hósdagur 11. juni 2020síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020
SOSIALURIN 46
21
Minningarorð um Tummas
Í dag, tann 5. Juni 2020 andaðist
Tummas Jacobsen, ættaður
av Klett í Skálavík, búsitandi í
Skopun.
Foreldrini hjá Tummas vóru
Ólavur í Geil og Nannu úr Han
usarsovu í Skálavík. Nanna og
Ólavur fingu 9 børn, fýra av
teimum giftist til Skopunar.
Tummas æt eftir kenda
skiparanum Tummas í Hanus
arstovu, sum var abbi hansara.
Tummas giftist við Maritu S.
Drangberg úr Skopun, tey fingu
børnini Irdi, Vivi og Halvard.
Marita og Tummas bygdu sær
hús í Gerðinum í Skopun. Tað
heimið hevur verið eitt trygt
heim.
Tummas var sjómaður. Hann
lærdi til stýrimann og silgdi
úti í mong ár. Geilamennirnir í
Skálavík borið orð fyri, at vera
av raskastu sjómonnum, her var
Tummas einki undantak.
Sjálvur minnist eg Tummas
frá óvitaárum. Tað var so, tá
vit vóru børn í Skopun, at nógv
skip komu at seta fólk av og fáa
fólk umborð. Her minnist eg
“Norðfari” koma á Skopun og
floytaði eftir báti at koma út til
sín. Sjálvur átti eg beiggjar við.
Henni Stórá førdi Norðfari.
Her minnist eg Tummas ímill
um manningina, ein sera frynt
ligur og dámligur ungur maður.
Eitt, sum sermerkti Tummas
var, at hann var so sera góður
við ungdóm, eg kenni fleiri, sum
bera honum hetta vakra skots
mál.
Tummas og brøðurnir keypt
ur Fríðborg fyrst í ‘80’unum og
fiskaðu teir her á Føroya-leiðini
við henni. Seinni vórðu fleiri
bátar, sum fóru í Eystursjógin at
fiska, har ímillum var Fríðborg.
Teir fingu nógvan fisk við
Fríðborg.
Eftir nøkur á í Eystursjónum
vóru teir fyri tí vanlagnu, at
missa skipið á ein sera óhugna
ligan hátt. Á hesum síðsta túri,
tá skipið fekk ein sjógv, vóru
allir fimm brøðurnir við, teir
komu allur frá vanlukkuni við
lívinum. Eg havi hoyrt Tummas
siga, at har var ein sætti maður
við, eg visti væl hvat Tummas
meinti við.
Seinni keyptu teir ein annan
bátil til Eystusjógvin.
Eftir hetta silgdi Tummas
nógv við “Skálaberg” og treivst
hann væl. Hetta var saman við
Samson, sála, fyri tað mesta.
Fyri nøkrum árum síðani
byrjaði sjúka at nýva henda
skilamann, men álíkavæl var
hann virkin.
Eg havi havt tað gleði av, at
koma at kenna henda merkis
mann sera væl, hann var ein
vitandi maður, sum oftast kundi
hann greiða frá tí, sum prátið
snúði seg um, tá vit ofta sótu á
skrivstovuni og tosaðu um ym
iskt.
Tað var eisini sera spennandi
at fáa vitan frá hesum manni, tá
tað snúði seg um sjógvin og tí ið
har til hoyrdi.
Við hesi havsins kempu hev
ur bygdin mist ein góðan mann!
Góðu tit, Marita, Irdi, Vivi og
Halvard, tit hava mist ein góðan
mann, pápa og abba.
Má Guð signa og styrkja tykk
um í sorgini.
GíB
Minningarorð um vinmannin Símon Hansen
(27.01.1933-16.03.2019)
Hóast tað ikki var heilt óvantað,
so vóru tað tung boð at fáa, at
Símon Hansen, Símon hjá Borgu,
sum hann vanliga var róptur í
Vestmanna, er farin. Símon var
ein góður, trúfastur og álítandi
vinur. Tað hevur stóra ávirkan
at missa slíkan vin. Símon og eg
vóru ikki bara vinir, tilvitað ella
ótilvitað valgdu vit somu kós ella
lívsleiðir; vit hava báðir staðið í
læru á Vestmanna Skipasmiðju.
