Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020 SOSIALURIN 46 23 Komandi partur Í komandi parti verður hildið fram við Kristian Djurhuus, mill­um annað um ein serliga buldra­sligan túr við Smirli og um ar­beið­ósemjur á Tvøroyri. hann fór avstað aftur. Hon hugsaði altíð um hini, áðr­ enn hon hugsaði um seg sjálva. Meira enn nakar annar, livdi hon tað, sum vit onnur syngja um hvønn sunnudag. Hon dugdi so ómetaliga væl hetta, at “gráta við teim grátandi” og “glaðast við teim glaðu”. Vísti umsorgan og gjørdi ikki manna­ mun. Visti hvar tørvurin var. Dugdi so væl, at gera seg eitt við tann, ið fór ígjøgnum trongdir. Stakk inn á gólvið – steðgaði sjálv­ an leingi, men hevði altíð okk­urt við sær sum ein drýl, ella báð­ar tveir, ein bommpakka, eitt par av hosum, sum hon sjálv hevði bundið, eitt lítið orð ella skrift­ stað. Var við tí góða orðinum og veitti troyst og ugga víða um. Hon var einaferð innløgd og hevði fingið skurð fyri gallið. Tá ið Sigrun og Tordur vitjaðu hana, letur í einum sjúklingi á somu stovu: ”Brynhild er einastandi hjálp­som, hon var nógv illa vaknað úr narkosuni, tá var hon longu her og hampaði mær koddan”! Ein tænasta, sum hon eisini røkti til tað seinasta, var at skriva brøv, og tey vóru nógv í tali. Mong munnu tey vera, ið vórðu lívgað og troystað av hennara føgru hond­skrift og onkrari gávu, ið løgd varð í brævbjálvan. Hon hevði eisini eitt serligt hjarta fyri teimum, ið virkaðu evangeliinum at frama – bæði her á klettunum eins væl uttanlanda. Tordur segði spyrjandi við Gunnar ein dagin: ”Brynhild skriv­aði nógv brøv?” Hann var skjótur skemtiliga at svara: “Ja, tað merkist bæði hjá Posta og á kon­vuluttavirkinum TONITO, sum synir hennara róku, tá hon fyri stuttum gavst at skriva.” Kom á uppslagstalvuna hjá landsstýrismanninum Tordur fór eina ferð inn á skriv­ stovuna hjá Hans Paula Strøm, sum tá var lands­stýris­maður í Almanna-og heilsu­mál­um. Hann var skjótur at peika hon­um á eitt bræv dagfest 8. sept­ember 2006, sum hann hevði hang­andi á uppslagstalvuni. Tað var frá Brynhild. Tað var hetta sama árið, at stór grein við mynd av Brynhild hevði verið í Dimmalætting um ta tá 85 ára gomlu konuna av Eiði, sum hvønn dag gekk túrin niðan á Loranstøðina, og um mann hennara, Gunnar, sum 87 ára gamal var farin niður í hálva tíð at arbeiða. Um hetta mundi var Almanna- og heilsumálaráðið í ferð við at orða eina fólkaheilsuætlan og ynksti landsstýrismaðurin at hava nevndu mynd av Brynhild við í bóklingin:”Fólkaheilsuætlan føroyinga”. Tað gav Brynhild hon­ um eisini loyvi til. Nakað eftir, at bóklingurin var prentaður, sendi Hans Pauli Strøm sum eina tøkk Brynhild bóklingin. Og tá var tað, at Bryn­ hild skrivaði hesar reglur til lands­stýrismannin: ”Eiði 8 september 2006. Góði Hans Pauli.Við hesum fáu orðum vil eg so fegin takka tyg­um so hjartaliga fyri hesa penu bók, sum eg havi fingið sendandi frá tykkum. Tað bleiv eitt stórt yvir­ raskilsi fyri meg kunnu tit ætla, eina so gamla konu, at blíva so berømt ígjøgnum Dimmalætting, tað var orduliga yvir forvantning, so eg takki Gudi fyrst av øllum fyri alt hettar, tí tað er alt av hansara stóru Náði. Hjartans tøkk fyri alt. Tær kærastu heilsanir við Sálma 23.(Harrin er Hirði mín....) frá hesari gomlu konuni av Eiði. Brynhild Andreasen. Nú onki pláss var eftir á brævark­ inum, hevði hon eisini skrivað á baksíðuna á brævbjálvanum:”tí tað vil eg gjarna geva øllum tey góðu ráð, at ganga nógv, serliga fyri ring bein”. Saman við brævinum varð viðlagt skrivið: ”Virði í einum smíli.” Eyðkennið var treiskni Tað sum eyðkendi Brynhild var treiskni – og at hon setti sær mál. Hon hevði miðvís mál, tá um­ráddi rørslu. Vindur og regn steðg­aði henni ikki, hon lat seg í eftir veðrinum. Tað, at hon kundi hava krím og eisini fepur, steðgaði henni heldur ikki! Hon gekk tað av sær! Tá ið ommudótturin, Heidi, vann ikki færri enn fýra gullmerki í europameistarakappingini í svimjing í Stokholmi 6. august 2001 – bert 16 ára gomul - tók abb­ in skemtiliga til, at “hevði omm­ an ikki verið so áhaldin, treisk og røsk at gingið, so hevði Heidi heldur