Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020 SOSIALURIN 46 22 Óli Jacobsen Óli Jacobsen Á hvítusunnu opnaði ein framsýning á Eiði hjá lista­kvinn­ uni Sigrun Gunnars­ dóttir. Hon er opin restina av juni mánað leygardag til mánadag kl. 17-20. Sigrun er ein serlig listakvinna. Hon er eitt av teimum fáu lista­ fólkunum, sum hevur málað fiski­ menn virknar á skipsdekki og báti. Eisini hevur hon gjørt sítt til at lýsa ta føroysku kvinnuna. Her hevur serliga mamman, Brynhild, verið fyrimynd og modell. Ein kendur málningur av mammuni var permumynd á bókini “Tær bygdu land”, sum kom út í 2017, og sum var ímynd av føroyskum kvinnum. Á bókadøgunum í Norður­ landahúsinum hetta ár var henda mynd av teimum vitjandi kosin at vera ársins permumynd. Tí kann tað vera áhugavert at hava eina lýsing av hesi beskednu og annars ókendu kvinnu. Keldan er fyrst og fremst maður Sigrun, Tordur Niclasen. Hvør var Brynhild? Brynhild var borin í heim á Eiði 7. mei 1921, og hon gjørdist 92 ára gomul. Foreldur hennara vóru Niels og Jacobina Kruse. Pápin var kendur málari eins og onnur í Kruse ættini, so Sigrun hevur gott til at breðga. Systkini hjá Brynhild vóru Thor­leif, sum í 1946 andaðist bert 29 ára gamal, Sverri, Poula og Ingibjørg. Sum ung leitaði Brynhild sær til Havnar at tæna og eisini at læra at seyma. Hon tænti eisini norð­uri á Eiði – umframt, at hon ar­beiddi á trolvirkinum. Í 1949 giftist Brynhild við Gunn­ari Andreasen, og fingu tey børnini: Sigrun,Thorleif, Niels Emil og Ruth. Lívsyrkið hjá Brynhild var heimið Lívsyrki hjá Brynhild gjørdist at taka sær av húsi og heimi, og tað gjørdi hon eisini til lítar. Børnini vuksu upp í einum góðum og tryggum heimi – fjálgað av umsorgan faðirs og móðir. Eitt heim merkt av nøgdsemi og Gudsótta! Ommubørnini fingu eis­ini fløvan úr hesum heimi at kenna – og hvat gott tað var, at hava eina ommu og abba, sum altíð tóku sær stundir og vóru nær­verandi. Ein hugvekjandi og spennadi heim­ur yviri í Gjógv, har barna­ børnini eisini stórtrivust! Og tað eru sannuliga eisini mong onnur børn – og vaksin - ið við gleði og takksemi minnast á mangar góð­ ar løtur í heiminum hjá Brynhild og Gunnari! Og ikki bara tey tvíbeintu kendu seg væl, men so sannuliga eisni tey fýra Bobby, Abu, Deisy og Freia, tí tað vóru ikki allar ommur á Eiði, ið lokkaðu hundarnar at eta við at geva teim putursukur upp á breyð! Í samljóði við náttúruna Brynhild livdi í samljóði við nátt­ úr­una. Óteljandi vóru túrarnir norð í Á, niðan á Keldir, í torv, í Vatns­dal og á Breiðasandi. Hon gleddist um fuglasong, leikandi lomb, hin tutlandi løk og frøddist um lívið í bø og haga. Børnini vóru tikin við – og seinri ommubørnini – og varð hesin undurfagri heimur latin upp fyri eygu og oyru teirra, og alskni til skapanarverkið varð gróðursett í hjørtum teirra. Hóast spakfør og lítillátin var hon ikki passivur áskoðari, tá átøk vórðu gjørd, ið høvdu av­ leið­ingar á nátturuna við sær. Hon ipti ikki bara øksl, tá ið á stóð, men royndi eftir førimuni at gera vart við seg – enntá hjá hægsta mynduleika. Hetta var í samband við, at áirnar har norðuri á sinni vórðu so at siga turrlagdar. Ein sonn náttúru stríðskvinna! Í Galatarbrævinum lesa vit ”Børn míni, sum eg nú aftur føði við kvølum, inntil Kristus er vorðin sjónskur í tykkum”. Tað er eingin ivi um, at í Brynhild var han sjónskur!! Og tí var tað ikki so løgið, at hon av mongum á Eiði varð kallað “móðir Theresa”! Sanniliga var hon ein fyri­ mynd, tí hon var ein kvinna, ið "gekk um og gjørdi væl". Ikki so sjáldan sat Tordur heima hjá henni við einum heit­ um drekkamunni til eitt hug­ fars­ligt prát - og so fekk hann ein bommpakka í lumman, tá ið Ein av kendastu modellunum hjá Sigrun Gunnarsdóttir er mamma hennara, Brynhild. Vit hava eina lýsing av hesi serligu kvinnu. SIÐSØGA MAMMAN VAR EIN MÓÐIR THERESA Henda permumyndin kann sigast at vera ímyndin av føroysku kvinnuni, sum hon eisini er lýst í bókini. Henda mynd var kosin at vera best umtókta permumynd í 2017. Sigrun Gunnarsdóttir: Sigrun Gunnarsdóttir