Eftir at hava arbeitt eina tíð sum
maskinsmiður, kom hugurin til
víðari lesna, og tískil var leitað
til Rønde præliminærskúla, har
fleiri føroyingar lósu. Uttan at
vita um tað, kom Símon eisini
til Rønde at lesa. Aftaná skúlan
í Rønde, og eisini uttan at vita
av hvørjum øðrum, valgdu bæði
eg og Símon at lesa víðari til
maskinverkfrøði. Aftaná lokna
útbúgving sum maskinverkfrøð
ingur, kom Símon at arbeiða við
hita, ventilatión og sanitet. Og
uttan at vita hvat Símon gjørdi,
kom eg sjálvur eisini at arbeiða
innan sama HVS økið.
Tá eg lærdi konu mína at
kenna, kundi hon ein dagin
kunna meg um, at hennara
veninda hevði funnið sær ein
unnasta úr Vestmanna, og hann
var maskinverkfrøðingur, og
hann eitur Símon Hansen. Kona
mín og nevnda veninda eru báð
ar úr Vági.
Her kann ein spyrja um okk
urt er, sum fær Símon og meg at
finna fram til somu kós.
Okkara tilvera kom seinni
at flyta okkum nærri saman.
Símon bleiv giftur við sínari
unnustu Paula Midjord frá Vági,
og eg bleiv giftur við venindini
hjá Paulu, Helena Skaalum úr
Vági og soleiðis komu vit privat
at vera meira saman. Símon og
Paula fingu 3 børn, 3 dreingir,
og Helena og eg fingu eisini 3
dreingir.
Seinni komu Símon og eg at
arbeiða í sama firma innan HVS
økið í Keypmannahavn. Hetta
var ein góð og mennandi tíð, og
tað kendist gott at hava Símon
sum starvsbróður.
Hóast trivnaðurin var góður
í Keypmannahavn, var onkuntíð
hugsað um at leita heim aftur til
oyggjarnar.
Ì 1974 var eg so heppin at fáa
tilboð um at koma heim aftur, eg
fekk starv sum vara býarverk
frøðingur, og seinni sum býar
verkfrøðingur, hjá Tórshavnar
kommunu. Um hetta mundi var
sera nógv at gera í Tórshavnar
kommunu, fleiri áhugaverdar
uppgávur vóru í gerð, og enn fleiri
vóru á tekniborðinum, m.a. nýggj
brennistøð, nýggj goymsla til
brúksvatn, nýggj vegætlan, mun
andi víðkan av verandi havna
øki, nýggur ringvegur, fleiri
nýggjar útstykkingar so sum
Berjabrekka, Kommansmýra,
Tórsbyrgi, nýtt vinnuøki uppi á
Hálsi, á Hjalla og í Vesturbýðnum
við Velbastaðvegin, Kommunu
samanleggingar. Gera samskip
anarætlan fyri býraðslimir og
fyri starvsfólki.
Nú hoyrdi eg at Símon eisini
var fluttur heim at vera, hann
hevði fingið arbeiði hjá Phil &
Søn í Føroyum. Við hesari kunn
ing kundi eg ikki lata vera við at
spyrja um Símon kundi hugsað
sær at hjálpa okkum við teim
mongu ætlanum sum komm
unan arbeiddi við. Símon játtaði
beinan vegin.
Tað var ein styrki og góð
kensla aftur at hava Símon sum
sín starvsbróður, ein álítismaður
í allar mátar. Eg fekk Býráðið at
góðkenna, at Símon gjørdist med
býarverkfrøðingur, og arbeiðið
deildu vit soleiðis okkara millum,
at Símon tók sær av øllum úti á
markini, meðan eg hevði tað
umsitingaliga um hendi. Símon
hevur altíð duga væl at arbeiða
við verkafólki.
