mikudagur 22. desember 2004síða 22
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 245 - 22. desember 2004
granskingarmálaráðharran,
Frank Jensen, at fáa til vega
fígging til føroyska gransk-
ing á sama hátt, sum pen-
ingur verður settur av til
polargransking. Saman við
áheitanini var ein gransk-
ingarætlan, sum føroyskir
granskarar
høvdu
latið
landsstýrinum við umbøn
at kanna møguleikarnar
fyri
fígging.
Danska
granskingarmálaráðið og
granskingarráðini settu ein
útgreiningarbólk við hesum
kommissorium "At vurdere
det
samfundsmæssige
videnskabelige behov og
muligheder for forsknings-
aktiviteter, der belyser Fær-
øernes natur (inkl. de om-
givende farvande) miljøfor-
hold, kultur og erhvervs-
mæssige muligheder og
sundhedsmæssige forhold.
At beskrive forskellige
modeller for organisering
af
indsatsen,
herunder
virkemidler,
forskerud-
dannelse og færøske forsk-
ergruppers deltagelse i
indsatsen og placering i
ledelsen heraf."
Sett var ein ellivu-manna
nevnd av væl kvalifiserað-
um fólki. Úr Føroyum:
Jóan Pauli Joensen, pro-
fessari, og Bogi Hansen,
deildarleiðari. Í bóklingi,
sum er givin út av danska
granskingarráðnum 1996,
sæst, at til gransking í 1996
vórðu millum 17 og 22
ársverk, 8 teirra alment
fíggjað í Føroyum. Nevnd-
in kom til ta niðurstøðu, at í
Føroyum vóru íløgurnar í
gransking rættiliga avmark-
aðar. Nevndin mælti til, at
neyðugt var at økja um talið
á PhD-lesandi og til tess at
fasthalda góðar granskarar
í Føroyum, átti eisini at
verða sonevnd post doc
stipendiir, t.v.s granskara-
starv til teirra, sum hava
skrivað sína doktararitgerð.
Eisini mælti bólkurin til at
gera tað møguligt hjá
útlendskum granskarum at
koma hendan vegin og før-
oyskum at fara burtur.
Bólkurin mælti til, at
gransking innan náttúru og
náttúrutilfeingi og innan
umhvørvi og heilsu áttu at
raðfestast hægst. Í alt mælti
bólkurin til, at 15 mill. kr.
um árið vórðu avsettar í
fimm ár til tess at fáa
gongd á føroyska gransk-
ing.
Hetta arbeiðið hevði við
sær ávísar játtanir, men
langt burtur frá tí, sum
bólkurin mælti til.
Fortreytir fyri
gransking
Ein fortreyt fyri gransking
er, at vit hava fólk við
hóskandi útbúgving, og tað
haldi eg ber til at siga, at vit
hava. Ikki tí øll hesi eru
búgvin at granska einsa-
møll, men tað ber til í dag
at gera samstarv við veg-
leiðarar, sjálvt um teir ikki
búgva á staðnum. Gransk-
ing í Føroyum kann eftir
mínum tykki býtast upp í
tveir høvuðspartar:
Tann
fyrsti
er
tann
gransking, sum hevur við
føroyska mál, mentan, søgu
og samfelagsviðurskifti at
gera. Hesa gransking verða
vit í høvuðsheitum noyddir
at gjalda sjálvi. Tað er ikki
óhugsandi, at útlendskir
granskingargrunnar játta
pengar í hesa gransking,
men tað er minni sannlíkt
og í hvussu so er verður tað
trupult, tí úrslitini eru ikki
so áhugaverd fyri útlend-
ingar sum fyri okkum
sjálvi.
