hósdagur 11. juni 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 12. JUNI 2020
SOSIALURIN 46
19
Jehova doypti í svimji
hylinum í Havn
Afturhvarv úr SOSIALINUM 1970
3. juni 1970: Sein
asta leygardag, nak
að áðrenn middag,
vórðu trý fólk frá Je
hova doypt í svimji
hylinum í Gundadali í
Havn
H
etta fór fram meðan
hylurin var opin fyri
almenninginum og
var har sum vant
nógv fólk og svam.
Tað var tí ikki løgið at onkur
helt hetta vera eitt sindur annar
leiðis enn tey vóru von við. Vit
hava spurt okkum fyr í svimji
hylinum, um tey hava gvið Jeho
va loyvi til at nýta hylin til dóp,
tað hava tey ikki, men vístu okk
um til borgarstjóran, Hanus við
Høgadalsá.
Hann sigur fyri okkum, at
hann helt ikki, at tað bar býráð
num til at nokta hesum, og fingu
tey tí loyvi. Upp á fyrspurning
um, hvussu verður um aðrir trú
arbólkar eisini koma fram við
ynski um at sleppa at doypa í
hylinum, svarar borgarstjórin, at
tað skuldi ikki nakað verið til
hindurs fyri tí; somuleiðis veit
hann at siga, at hetta verður eis
ini nýtt aðrastaðni.
– Var tað neyðugt at dópurin
skuldi fara fram meðan hylurin
var opin?
– Helst ikki, sigur Hanus við
Høgadalsá, men tey fingu boð
um at halda seg í onkrum króki
og vónandi hava tey ikki órógvað
nakran.
Í seinastu løtu áðrenn blaðið
fór til prentingar hittu vit sjálv
an fyristøðumannin í svimjihyli
num, Ivan Holm Carlsen, og sig
ur hann, at eftir hesa avgerð
borgarstjóran vil svimjuhylurin
standa opin fyri øllum teimum
trúarbólkum, sum vilja koma
niðan og doypa.
tór.–
13. juni 1970: Pláss
fyri stívliga 2.000
fólkum. Tá ítróttar
kappingar fara fram
verður plass fyri
1.000 fólkum, harav
600 sitipláss
Í
sambandi við at Ítróttar
høllin í Havn var tikin í
nýtslu, var skipað fyri stór
um hátíðarhaldi, har góð
ynski vórðu borin fram við vón
um, at Havnar ungdómur kom
at kenna seg væl har og veruliga
gera nýtslu av høllini.
Stevnan byrjaði við at felags
umboðini fyri feløgini sum eru
gingin saman um høllina,gingu
inn, meðan Havnar Hornorkest
ur splkdi. Síðan fekk Arnold
Hansen, sum er formaður í um
boðsnevnd hallarinnar orðið,
har hann greiddi frá ymiskum
høllini viðvíkjandi, og at end
anum takkaði teimum báðum
Thomas Thomasen og Leif
Waagstein fyri tað arbeiðið, teir
hava gjørt fyri, at høllini skuldi
vera ein veruleiki.
Til hátíðarhaldið hevði Bjarni
Niclasen skrivað forljóð, sum
Oskar Hermanson las.
Tað er náturligt at nakað má
gerast fyri ítróttin, um ein skla
vænta at ungdómurin skal trív
ast her á landi, segði Leif Waag
stein formaður starvsnevndar
innar. Einstøk feløg hava roynt
at fáa reist eina tíliíka høll, men
hevur tað altíð verið ógvuliga
torført.
Tað var tí ikki løgið at ítróttar
feløgini tóku væl undir við ein
um uppskoti um, at feløgini
skulu ganga samn um at reisa
høllina, segði Leif Waagstein.
Í mars í 1966 var fyrsti fundur
hildin. Býráðið var við á fund
inum. Í 1967 fór innsavning fram
tl frama fyri høllina. Pjesa varð
send út í hús við áheitan um at
hjálpa til og var hetta væl stuðl
að. Ætlanin var tá at høllini
skuldi vera ein sjálveigandi
stovnur, hetta tiltak fekk góða
undirtøku allastaðni. Serliga eru
tað kommunan, landsstýrið,
ríkisstýrið og Lions sum haa
veitt munandi av peningi til
høllina.
Høllin eitur Tórshavar Ítrótt
ar- og Samkomuhøll, men er
fyrst og fremst ætlað til ítrótt,
venjingar sum kappingar. Sjálvt
húsið er 54 X 40 m og stendur á
einum 8000 fermetra stórum
grundøki. Millum gólv og tróður
eru 11 metrar og er spælihøllin
28X46 m stór. Á áskoðaraplássu
num er pláss fyri 600 áskoðarum
og harafturat kunnu eini 400
fólk standa, tá kappingar fraa
fram.
Til samkomur er pláss fyri
millum 2000 og 2500 fólkum.
Høllin kemur at kosta 2,9 milli
ónir. Tá er alt roknað við –uttan
fyri eisini, parkeringspláss,
gongubreyt.
Ítróttarhøllin í Havn tikin í nýtslu
Hendan myndin er ikki frá sjálvum dópinum, men frá svimjihylinum, sum
hereftir eins væl og til annað kann verða nýttur til at doypa í
Í sjálvari høllini eru stóru leikpallur
Meira
um
ítróttar
høllina
– Tað hevur altíð verið sagt,
tá onkur fekk eitt nýtt
plagg, at hann skal hava
heilsu at slíta tað upp.
Hetta sama vil eg siga við
ítróttarfólkið: Slítið hana
upp!
Soleiðis málbar Hanus
við Høgadalsá seg, tá hann
sum seinasti røðari fekk
orðið. Hann bar fram góð
ynski frá býráðnum og
fegnaðist um, at býurin
hevði fingið tílíka stásiliga
høll.
Til sjónleik
Ítróttarhøllin er væl nýtu
lig til sjónleik. Tað fingu vit
hetta kvøldið prógv fyri.
Eftir at røður og annað var
borið fram spældu leikarar
úr Havnar Sjónleikarfelag
brot úr tveimum skemti
leikum, sum fyrr hava
verið sýndir í Sjónleikar
húsinum.
Umframt at hetta setti
sín serliga dám yvir hátíð
arhaldið, fekst eisini vissa
fyri, at høllin er væl nýtulig
til at leika sjónleik í.
Cafeteria
og annað
Høllin er ógvuliga væl út
gjørd. Inni í sjálvari høllini
er leikpallur, sum verður
skotin innar á hjólum.
Pallurin er stórur og
ógvuliga prýðuligur. Eisini
er serstakt útvarpsrúm,
sum við rútum er isolerað
frá áskoðarunum, so lík
indi skuldu verið fyri góð
um ítróttarfrásøgnum.
Báðu megin spælihøllini
eru ymisk rúm, t. d. er at
nevna úrlatingarrúm, bað
stovur, køkur, cafeteria o.
a.