ikki vunnið. Tað var omm­ uni fyri at takka, at Heidi sigraði”. Her sipaði hann til ta fyrimynd, ið omman hevði verið fyri Heidi. Hann legði afturat, at omman rann runt um vatnið á Eiði fleiri ferðir um dagin. Brynhild hevði ávirkan og setti síni positivu spor í mangt eitt sinni og mangt eitt hjarta. Viðurkenning úr Eysturríki Árið fyri hon doyði høvdu tey vitjan av einum lækna úr Eyst­ur­ ríki, kallað Barbara, sum ferðaðist á Eiði. Tá hon fór avstað aftur fekk hon í hondina einar hosur, ið Brynhild tá 91 ára gomul, hevði bundið. Tá Barbara frætti, at Brynhild var farin, skrivaði hon m.a. hesar reglur: ”eg gjørdist kedd at frætta, at hon er farin – men eri takksom fyri, at eg møtti hesari megnar kvinnu. Hon og maður hennara hugtóku meg stórliga við teirra stillføra og vísa lívshátti. Av og á møta vit mennikskjum, sum seta spor eftir seg í lívi okkara. Hon var ein slíkur persónur fyri meg. Hon hugtók meg og setti spor eftir seg í hjarta og sinni mínum.” Brynhild var ein biðandi kvinna og eisini ein hart ar­beið­ andi kvinna. Tí er ikki so løgið, at hon í listaverkum Sigrunnar mang­an er avmyndað við stórum - sera stórum hondum – eisini í máln­inginum við heitinum “Ein føroysk hetja”, sum var hand­aður drottningi til gávis í sam­band við listaframsýning í Hanstholm fyri nøkrum árum síðani. Hesar stóru hendur kundu vera ímynd bæði av teimum bið­andi og teimum arbeiðandi hond­un­um. Tá ið hon doyði var ein innan skúlaverkið, sum hevði hesa viðmerking um henda málning á Facebook: “Við samkenslu, nú Brynhild er farin ♥ Mangur føroyskur studentaskúlanæmingur kennist við myndina av hesari "móðurini" í føroyskari myndlist.” Brynhild dugdi so ómetaliga væl hetta, at “gráta við teim grát­ andi” og “gleðast við teim glaðu”. Vísti umsorgan, gjørdi ikki manna­mun. Visti hvar tørvurin var. Dugdi so væl, at gera seg eitt við tann, ið fór ígjøgnum trongdir. Ein framúr omma Við jarðarferðini hjá Brynhildi greiddi ommudóttirin, Maria, sínum lívi saman við ommuni. Hon segði millum annað: Omma gav sær altíð tíð til okkum børn og tók sær av okkum. Hon smurdi okkum breyð og bakaði okkum pannukøkur. Og ongar pannukøkur vóru so góðar sum ommusa. Hon segði okkum frá søgum og opnaði soleiðis ein ævintýrligan bókmentaheim upp fyri okkum børnum. Tolin lótu tit, omma og abbi, okk­um verða við í øllum arbeiði. Vit hoyggjaðu, vit veltu í abbasa veltu, vit fiskaðu við abbasa báti. Hetta var eitt heim, vit tímdu at vitja, tí vit kendu, at tit veruliga tímdu at hava okkum við í øllum, hóast tað ofta var sera buldraligt. Saman við ommu gjørdist nátt­ úran eisini karmur fyri nýggjar og spennandi upplivingar og ógloymandi minnir. Altíð var rúm fyri einum aft­ ur­at tykkum, og altíð var pláss fyri einum afturat runt døgurða­ borðið. Dyrnar vóru altíð opnar, og øll, sum komu á gátt, fingu eitt gott orð við á vegnum, ein drýl, eitt bomm ella ein bommpakka. Eingin fór tómhentur út aftur frá ommu. Hvørki likamliga ella andaliga. Á sín egna stilla, eyðmjúka hátt hjálpti hon altíð við ein­um troystandi orði, einum hond­skriv­ aðum brævi, tá vit vóru langt av landi skotin, einum versi ella eini bøn. Eitt satt umboð fyri Vár­ harra. Hon lærdi okkum ommubørn at gleðin gerst meira fullkomin av at geva, og at byrðarnar gerast lætt­ari at bera tá. Omma kom altíð út á trappuna at veitra farvæl, tá ið vit fóru avstað frá henni. Líka mikið veður og vind, og líka mikið hennara egnu heilsu stóð hon við hvítum lummaturriklæði og veittraði, til vit  fóru úr eygsjón. Við tí fína lummaturriklæðnum var tað, sum ynskti hon frið og signing yvir okkara ferð og yvir okkara lív og gerandisdag. Omma gav okkum so ótrúliga nógv. Hon var ein fyrimynd og eitt fantastiskt menniskja. Altíð hevði hon eitt gott orð til okkara. Ongantíð hevði hon eitt skeivt orð at siga um nakran. ….. Tað er eitt satt avrik, at Sigrun hevur varðveitt minnið um mammu sína í síni list, og kann henda lýsing av henni eisini vera ein partur av hesum minni. Á Eiði var Brynhild av mongum sammett við móður Theresu. Drívmegin hjá Brynhild og mongum øðrum var Bíblian. Gunnar og Brynhild