Hin parturin er gransking
innan umráði, har vit í Før-
oyum eru áhugaverd, tí tað
viðvíkur eisini evnum, sum
onnur samfeløg eru áhuga
í. Her kunnu vit nevna
havið um Føroyar, lívið í
havinum, veðurlagsbroyt-
ingar og umhvørvisdálking,
sum fer um landamørk og
ávirkar djóralív og menn-
iskju. Og so eru føroyingar
sjálvir kanska eisini áhuga-
verdir - um vit hugsa um
tað, sum íslendingar hava
sett í verk innan ílegu-
gransking. Á hesum økjum
ber til at søkja um samstarv
við onnur og fígging frá
útlendskum granskingar-
grunnum, bæði almennum
og privatum.
Tann vinnuliga gransk-
ingin ella menningin hevur
sítt natúrliga útgangspunkt
í fiski og fiskaframleiðslu
og í øðrum lagi í skipum.
Hetta eru meginumráði,
sum hevur alheims áhuga,
og tí er væl hugsandi, at
góðir møguleikar eru at fáa
samstarv við onnur og
harumframt fígging. Eitt nú
frá ES, sum fegin vil inte-
grera privata og almenna
virksemið innan gransking
og menning.
Samstarv
Tosa vit um gransking í
altjóða høpi, er tað eftir
mínari meting ikki bara ein
møguleiki, men beinleiðis
neyðugt. Tann tíð er farin,
har tað ber til at arbeiða í
sjálvdrátti. Sjálvt um nógv
granskingarvirksemi
er
víða um heim, so eru tey,
sum arbeiða í einum ávís-
um umráði, lutfalsliga fá,
og her er tí eitt neyvt sam-
starv bæði ein fyrimunur og
beinleiðis neyðugt.
Tá ið vit tosa um gransk-
ing, skulu vit minnast til, at
tað snýr seg um at finna
fram til nýggja vitan, t.v.s.,
at tá eru vit í kapping við
allan heimin. Tað er soleið-
is eingin grund til at gera ta
næstbestu
granskingina.
Málið skal sjálvandi altíð
verða, at tað ein ger, óan-
sæð um tað er lítið ella
stórt, er fyrsta floks.
Framtíðin
Loyvi mær eisini at koma
við nøkrum almennum
hugsanum um tørvin á
gransking í Føroyum. Um
eitt samfelag sum okkara
skal hava framtíðarmøgu-
leikar, er tað neyðugt, at vit
eisini troyta tað tilfeingið,
sum vitan er. Vit hava jú
brúkt almikið av peningi til
at skapa fortreytirnar fyri
vitansframleiðslu, við tað
at vit hava skúlað okkara
fólk heilt frá sjey árs aldri
til í summum førum seint í
tjúgunum. Sjálvandi skulu
vit so royna at finna mátar,
har henda skúling kann
bøta um okkara fram-
leiðslu; til at finna nýggjar
leiðir at ganga innan til-
virkan av tilfeinginum úr
havinum í víðastu merking
og møguliga eisini á summ-
um umráðum at fáast við
grundgransking.
Eftir mínum tykki hava
vit ikki møguleikar fyri at
halda tað livistøði, sum vit
hava í dag, um vit ikki seta
á og kýta okkum innan ný-
skapan,
menning
og
gransking. Við at nýta
myndina við einum urta-
garði, skal eg loyva mær at
minna á, at slíkt hendir ikki
frá degi til dags At ala fram
ein góðan og vakran urta-
garð er ikki løtuverk. Tú
skalt velja røttu planturnar,
tú skalt velta moldina, tú
skalt taða, tú skalt finna
lívd - serliga í byrjanini, tá
vøksturin er smáur og við-
kvæmur, men sum frálíður
tekur garðurin seg fram, og
við tíðini verður hann bæði
til íblástur, men eisini til
gagns, tá ið væl fruktar. At
seta gransking við er sum
at fáa sær urtagarð, men
minnist til, at sjálvt um tað
tekur nógv ár at fáa ein
góðan garð, tekur tað bara
eina løtu at forkoma øllum.
Framhald av s. 21
Á kanningarferð í Qaanaaq í Norðurgrønlandi
Drongur í Qaanaaq fær kannað hoyrnina
Fyrireikingar til kanning av heilanum.