Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2004síða 21

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 - 22. desember 2004 21 pi at síggja burtur frá krøvun- um um góðsku. Hinvegin er tað eisini ein veruleiki, at tað er munur á tíðarritum. Tey allar fínastu tíðarritini eru meira kræsin enn onn- ur, men øll tíðarrit, ið siga seg vera vísindalig tíðarrit, hava ta strevan at finna skikkaðar javnlíkar at meta um avrikini. Tilfeingið Ein máti at gera upp granskingarvirksemi er at samanbera, hvussu stórur partur av bruttotjóðarúr- tøkuni, BTÚ, verður brúkt- ur til gransking. Vanligt er at gera mun á tað, sum tað almenna brúkar, og tað sum privata vinnulívið brúkar til gransking og menning, vanliga stytt til R&D á enskum ella á okkara máli G&M. Sambært áliti frá útbúgvingarpolitikknevnd- ini í samband við sjálv- stýrisverkætlanina (latið úr hondum 1999, síðu 89) læt tað almenna í 1997 0,44% av BTÚ til gransking, og varð fígging uttanífrá rokn- að við, bleiv talið 0,69%. Vit vita ikki, hvussu nógv vinnulívið brúkar til gransking og menning, men neyvan er tað stór- vegis. Sambært tøl frá OECD fyri 2002 nýttu tað almenna og tað privata tilsamans í Svøríki 4,2% av BTÚ til G&T, Finnland 3,5%, Ísland 3,1%, Danmark 2,5%, Noreg 1,5%. Tað almenna eigur minna partin av hesum, í miðal gott hálvt prosent í ES-londunum og sostatt vinnulívið bróður- partin. Samanbera vit hetta við onnur lond í okkara heims- parti, stendur illa til í Føroyum. Um vit skuldu brúkt eins nógv og t.d. Svøríki, skuldu vit brúkt meira enn 400 milliónir krónur í Føroyum - tað almenna og tað privata. Spurningurin um hvussu nógv tilfeingi vit í veru- eikanum brúka til gransk- ing og menning er sera týdningarmikil, og tí er tað at fegnast um at Gransk- ingarráðið hevur tikið stig til at finna fram nýggj hag- tøl um gransking, menning og nýskapan innan alment og privat virksemi í Før- oyum. Tað er Heini Hátún, búskaparfrøðingur, sum er byrjaður uppá hetta arbeiði, sum væntandi verður liðugt eina ferð komandi vár. Vísindaliga framleiðslan Nøgdin á føroyskari gransking kann ikki bara gerast upp í krónum, men eisini í talinum av vís- indaligum arbeiðum, t.d. greinum og vísindaligum tíðarritum, bókum, dokt- araritgerðum o.s.fr. Taka vit talið á vísindaligum arbeið- um, kunnu vit eitt nú brúka uppgerðirnar í Fróðskapar- ritinum seinastu árinum, har yvirlit er yvir vísinda- ligu útgávurnar hjá ymsum stovnum í Føroyum og aðrastaðni við. Í seinasta Fróðskaparriti nr. 51, er soleiðis eitt yvirlit yvir árið 2002, og her er uppgerðin flokkað í vísindaligar greinir og greinir av al- mennum áhuga. Hesin list- in hevur verið í Fróðskap- arriti síðani 1994, og gevur okkum soleiðis eina ávísa fatan av, hvussu vísindaliga framleiðslan hevur verið hesi árini. Í 1994 vórðu sambært hesum lista al- mannakunngjørd 154 vísindalig úrslit, 115 í 1997 og 207 í 2002. Meginpart- urin av hesum stavaði frá Fróðskaparsetri Føroya og Fiskirannsóknarstovuni. Ein annar máti at leita uppá er at kanna altjóða dátugrunnar, sum skráseta vísindaligar útgávur. Johan Wallin, granskingarbóka- vørður á Syddansk Uni- versitet, gjørdi mær tann beina at leita í Web of Sciense eftir greinum, har ein ella fleiri av rithøv- undum høvdu heimstað í Føroyum. Web og Science fatar um "Science Citation Index", Social Science