Símon Hansen gjørdi at tey 10
árini, sum eg arbeiddi hjá Tórs
havnar kommunu vóru, góð, gev
andi og lærurík.
Sum nevnt hava Símon og eg
arbeitt saman í Danmark innan
HVS økið, og í 1984 fingu vit tilboð
um at keypa P/F Demich, júst eitt
HVS virki. Við góðum stuðuli frá
Hans Hansen og Olvur Guttesen,
keypti vit Demich, og góvust hjá
Tórshavnar kommunu. Mong
vóru bilsin yvir okkara avgerð,
hava tit eti seym, ella hvat fær
tykkum at fara frá einum góðum
almennum starvi til eitt ivasamt
trotabúgv. Jú eg var ivasamur,
men tað var Símon ikki, og tíðin
prógvaði, at avgerðin var tann
rætta.
Takkað veri Símon Hansen,
havi eg ikki haft eitt betri ar
beiðspláss enn tað hjá Dem
ich, men uttan Símon hevði tað
valla gingið, hann var sera ar
beiðssamur og álítandi í øllum,
vit vóru ikki altíð samdir, men
funnu altíð, ja altíð fram til góðar
semjur.
Góði Símon takk fyri alt, takk
fyri títt gevandi og góða lyndi.
Hvíl í friði kæri vinur. Jesus
verið hjá tær.
Góða Paula, Torkil, Torbjørn
og Bjarne, tit hava mist nógv, og
sorgin nívir, vit dugi so illa við
troystar orðum, men vit kunnu
finna hjálp við sálminum hjá
Mikkjal á Ryggi :
Tá tungir gerast dagar,
og sorgir herja á,
minst til at leita hagar,
sum hjálp er best at fá,
til hans, sum alvald hevur,
sum øllum unnar best,
sum troyttum hvílu gevur
og vónarleysum treyst.
Trygvi
Øll spælipláss
skulu vera
brekvinalig
Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar
kommunu
Í 2009 tóku Føroyar undir við ST-
sáttmálanum fyri einstaklingar,
ið bera brek. Hetta var eitt stórt
stig á leiðini til tess at betra
um viðurskiftini hjá okkara
borgarum, ið bera brek. Hóast
nógv gott er hent hesi seinastu
árini, mugu vit tíverri ásanna, at
langt er á mál fyri at náa málinum
um tað brekvinaliga samfelagið.
Sáttmálin leggur upp til, at allir
borgarar, børn og vaksin við breki,
skulu hava javnt góða atgongd
til miðlar, bústaðir, almennar
stovnar osfr.
Tað eru eisini hesi viðurskiftini,
ið hava fylgt rættiliga nógv í
miðlum og í almenna rúminum
seinastu árini. Men tað eru so nógv
onnur øki, har vit í Føroyum eru
eftirbátur, eisini í kommunalum
høpi.
Bleiv gjørd varug við ein dagin,
um vit kundu gera spæliplássini
í Tórshavnar kommunu meiri
brekvinarlig, tí tað finnast
reiggjur o.a., sum eru ætlað til
børn, ið eitt nú sita í koyristóli.
Sat í mínum stilla sinni og
hugsaði, hvussu ræðuligt tað má
vera hjá einum barni í rullistóli at
hyggja at, meðan øll hini børnini
reiggja og hava tað stuttligt. Setti
mær tí fyri, at hetta má og skal
broytast.
Tað er ein sjávfylgja og skal
vera ein natúrligur partur í okkara
planlegging av spæliplássum, at
hesi eisini rúma børnum við breki.
Í tí sambandi havi eg í dag
heitt á umsitingina um at hava
hetta við í allari planlegging av
spæliplássum í kommununi, og at
vit beinanvegin fara undir at gera
verandi spælipláss brekvinarlig,
so øll børn - uttan mun til brek -
hava somu atgongd sum onnur
børn.