Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020 SOSIALURIN 46 18 og 800 fólk skuldu koma í 2020, og 24 fundir vóru avtalaðir. Tað svar­ar til 2.300 hotelnætur í Før­ oy­um. Men tíverri kom korona og oyðilegði hesar ætlanirnar. Vón­ andi kann okkurt av hesum tó ger­ ast til veruleika í heyst, sigur hon. Hon vísir eisini á, at 15 milliónir krónur koma frá norðurlendska ráðharraráðnum til Føroya til tvær verkætlanir innan grøna orku. Onnur ætlanin er ein orku­ skip­an í Leirvík, har havhiti verður nýtt­ur at hita upp hús. Hin er ein kapp­ing um at byggja tvíkilju til ali­vinnuna við grønum streymi. Kapp­ingin gongur út uppá at finna bestu grønu loysnina. Sá møguleikan Tað var ikki beinleiðis ein dreymur hjá Hallu Nolsøe Poulsen at gerast sendikvinna. – Eg dugdi at síggja, tá ið eg kom heim aftur eftir starvið í Norð­urlandaráðnum, at tað kundi verða møguleiki, at eg kundi ger­ ast sendi­kvinna í framtíðini, sig­ur hon. Men hon vísir á, at hetta ikki er eitt nýtt starv. – Eg eri tilnevnd sendikvinna, men eri framvegis í starvi hjá Uttanríkistænastuni. Eg flyti til Reykja­vík, men tá ið eg eri liðug í Ís­landi, flyta vit heimaftur, og eg eri framvegis í starvi hjá Uttan­ ríkis­tænastuni, sigur Halla Nolsøe Poul­sen. Øll familjan flytur Nú er tað Reykjavík og Ísland fyri framman hjá Hallu Nolsøe Poul­sen, manninum og teirra nú trim­um børnum, ið eru trý, sjey og níggju ára gomul. – Vit eru spent at fara. Men tað krevur eisini nógv at fara sum fam­ilja. Tey elstu børnini fara í skúla, meðan tað yngsta fer í barna­garð, sigur hon. Tey eru í gongd við at kanna um­støðurnar í Íslandi bæði við­ víkj­andi bústaði, skúla, barnagarði og øðrum. – Í Íslandi fara børnini eitt ár fyrr í skúla í mun til í Føroyum, og mið­lingurin hjá okkum byrjar tí ikki í 1. flokki, men í 2. flokki. Tað verð­ur kanska eitt sindur avbjóð­ andi. Børnini fáa eitt sindur av und­irvísing í íslendskum, áðrenn tey fara yvir. Vónandi kann tað hjálpa, so tey falla betur til, sigur hon. Enn er ikki greitt, um maðurin fær arbeiði í Íslandi, men í fyrsta umfari fer hann væntandi at vera knýtt­ur til føroysku fyritøkuna, har hann arbeiðir í dag sum tekn­ isk­ur ráðgevi. Ein uppliving fyri familjuna Familjan hevur hús í Hoyvík, men enn er ikki greitt, hvat tey gera við húsini. – Vit hava fingið nógvar fyri­ spurn­ingar um húsini, men vit hava ikki tikið støðu enn, hvat vit gera. Starvið í Reykjavík er av­markað til fýra ár, og vit skulu hava okkurt at koma aftur til. Eg veit ikki enn, hvat vit gera, sigur hon. Men tað er eisini spennandi fyri familjuna at fara avstað. – Eg havi fingið at vita frá fleiri, at tað er gevandi fyri familjuna at fara uttanlands saman, og at tað knýtir familjuna saman. Vit gleða okkum, sigur hon. Viðvíkjandi tí málsliga, heldur hon ikki, tað vera nakran stórvegis trupulleika. – Eg skilji rímiliga væl íslendskt, men at tosa er eitt sindur verri. Men eg vænti, at tað fer at koma nøku­lunda við tíðini, sigur hon. FØROYSKAR SENDISTOVUR Sendistovan til Evropa Samveldið Elin Mortensen, sendikvinna Sendistovan í Moskva Hákun J. Djurhuus, sendimaður Sendistovan í London Áki Johansen, sendimaður. (Kate Sanderson tekur við 1. februar 2021) Sendistovan í Keypmannahavn, Jóannes V. Hansen, sendimaður Sendistovan í Reykjavík Petur Petersen, sendimaður (Halla Nolsøe Poulsen tekur við 1. september 2020) Sendistovan í Beijing Sigmundur Ísfeld, sendimaður Eg dugdi at síggja, tá ið eg kom heim aftur eftir starvið í Norðurlandaráðnum, at tað kundi verða møguleiki, at eg kundi gerast sendikvinna í framtíðini Eg havi fingið at vita frá fleiri, at tað er gevandi fyri familjuna at fara uttanlands saman, og at tað knýtir familjuna saman. Vit gleða okkum Halla Nolsøe Poulsen arbeiðir í dag í uttanríkistænastuni í Tinganesi Mynd: Álvur Haraldsen Framhald frá síðu 17