Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2004síða 20

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Dánial á Dul Jacobsen Enn einaferð nærkast jóla- hátíðin. Hátíðin, tá vit minnast barnið í krubbuni. Eftir stákan og fyrireiking at døma, so eru jólini so nógv tann størsta hátíðin. Onga aðra tíð sum á jólum fara fólk til gudstænastu. Páskirnar og hvítusunnan draga eisini fólk til guds- tænastu, men einki aftur- ímóti jólum. Kanska frá- greiðingin liggur í, at vit menniskju hava lættari at knýta okkum til eitt barn. Hvat nemur okkum meira enn hjálparleysi nýføðing- urin, og so liggur hann enntá í eini krubbu, tí pláss er ikki fyri honum. Og hvat kann vera minni avbjóð- andi enn henda sjónin. Men hvør var hetta barnið? Kristna trúgvin byggir á Bíbliuna, og tí er tað bæði áhugavert og neyðugt at kanna, hvat Bíblian sigur um høvuðspersónin í jóla- boðskapinum. Hálvt ár undan Jesu føð- ing, varð eitt annað dreingjabarn borið í heim. Eisini hetta barnið kom eftir fyriboðan av eingli. Kortini var einki yvirnatúrligt við hesum barnið, annað enn at foreldur hansara vóru gomul. Hesin drongur varð nevndur Jóhannes, kendur sum Jóhannes doypari. Umstøðurnar, knýttar at føðing Jóhannesar, vóru tó so løgnar og sterkar at spurt varð: „Hvat man fara at verða av hesum barni?" Vit høvdu í dag sagt, at Jóhannes var ein løgin snigil, tí tá hann byrj- aði sín prædikaragerning, fór hann út í oyðimørkina í staðin fyri at lýsa í fjøl- miðlum, og gera tað ómakaleyst fyri sínar áhoyrarar. Hann prædikaði umvending, og í síni præ- diku sipar hann til Jesus og sigur um hann: „Eftir meg kemur maður, sum er komin undan mær; tí Hann var, áðrenn eg." Við hesi útsøgn nærkast vit tí yvirnatúrliga við Jesusi. Við føðing Jesu gekk soleiðis til, at hann var sonur Mariu trúlovaðu Jósefs, men Jósef var ikki pápi hansara. Maria var vorðin við barn, tí: „Hei- lagi Andin skal koma yvir teg, og kraft hins Hægsta skal skugga yvir teg; tí skal eisini hitt heilaga, ið føtt verður, kallast Sonur Guds." So, í og við Jesu føðing er Gud sjálvur vorð- in menniskja. Í móðirættina er Jesus sonur Mariu, sum var av ætt Dávids og í faðirættina er Jesus sonur Guds. Tað verður eisini sagt, at Jesus eftir holdin- um er av ætt Dávids, men aftir andanum er hann son- ur Guds. Sostatt var barnið í krubbuni bæði eitt vanligt og eitt óvanligt barn. Flestøll menniskju tá á døgum sóu bert tað vanliga við barninum og hjá øllum, undantikið Heródesi og hansara hermonnum, mundu valda vanligar, eymar kenslur fyri tí ný- fødda. Nøkur sóu tó tað óvanliga, tað yvirnatúrliga við barninum. Hesi vóru vanlig menniskju, sum ikki í sær sjálvum átti serstøk evni til at fata tað yvir- natúrliga, men sum við opinberingum á ymsan hátt skiltu, at hetta var, sonur Guds, kongur jødananna, frelsarin og Hitt sanna ljós- ið, tað, sum lýsir yvir øll menniskju. Hesar opinber- ingar vóru givnar við dreymum, við einglavitjan, við opinbering Heilaga Andans og við stjørnu- tekinið. Í øllum hesum før- um, uttan tí eina, vóru tað bert jødar, sum fingu hesar opinberingar. Men í tí eina førinum vóru tað heidning- ar, vísir menn úr eystur- londum, sum av stjørnuni vóru leiddir til barnið. Øll hesi góvu seg, yvir til treytaleysa tilbiðjan av barninum. So hoyrist ikki rættiliga nógv meiri til barnið Jesus. Tó síggja vit hann tólv ára gamlan í templinum, har Hann sat mitt millum lærararnar og bæði lurtaði eftir teimum og spurdi teir. Og øll, sum hoyrdu Hann, vóru heilt ovfarin av undran yvir vit og svar Hansara. Men so við eitt kemur ferð á. Tað byrjar, tá Jesus, um 30 ára aldur, verður doyptur. Meðan nú alt fólk- ið varð doypt, hendi tað, táið eisini Jesus var doypt- ur og bað, at Himmalin opnaðist, og Heilagi Andin dalaði niður yvir Hann í likamligum líki sum dúva, og rødd kom av Himli: "Tú ert Sonur Mín, hin elskaði; til Tín havi Eg tokka." Eftir hetta varð Jesus av Andanum leiddur út í oyðimørkina og har fastaði hann 40 dagar. Tá hesir dagar eru at enda, fær hann vitjan. Slangan, sum mong ár frammanundan, hevði vitja hin fyrsta Ádam og freistað hann til fall við vanlukkuligum fylgjum fyri alla mannaættina, royndi seg nú enn eina ferð. Hesaferð við enn meiri tølandi kynstrum, men Jesus, avkom kvinnunnar, var ikki til fals. Hann stóð royndina. Tað, sum vit hereftir lesa í øllum fýra evangeliunum, er ein óbrotin røð av undurfullum hendingum. Hendingar, bert skaparun- um møguligar. Tað fyrsta tekinið, Jesus gjørdi, var Jóhannesi líkt, ikki lýst alment, men hendi alment. Jesus er í brúð- leypsveitslu og sum henda kann, tá nógv fólk er boðið, tey hava ikki keypt nóg mikið inn. Vínið gongur undan. Og Inntil hesa løtu tykist tað, sum Jesus er staddur í bakgrundini. Hetta er ein síða av Jesusi, vit møta aftur og aftur í evangeliunum. Men uttan hóvasták gevur Jesus stutt og greið boð. Nú vita vit, eisini vit, sum ikki drekka vín, at vín verður ikki til eftir eini løtu. Nei, tað tekur tíð at dyrka vín. Jú betri vín - tess longri tíð. Men hvør er hann, ið bert við nøkrum fáum orðum fremur mýlisbroytingar í vatni, so tað við tað sama gerst til perlandi vín. Er hann hin fullkomni vín- makarin? Nei, hann er skapari himins og jarðar. Hann er tann, sum Jó- hannes evangelistur sigur um, Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er. Hann er tann sami sum Paulus sigur um, Hann er mynd Guds hins ósjónliga og hin frumborni als skapn- ings. Tí í Honum varð alt skapt, tað í Himlunum og tað á jørðini, hitt sjónliga og hitt ósjónliga - alt er skapt við Honum og til Hansara, Hann er framman undan øllum, og í Honum er tað, alt er standandi. Hann er eisini tann sami sum rithøvundurin av 20 Nr. 247 - 24. desember 2004 Hvør er Jesu