mikudagur 22. desember 2004síða 21
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 24. desember 2004
21
us?
Hebrearabrævinum sigur
um, at Gud við endan á
hesum døgum hevur talað
til okkara við Syninum, sum
Hann hevur sett til arvinga
alra luta, og sum Hann
eisini hevur skapt heimin
við. Hann er ljómi dýrdar
Hansara og ímynd veru
Hansara, og Hann ber alt
við orði máttar Síns.
Hesa løtuna, kánanitar
njóta nýskapta vínið, hoyr-
ist einki kjak um aldurin á
víninum. Nei, bert fullkom-
in njótan. Toastmastarin
staðfestir óvitandi, at tað
óvanliga er hent, at brúð-
gómurin hevur goymt tað
besta vínið til seinast.
Hetta fyrsta tekin Jesusar
lýsir ómetaliga væl, hvør
Jesus veruliga er. Hann, hin
ævigi "upphav skapnings
Guds". Hann sum tíð og
stað eru undirløgd. Hann er
komin til okkara, sum
sjálvi heilt og fult eru
undirløgd tíð og stað Sum
grasið eru dagar mansins;
sum blóman á markini, so
blómar hann. Táið vindurin
blæsur á hann, er hann ikki
til longur, og stað hansara
veit einki um hann longur.
Megna vit at góðtaka
fyrsta tekin Jesusar, megna
vit eisini at fata øll hini
undrini evangeliini umtala,
tí Gudi er alt møguligt. Og
sum vit hyggja eftir verk-
unum Jesus fremur, so eru
tey so heilt og fullkomiliga
burturvið allari mannavón
og viti.
Hvør annar hevur
nakrantíð gjørt tað,
sum hann gjørdi?
Hvør hevur við
einklum orðum nakrantíð
gjørt vatn til vín? Mettað
fimmtúsund menniskju við
fimm breyðum og tveimum
fiskum? Gingið á aldun-
um? Hótt vind og sjógv so
tey tagdu? Fríað besett?
Grøtt menniskju fyri al-
skyns veikleikar, deyv,
blind,
lamin,
blóðsjúk,
spitølsk? Og omaná alt
hetta. Hvør hevur nakrantíð
reist deyð menniskju upp
aftur til lívs?
Tríggjar ferðir lesa vit, at
Jesus reisti deyð menniskju
upp aftur til lívs. Tólv ára
gamla einkadóttir sýna-
gogustjórans var júst deyð,
tá Jesus og pápi gentuna
komu inn í heimið. Eftir at
Jesus hevði rikið øll á dyr
uttan foreldrini, tók Jesus í
hondina á gentuni, rópti á
hana og bað hana reisa seg
upp. Tá kom andi hennara
aftur, og hon reistist upp alt
fyri eitt; og Hann beyð, at
tey skuldu geva henni at
eta.
Ein dagin Jesus er á ferð,
møtir hann einum gravar-
fylgi. Ein einkja hevur mist
einkarson sín, og Jesus ger
ikki mætari enn, at hann
steðgar berarunum, troystar
mammuna og biður hana
ikki gráta. Og Hann segði:
„Ungi maður, Eg sigi tær:
Reis teg!" Tá reisti hin
deyði seg og fór at tala, og
Hann gav móður hansara
hann. Tá fall ótti á øll, og
tey prísaðu Gudi og søgdu:
„Stórur profetur er risin
upp millum okkara!" og:
„Gud hevur vitjað fólk
Sítt!"
Eina aðru ferð komu boð
eftir Jesusi. Vinur hansara
Lazarus er sjúkur, álvar-
sama sjúkur, men hóast
boðini, drálar Jesus. Og tá
hann kemur fram, er støðan
versnað so mikið, at mað-
urin er bæði deyður og
jarðaður. Støðan er vón-
leys, men tað var hon eisini
í hinum báðu fyrru førun-
um. Um líkið liggur í song-
in, i kistuni ella í grøvuni er
eitt feitt fyri okkum vanligu
menniskju. Deyðin stig-
bendist ikki. MEN Jesus,
sonur Guds, Gud opinber-
aður í holdi - hann ivast
ikki. Hann kunngerð fyri
systir tí deyða „Eg eri
uppreisnin og lívið, tann, ið
trýr á Meg, skal liva, um
hann so doyr. Og hvør tann,
ið livir og trýr á Meg, skal í
allar ævir ikki doyggja" og
so spyr hann í sama andar-
haldi "Trýrt tú hesum?"
Eina løtu seinni rópar hann
inn í gravarhellið „Laza-
rus, kom út!" Tá kom hin
deyði út, bundin við lík-
verju um føtur og hendur;
og turriklæði var bundið
um andlit hansara. Jesus
segði við teir: „Loysið
hann og latið hann fara!"
Nú vit við Bíbliuni sum
grundarlag kunnu stað-
festa, at barnið í krubbuni
er Kristus komin eftir hold-
inum, Hann, sum er Gud
yvir øllum, signaður í allar
ævir, koma vit til spurn-
ingin ikki slepst undan: Hví
kom hann? Hví gjørdist
Gud hold?
Hvør okkara lastar mynd-
listamannin, tá hann vrakar
høvuðsverk sítt, um hann
sjálvur metir, tað miseydn-
að? Hvussu ber tað so til, at
Gud
gjørdi
tað
spilta
høvuðsverkið, menniskja,
krúnuna á skaparaverkin-
um, til sítt "lívsverk" held-
ur enn at ripa tað í bálið?
Svarið finst í undrunum
yvir øllum undrum: "Tí so
elskaði Gud heimin, at
Hann gav Son Sín, hin
einborna, fyri at hvør tann,
ið trýr á Hann, skal ikki
fortapast, men hava ævigt
lív."
Gleðilig jól.
Gleðiboðskapurin
gleðiboðskapurin nú ljóðar
innar í einsemisvrá
teim gloymdu fegin bjóðar
av lívsins keldu drekka svá
í margar búnar vit hann lata
sum nú hóvar okkum best
sær og sínum sæta
marglæti í hjarta fest
blániðan fjalir himnaboga
ógongd tykist leið at gá
brátt vit síggja brandin loga
kærleiksglæmuna at sjá
myrkt og trongt nú innanhalla
gott at hava sálarfrið
fuglameingi ei kann spjalla
skjótt at missa mál og mið
friðarhøvdingin friðsælu fremur
í kærleikans geislandi skrúð
lítillátin við rættvísi kemur
til teirra í vesælu búð
ljómandi fagnarboð ljóðar
innar í myrkastu vrá
teim neyðstøddu, gloymdu bjóðar
við lið sína høgru at stá
sorgtung spor og byrðan nívur
men Himnadrottur leiðir teg
í takkarsong tú trívur
ljómandi á lívsins veg
á himnahválvi gyltur ljómi
einglar syngja hátt í høll
dýrdarsæluna brátt hómi
samansjóðað verða øll
einglaljómur fyllir hjørtu
gleðiboð um fjøll og dal
sjá nú jólastjørnu bjørtu
vísur veg til himnasal
Sólmundur Joensen
des. 2004