Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020 SOSIALURIN 46 24 Shipping næmingur Vit søkja eftir shipping næmingi at byrja í september 2020 Útbúgvingin er ein 2 ára útbúgving í tveimum pørtum. Ástøðiligi parturin er undirvísing á Danish Shipping Academy, ið millum annað fevnir um maritiman búskap, sjórætt, samráðingarhættir og samskifti. Útbúgvingin gevur ikki ECTS stig. Til ber at lesa meira um útbúgvingina á: http://danishshippingacademy.dk/. Verkligi parturin av útbúgvingini verður á okkara skrivstovu, har tú við eini breiðari upplæring millum annað kemur at arbeiða við sjórætti, myndugleika- og kunda krøvum, trygging, leigusáttmálum fyri skip og annað arbeiði í samband við reiðara virksemi. Møguligt er at lesa HD 1. part, meðan útbúgvingin verður gjøgnumførd. Um teg: • Tú hevur miðnámsprógv • Tú hevur støddfrøði á B støði, ella samsvarandi førleikar • Tú hevur lætt við at samskifta á føroyskum, enskum og skandinaviskum í skrift og talu • Tú ert skipað/ur og trívist við skiftandi arbeiðsuppgávum • Tú ert tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevnir Vit bjóða: • Eina breiða upplæring við góðum møguleikum fyri fakligari -og persónligari menning • Lærupláss í eini avbjóðandi og krevjandi arbeiðsmentan • Spennandi og skiftandi arbeiðsuppgávur • Løn undir útbúgving Setanarviðurskifti: Starvsbyrjan er í september 2020. Løn er sambært avtalu. Hevur hetta tín áhuga? Send okkum tína umsókn við CV og prógvum til: jobs@skansi.fo, freistin at søkja er 25. juni 2020. Spurningar kunnu setast til Gunnvá Olsen, gunnva@skansi.fo ella á tlf 614900. SKANSAVEGUR 7 FO-100 TÓRSHAVN FAROE ISLANDS T : +298 61 49 00 F : +298 31 49 06 E : SKANSI@SKANSI.FO PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Jónsvein Haraldsen, Dalalíð 3, 350 Vest manna, føddur tann 12. mai 1959, deyður tann 13. apríl 2020, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Biritu Sandberg Samuelsen, J.H. Schrøtersgøta 7, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 110/2020, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 27. mai 2020. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Hansina Larsen, Hoyvíksvegur 58, 100 Tórshavn, fødd tann 24.06.1924, deyð tann 24.04.2020, og fyrr deyða hjúnarfelaga Helmuth Carlo Larsen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Petur Even Djurhuus, Advokatfelagið, Lucas Debesar gøta 8, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 131/2020, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 3. juni 2020. Dreymastarvið finnur tú á in.fo