hósdagur 11. juni 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020
SOSIALURIN 46
20
Jørgen - ein avtala
er ein avtala!
Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Nú ert tú farin ov langt Jørgen
Niclasen, fíggjarmálaráðharri.
Tað almenna og kommurnar
skulu ganga í takt, tá talan er um
lønarsamráðingar á almanna
arbeiðsmarkaðinum. Fyrr í
árinum var Jørgen Niclasen úti
og heitti á partarnar á arbeiðs
marknaðinum um at vísa bú
skaparligt hógv - hann tosaði
enntá um, at alment lønt áttu at
havt ein lønarsteðg, t.v.s. ongar
hækkingar í lønunum í einum
komandi sáttmálaskeiði.
Men hetta, sum hendir nú skal
Jørgen Niclasen gera øðrvísi og
betri. Reint formliga skal ein
slíkur sáttmáli góðkennast av
fíggjarmálaráðharranum, men
at hann ikki kann ganga hesum
sáttmálanum á møti, skilji eg
onki av.
Spurningurin er um fíggjar
málaráðharrin ikki fer út um
sínar heimildir.
Spurningurin er eisini um
ein politisk áheitan um at
vísa búskaparligt hógv, er eitt
fyrisitingarliga sakligt fyrilit
at taka sambært kommunu
stýrislógini frá 1. januar 2001 og
brúka tað sum grundgeving fyri
at avvísa ein lønarsáttmála.
Kommunala Arbeiðsgevara
felagið og Starvsmannafel
agið eru komin ásamt um ein
lønarsáttmála, sum líkist tí
Lønardeildin gjørdi við Starvs
mannafelagið fyrr í ár, men
fíggjarmálaráðharrin leggur
hesaferð kíla ímillum.
Í kommunustýrislógini § 5,
stk. 5 stendur: “Ásetingarnar
í sáttmálum og avtalum um
lønar- og setanarviðurskifti fyri
kommunal starvsfólk (íroknað
kommunalar felagsskapir) og
flokkingar og stig fyri størv,
sum ikki frammanundan greitt
eru ásett í sáttmála ella avtalu,
skulu góðkennast av landsstýris
manninum.”
Tað skulu vera haldgóðar og
vælgrundaðar orsøkir til, ikki
at góðkenna lønarsáttmálan, tá
feløgini eru komin ásamt um
ein sáttmála, sum júst tryggjar
eitt javnt alment lønarlag ella
at samsvar er millum lønir hjá
landinum og hjá kommunum -
soleiðis sum ásetingin í § 5, stk.
5 hevur til endamáls. Og serliga,
tá vit hugsa um, hvønn almennan
ójavna vit fara at uppliva, um
hesin sáttmálin ikki verður
góðkendur.
Líka løn fyri sama arbeiði -
sjálvandi!
Tað undrar meg bara almikið,
at hin fyrri sáttmálin gekk beint
ígjøgnum, beint áðrenn korona
støðuna.
Leggjast kann afturat, at
Jørgen Niclasen hevur ávarað øll
ímóti, at samfelagsbúskapurin og
landskassin fór at verða raktur
hart av koronatiltøkunum og
avleiddu búskaparkreppuni.
Hann hevur samanborið við
politikkin í 1990-unum, at tað var
ein feilur at knalla bremsurnar í
og m.a. tá lækka almennu løn
irnar, tí so steðgaðu samfelags
hjólini.
Eg haldi, at vit eiga at krevja,
at Jørgen Niclasen góðkennir
henda sáttmálan ongantíð ov
skjótt. Hetta bara tekur óneyðuga
tíð og umsiting av einum so
greiðum máli, sum ikki átti at
verði nakað hóvasták um.
Hetta málið er tíverri við at
fara av sporinum, og tí eigur løg
maður at traðka í karakter og sum
skjótast rætta kós við at koma
inn í málið - og soleiðis skera í
gjøgnum í hesum málinum.
Nú er løtan at
taka sjálvstøðug
fet á uttanríkis
politiska økinum!
Ruth Vang
Seinnu árini hava vit aftur og aftur
upplivað, at Danmark hevur forðað
Føroyum í at taka sjálvstøðug fet
á uttanríkispolitiska økinum.
Hevur forðað fyri limaskapi í
Norðurlandaráðnum, ógildað
útnorðurráðsavtalu, blandað seg
upp í altjóða menningarsamstarv
– fyri at nevna nøkur dømi um
hetta.
