mikudagur 22. desember 2004síða 23
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 22. desember 2004
23
Tað tykist sum lands-
stýrið hevur í hyggju
at lurta eftir búskap-
arráðnum í størri
mun enn higartil.
Vónandi kemur
nakað at spyrjast
burturúr hesum
skrivar Gordon
Ejdesgaard,
VINNUSÍÐU-
KRONIKKIN
Gordon Ejdesgaard
gordonejdesgaard@hotmail.com
Nógv ymisk øki innan sam-
felagsbúskapin kunnu tak-
ast fram í dag. Kundið
hugsað mær at nomi við
vanligu fólkapensiónina og
eftirlønarskipanina ella tað,
sum eisini verður nevnt
kapitalpensión. Hetta ikki
minst tí nógv fólk eru
umfatað av hesi skipan.Ein
stórur partur av teimum
alment løntu eru umfatað
av eini eftirlønarskipan,
sum er eitt ískoyti til van-
ligu fólkapensiónina. Tó
kann tykjast, at fólka-
pensiónin er og verður eitt
ískoyti til eftirlønina. Hetta
orsaka at eftirlønin mangan
er munandi størri enn
fólkapensiónin. Soleiðis er
ikki óvanligt, at eftirlønin
er umleið kr. 15.000 til
20.000 um mánaðin. Fyri
eitt par kann eftirlønin+
fólkapensiónin
nærkast
teimum kr. 50.000 um
mánaðin.
Teknist sæð er ikki annað
í hesum enn at arbeiðs-
gevarin letur t.d.10 % og
arbeiðstakarin
5%
av
grundlønini um mánaðin.
Hetta velst sjálvandi um
sáttmálan. Sostatt fær t.d.
Føroya Lívstrygging rættu-
liga
stórar
upphæddir
hvønn mánaða frá pørtun-
um á arbeiðsmarknaðinum.
Uppgávan hjá tryggingini
er at fáa sum mest av rentu
av hesum inngjøldum. T.d.
kann talan vera um at keypa
lánsbrøv ella t.d. partabrøv.
Út fra eini meting av váð-
anum, so verður peningurin
settur í hetta ella hatta.
Tað vildi verið skeivt at
hildið, at tað vit hava inn-
goldið + rentur, stendur á
eini konto, sum vit eiga
persónliga. Samlaða upp-
hæddin hjá tryggingini er
summin av tí vit øll hava
inngoldið+ tilskrivingar og
her stendur ikki navn á. Tá
tryggingin keypir lánsbrøv
er
mangan
talan
um
millióna upphæddir.
Nú er tað soleiðis, at ein
íløga í partabrøv gevur
meira av "rentu" til trygg-
ingina - og harvið trygg-
ingartakaran t.v.s. okkum-,
enn keyp av lánsbrøvum.
Men samstundis er váðin
eisini størri. Eitt partafelag
kann fara á húsagang, og
harvið er allur peningurin
mistur - sum oftast. Tað
almenna fer nokk ikki á
húsagang uttan víðari. So
her er "rentan" til trygging-
arfelagið munandi minni.
Undir øllum umstøðum
er tað uppgávan hjá leiðsl-
uni hjá tryggingarfelagnum
- øllum okkara trygging-
arafeløgum- at tryggja mest
møguligu rentu til okkum.
Og hetta sum skal verða
okkara komandi eftirløn-
skal vísa seg at vera ein
illusión ella ein sápublørða.
Niðanfyri skal verða greitt
frá hví.
Nú er tað soleiðis, at øll
vit sum hava eina avtalu við
tryggingarfelagið um fast
inngjald til eftirlønina,
einaferð um árið fáa at vita
hvussu nógv vit fáa út-
goldið í eftirløn hvønn
mánaða eftir vit eru fylt 67
ár. Sjálvandi út frá galdandi
fortreytum so sum reglu-
ligum hækkandi inngjaldi,
tilskrivaði rentu osv. Hetta
merkir at at tryggingar-
takarin præcis veit hvat
verður útgoldið eftir hann
er fyltur 67.
Sostatt er hesin samfe-
lagsbólkurin "bjargaður".
