mikudagur 22. desember 2004síða 22
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ein arbeiðsbólkur hjá
Fótbóltssambandi
Føroya hevur nú latið
úr hondum rit um
eina komandi fót-
bóltshøll
FÓTBÓLTSHØLL
Jákup Mørk
Tað er longu nakað síðani,
at vit her í blaðnum skriv-
aðu um tær ætlanir, sum
vóru um at byggja eina fót-
bóltshøll í Føroyum.
Stórur partur av fígg-
ingini til slíka høll skuldi
koma frá sonevnda Hat-
trick grunninum hjá UEFA,
men enn hevur FSF so ikki
tikið lokið av hesum grunn-
inum. Boðini hava fyrst og
fremst verið, at ein greinan
av tørvi, nýtslu og øðrum
viðkomandi evnum skuldi
gerast, áðrenn sett varð á
grunnin.
Í eina tíð hevur ein ar-
beiðsbólkur hjá FSF so ar-
beitt við hesum, og nú ligg-
ur so eitt fyribils úrslit
klárt. Hetta undir heitinum
»Fótbóltur alt árið«, ið er
ein faldari, sum er sendur
føroysku fótbóltsfeløgum.
Arbeiðsbólkurin var mann-
aður við Rúna Heinesen,
Bjarka Mohr, Jens Erik
Magnussen, Karl Vidtfeldt
og Ísak Mikladal.
Ein høll
Tað hevur áður verið tosað
um, hvørt stuðulin, sum
FSF hevur at ráða yvir, skal
nýtast til eina ella kanska
fleiri verkætlanir.
Her er arbeiðsbólkurin
komin við teirri greiðu ni-
urstøðu, at talan verður um
eina fótbótlshøll. Stuðulin,
sum talan er um, er á leið
12 mió kr., og havandi í
huga kostnaðin, av eini fót-
bóltshøll í fullari stødd,
verður hildið skilabest, at
talan verður um at lata
stuðulin til eina einstaka
verkætlan. Mett verður, at
kostnaðurin fer at liggja um
einar 60 mió kr.
At talan gerst um eina so
dýra høll, sammett við tær
á leið 15 mió kr., sum ein
bókur í Runavík hevði ætl-
anir um, kemst av fleiri
lutum.
Fyrst og fremst hevur
støddin nógv at siga. Skal
talan gerast um høll í fullari
stødd, verður bara hallar-
gólvið 74X109 metrar.
Hartil skal roknast ein fjar-
støða, sum í minsta lagi er
5,5 metrar frá síðulinjuni,
umframt at høllin skal
røkka ikki færri enn 20
metrar, har hon er hægst.
Við øðrum orðum vil tað
siga, at talan verður um
eina vídd, sum svarar til
einar seks! vanligar ítróttar-
høllir.
Hartil skulu ljós-, ljóð,
hita og luftviðurskifti vera
á einum støði, sum ger
høllina hóskandi til kapp-
ingar, umframt at aðrir
hentleikar sum áskoðara-
pláss, skiftirúm v.m. skulu
vera til staðar.
Alt hetta ger, at talan
samanlagt verður um eina
risa stóra verkætlan, men
afturfyri vónar FSF so, at
talan verður um eina ætlan,
sum verður føroyskum fót-
bólti at gagni.
Fótbóltur alt árið
Tí heitið á tilmælinum hjá
arbeiðsbólkinum er ikki
tikið úr leysum lofti.
Tað hevur ofta verið havt
á munni, at ein hin størsta
forðingin fyri eini fram-
haldandi menning av før-
oyskum fótbólti er, at
spælarar gera millum lítið
og einki í einar 4 mánaðir
av árinum. Tað vil við øðr-
um orðum siga, at byrjast
skal frá null, hvørja ferð
farið verður undir eitt nýtt
kappingarár.
Við eini fótbóltshøll, sum
eisini er egnað til kapping-
ar, verður mett, at fortreyt-
irnar fyri at hava gongd í
fótbóltinum alt árið eru
munandi bøttar. Nóg mikið
er tað sjálvandi ikki við
einari høll. Her sigur bólk-
urin, at hvørt felag helst
skuldi havt einar 40-60
venjingartímar um vikuna.
Men ein stóran bata er talan
í øllum førum um, um
ætlanin gerst veruleiki.
Fýra mánaðir
Nú verður bólturin so latin
teimum, sum áður hava
luftað eitt ynski um, at tey
vilja standa fyri eini kom-
andi fótbóltshøll.
Tey, sum higartil hava
givið mest konkretu boðini,
eru kommunurnar í Sunda-
lagnum, sum fyri einum
tveimum árum síðani lótu
gera faldara um eina høll
har á staðnum, og so ein
bólkur í Runavík, sum hev-
ur havt tvær ætlanir um fót-
bóltshøll. Eina á Lambar-
eiði og eina í Skálabotni.
Tað er tó eingin loyna, at
eisini onnur hava arbeitt við
líknandi ætlanum. Feløgini
í Havn vóru skjót at tosa
við Býráðið. Ta ferðina
kom tó ikki nakað ítøkiligt
burturúr, men boðini úr
høvuðsstaðnum eru nú, at
feløgini fara at tosa við
nýggju býráðssamgonguna
um hetta í komandi ári.
Eisini í Vágum hava ætl-
anir verið frammi um eina
høll. Tær ætlanirnar vórðu
tó fyribils parkeraðar, tí
greiða fekst ikki á, hvørji
krøv ein slík høll skuldi
lúka, men tann parturin er
so greiður við nýggja
faldaranum.
Og so hevur eisini verið
tosað um eina høll á
Svangaskarði. Tann ætlanin
er tó ikki meldað út alment,
men í krókunum hevur
ljóðað, at hetta kundi verið
gjørt við at skifta grasið við
graslíki, og at bygt eina høll
yvir vøllin. Ein slík loysn
tykist í øllum førum kunna
gerast bíligari, tí áskoðara-
pláss, skiftirúm og aðrir
hentleikar eru longu við
vøllin, sum er.
Enn er tó ikki greitt,
hvørjar umsóknir fara at
koma inn. Fótbóltssam-
bandið hevur boðað frá, at
umsóknarfreistin til tær 12
milliónirnar er 15. apríl, og
tað verður so ikki fyrr enn
eftir hetta, at endaliga
avgerðin verður tikin.
Nr. 247 • fríggjadagur • 24. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
12 milliónir bíða eftir eigara
Fótbóltur alt árið er heitið á tilmælinum frá arbeiðsbólkinum, og tað er júst hetta, sum er endamálið