Tá danski uttanríkisráðharrin
sóknast eftir samstarvi millum
Grønland, Danmark og Føroyar,
at vit standa saman sum ein
arktiskur leikari við sama ein
týdda uttanríkispolitiska signali,
so liggur avbjóðingin í millum
londini heldur enn uttanfyri.
At vera tikin við, opinleiki,
at styrkja álitið ímillum londini
sínamillum - alt hetta ljóðar gott,
men tað okkum tørvar í Føroyum
er møguleikan at taka ábyrgd
av egnum viðurskiftum. Ongin
ivi um, at tað eisini hevði tænt
donskum áhugamálum. Danski
sendiharrin Peter Taksøe-Jensen
segði í 2016, at ’den største trussel
mod danske interesser i Arktis
er ikke russerne, men udsigten
til at rigsfællesskabets samm
enhængskraft bliver svækket’.
Fyrsta treytin fyri felags stevi
í arktiskum málum er ábyrgd
og samstarv á jøvnum føti! Vit
eiga at brúka hetta høvi - ikki
til at seta fíggjarlig krøv, sum
róð var framundir í Breddanum
í gjár - men at krevja víðkaðar
uttanríkispolitiskar heimildir.
Gaman í hava londini ymisk
áhugamál altjóða, men heilt
yvirskipað hava Føroyar, Grøn
land og Danmark í stóran mun
somu trygdarpolitisku mál.
Spurningurin er, um ikki løtan er
júst tann rætta, at fáa av vegnum
t.d. danskar forðingar fyri lima
skapi í altjóða felagsskapum. Eitt
virðiligt og tíðarhóskandi sam
starv ímillum londini hevði tænt
okkum øllum!
Viðmerkingar
Hjálparpakki til heilsusektori
Hjálp til sjálvhjálp – keyp føroyskt
Bozena Rasmussen
Tann 14. apríl 2020, mitt í corona
tíðini, vóru fleiri skriv í Sosialinum
um at hjálpa ymiskum virkjum við
at keypa føroyskt.
Í einum av teimum stóð:
”Stjórin á Føroya Prent heldur,
at corona-avbjóðingin er eitt gylt
høvi at fáa fólk at keypa føroyska
framleiðslu . Ì staðin fyri at keypa
uppgávur frá útlandinum, eiga
fyritøkur og stovnar at umhugsa
at fáa arbeiði gjørd í Føroyum.
Hetta kann gera stóran mun hjá
fyritøkum her á landi.”
Um somu tíð var ein samrøða
við Ann Østerø, depilsleiðara á
Diagnostiska Deplinum á LSH,
har lagt varð fram eitt áhuga
vert uppskott um at gera íløgu í
tekniska útgerð hjá Heilsufrøði
ligu Starvsstovuni soleiðis, at
starvsstovan kann gera ymsar
diagnostiskar kanningar, sum
nú verða sendar til Danmarkar,
hetta tí at man, sum er, í Føroyum
ikki hevur tekniska útgerð at gera
hesar kanningar.
Hesar kanningar eru kostnað
armiklar og er bíðitíð at fáa hesar
kanningar gjørdar.
Tískil má ein spyrja: Hví ikki
loysa hesa støðu við at gera hesar
kanningar heima í Føroyum?
Undir øllum umstøðum vildi
hetta verið ein íløga, sum betalir
seg! Nógvir fyrimunir vildu verið
av hesum. Kanningarnar høvdu
verið bíligari, skjótari og trygg
ari. Ikki minst vildi hetta effekt
ivisera heilsusektorin. Slíkt
kanningarvirksemi kann enntá
blíva til eina møguliga útflutn
ingsvøru av vitan/hættum og
kanningum.
Henda uppskot, sum Ann
Østerø, depilsdeiðari á Diagnost
iska Deplinum á LSH kom við, er
frálíkt!
Verður uppskotið framt í verki,
vildi tað eisini havt við sær, at
Føroyar gjørdust sjálvstøðugar
á hesum øki. Uttan mun til, hvørt
ein nýggj coronakreppa upp
stendur aftur ella ei, so vildu vit
í Føroyum verið klár at handfara
hesa avbjóðing! – og møguliga
eisini fingið fíggjarligan vinning
burturúr!
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á