Citation Index" og "Arts & Humanities Citation In- dex", í alt meira enn 5000 altjóða tíðarrit. Hann fann íalt 174 greinir fyri tíðar- skeiðið 1974 -2004. Her skulu vit minnast til, at hesir dátugrunnar ætlandi ikki eru vorðnir álítandi fyrr enn hesi seinastu um- leið 10 árini, nú alt tilfar er vorðið teldutøkt. Erhard Jacobsen, bókavørður á Landsbókasavninum, gjørdi eisini eina leiting, og kom til áleið sama úrslit, nevniliga 183 greinir. Samanbera vit talið av føroyskum publikatiónum við onnur lond í 2002 og rokna fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, so var talið fyri Svøríki 168, Danmark 141, Finnland 140, ES í miðal 70, USA 87 og Japan 55. Hesi tøl stava frá eini frá- greiðing frá Nordisk Ministerråd, NORIA, s. 12, 2004. Nýta vit so tølini frá Fróðskaparriti til saman- beringar, vóru í 2002 440 vísindaligar útgávur í Før- oyum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Her veit eg tó ikki, um krøvini eru tey somu í báðum uppgerðum. Nýta vit hinvegin uppgerðina frá Web of Science í 2002, hava heilar 72 greinir før- oyskan uppruna ella til- knýti. Og tað merkir, at vit eru nakað niðanfyri hini norðurlondini, men áleið við ES. Eitt er at almannakunn- gera eina vísindaliga grein, annað er at kanna eftir hvønn týdning hon hevur havt. Tað er sjálvandi ilt at siga, men ein møguleiki er at brúka tað, sum verður rópt "science citation in- dex", t.v.s. at her er talt upp, hvussu ofta ein ávís grein hevur verið nevnd í øðrum vísindaligum greinum, t.v.s. at hon er nevnd í bókmentalistanum. Tað ber væl til at gera hesa upp- teljingar í dag, nú alt er goymt á teldu. Við tað at hetta er eitt lutfalsliga ungt fyribrigdi, er tað so serliga seinastu árini, at hesin háttur er álítandi. Í áðurnevndu leiting í Web og Science vísti tað seg, at tær 174 greinirnar vórðu í alt endurgivnar 1784 ferðir. Ein grein var endurgivin 203 ferðir og 53 greinir vóru ongantíð end- urgivnar. Summar teirra helst tí at greinirnar eru so feskar, at onnur ikki hava havt stundir til at nevna tær. Aðrar tí eingin hevur hildið tær vera áhugaverdar. Í Danmark var talið av endurgevingum í miðal 7,8 fyri hvørja av teimum 7285 greinunum, sum Johan Wallin hevði við í síni uppgerð fyri 1999. Í Før- oyum var hetta tal 12,4 í 1999 og 10,3 fyri alt tíðar- skeiðið 1993-2004. Læknafrøðiligar greinir vórðu lutfalsliga ofta end- urgivnar. Fyri tíðarskeiðið 1993-2003lá Ísland á odda í heiminum við 15,5 endur- gevingum í miðal fyri læknavísindaligar greinir. Síðani koma USA, Háland, Finnland, Kanada, Dan- mark og so Føroyar við 12,4 endurgevingum. Eitt annað er so, at tað er bert eftirtíðin, sum kann gera av, um eitt gransk- ingararbeiði er dygdargott ella ikki. Tað ber jú til at endurgeva eina vísindaliga grein mangar ferðir, sjálvt um hon ikki hevði rættar niðurstøður. Og hinvegin er tað áður sæð, at ein vís- indalig niðurstøða púra verður ignorerað av fjøldini av granskarum í samtíðini. Eg havi brúkt talið av endurgevingum sum eitt einfalt vísital, sum kann geva okkum eina hóming av, hvar vit eru. Ikki sum sannleikan. Granskingarpolitiskt álit 1996 Í skrivi 19. januar 1995 heitti táverandi landsstýris- maður í mentamálum, Eilif Samuelsen, á danska Framhald á næstu síðu Kviksilvurkanningarnar á Háskúlavegi5 í Tórshavn, 2000 Kviksilvurkanningarlið á Landssjúkrahúsinum, 1994