri at lýsa, at
granskingarvirksemi kann
vera so mangt. Tað kann
bæði vera grundgransking
og so menningararbeiði ella
møguliga eisini bert ný-
skapanararbeiði. Tað er av
týdningi, at vit minnast til,
at tað er hendan breiddin í
hugtøkunum, soleiðis at
pláss er fyri øllum, sum
fáast við at framleiða
nýggja
vitan.
Tað
er
soleiðis eingin grund at
smæðast, bert tí ein ikki
arbeiðir við grundgransk-
ing, sjálvt um tað sjálvandi
er tað "fínasta", um eg so
má siga.
Mannagongdin
Innan nógvar vísindagrein-
ir, harímillum læknavísind-
ina, er tað soleiðis, at regl-
urnar fyri nær eitt arbeiði
verður roknað fyri vísinda-
arbeiði, eru rættiliga greið-
ar. Tá ið arbeiðið er liðugt,
verður tað skrivað í eini
grein, sum verður sent til
eitt vísindaligt tíðarrit.
Blaðstjórin setir eina nevnd
til at gera eina javnlíka-
meting, "peer-review". Tað
merkir, at hann finnur
vísindafólk, sum hava innlit
í tað umráðið, sum skrivað
verður um. Tað kunnu
verða tveir ella tríggir
serfrøðingar, sum meta um,
og navnloyndir skulu teir so
siga, hvat teir halda um
arbeiðið. Teir kunnu koma
við spurningum ella atfinn-
ingum, sum greinskrivarin
skal svara. Hendan manna-
gongdin kann verða drúgv
og taka fleiri mánaðir. At
enda avger blaðstjórin, um
greinin verður góðkend ella
avvíst. Tá ið hon er góð-
kend til almannakunnger-
ing, kunnu vit siga, at hon
er góðkend vísindi. Tað
merkir sjálvandi ikki, at
tað, sum sagt verður, er
rætt, men tá hevur gransk-
ingararbeiðið fingið eina
kritiska og kvalifiseraða
meting.
Ein annar máti at meta
um granskingarúrslit er at
skriva eina doktararitgerð,
sum verður mett um á al-
mennum fundi, har javn-
líkar, sum hava fingið góða
tíð at lesa ritgerðina, siga
sína hugsan um dygdina.
Verður ritgerðin góðkend,
standa
hesir
almennu
góðskumetararnir inni fyri
tí vísindaligu dygdini.
Granskingarúrslit, sum
ikki
eru
javnlíkamett,
kunnu sjálvandi vera góð
vísindi, men innan náttúru-
vísindi verða tey vanliga
ikki roknað við í uppgerð-
irnar yvir vísindalig avrik.
Eg sigi frá hesari manna-
gongd til tess at gera greitt,
at í vísindini ber tað ikki til
20
Nr. 245 - 22. desember 2004
Føroysk gransking í altjóða høp
Pál Weihe, sum hevur staðið á odda fyri mongum av kanningunum og granskingini, sum er
gjørd seinastu árini
Deildin fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu, Sigmundargøta 5, Tórshavn