Her eiga vit at leggja merki
til, at hesin bólkur gerst
munandi størri framvir.
Men hvussu við restini
ella tí partinum av fólkin-
um sum arbeiðir í vinnuni?
Tað hevur ikki ligið væl
fyri higartil hjá okkum við
fiskivinnuni generelt. Vit
hava lyndi til at lata penga-
girndina taka vald á okkum
so skjótt ein vinningur er at
hóma í havsbrúnni. At hetta
er ein treytin við skipanini
er ikki nakað nýtt. Íløgur í
yvirkapacitet tekur lívið av
vinnuni av sær sjálvum við
jøvnum millumbilum.
Ein høvuðstrupulleiki í
hesum sambandi er, at vit
ikki eru harrar yvir tveim-
um týdningarmiklum ele-
mentum innan høvuðs-
vinnu okkara. Nevninliga
fiskanøgdini og søluprísi-
num fyri sama. Eru vit
heppin verður nøgdin at
liva við. Er prísurin sam-
stundir góður enda vit í
kollektivari eufori. So skal
hvør maður hava sítt skipa,
og so eru vit aftur har vit
byrjaðu. Tað skuldi verið
vælkent, at kreppa við
jøvnum millumbilum er
innan fiskivinnuna. Og
hetta merkist serstakliga
væl hjá eini tjóð, sum bert
hevur fiskivinnuna at dúva
uppá.
Men hvat hevur so hetta
við fyrr nevndu eftirløn at
gera? Jú, svarið er at tingini
hanga saman. Tó ikki so
nógv í dag sum komandi
árini. Og tey koma at hanga
tættari og tættari saman.
Tað er ein búskaparligur
veruleiki. Verandi og kom-
andi kreppur innan høv-
uðsvinnuna gera, at tað er
og verður fíggjarliga ótrygt
at arbeiða innan vinnuna.
Og hetta smittar sjálvandi
yvir á restina av samfelag-
num. Men ikki á okkara
komandi
"ríku"
fólka-
pensiónistar. So tey sum
hava garderað seg sleppa
snikkaleys- ella gera tey?
Er
tað
realistisk
at
ímynda sær, at børn okkara
ikki klára fyri rentur og
avdrátt (t.v.s. kreppa sum
t.d. í ’92), meðan vit liva í "
sús og dús"? Kann sam-
felagið moralsk liva við, at
tey sum arbeiða forvinna
munandi minni enn pen-
siónistarnir? Neyvan. Pen-
siónistar sum hava goldið
húsini og bilin og eiga
peninga á bók "tjena" meira
hvønn mánaða, enn tey
sum arbeiða innan fiski-
vinnuna?
Ein og hvør sær, at støð-
an heldur ikki. So hvør
verður loysnin? Jú, brand-
skatting av eftirønini hjá
komandi ættarliðum av
pensiónistum. Ein munandi
hægri skatt enn vit kenna
hann í grannalondum okk-
ara, og ikki at samanlíka
við skattin í dag. So orða-
takið "sætte tæring efter
næring" verður galdandi
fyri samfelagið sum heild.
Soleiðis at skilja at øll
lagkøkan skal býtast so-
leiðis at livandi verður fyri
øll. Eisini okkara børn, um
ikki vit ynskja eitt samfelag
av pensiónistum.
Ella eitt samfelag av
ungum tí pensiónistarnir
eru fluttir?
At høvuðstrupulleikin í
allari miseruni er at trygg-
ingarfeløgini
ikki
seta
pengar í okkara vinnulív
vegna vantandi lønsemi,
kann eg venda aftur til
seinni. Tað er ein sann-
roynd at føroyski búskap-
urin ikki hevur orku til upp-
gávuna, vegna afturvend-
andi kreppur og manglandi
stýring av hesum.
So vit kunnu væl siga at
komandi"
blokktilskot"
kemur bæði frá danska stat-
inum og frá m.ø. danska
vinnulívinum sum rentur/
vinningsbýti. Rentan/ vinn-
ingsbýti er tó oyramerkt til
okkara komandi pension-
istar, sum hava garderað
seg - enn.
Pensiónsbumban
Tilvildarliga vald mynd