hósdagur 11. juni 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020
SOSIALURIN 46
17
fara til Keypmannahavn at lesa
stjórnmálafrøði.
Á sendistovu í Washington
Meðan hon las, hevði hon millum
annað lestrarstarv í danska uttan
ríkisráðnum.
– Møguleiki var eisini at sleppa
á eina sendistovu at arbeiða í lestr
artíðini. Eg var so heppin at sleppa
til Washington og starvaðist á
donsku sendistovuni har í hálvt
ár. Hetta var í 2002, stutt eftir
11. september. Hetta var ein sera
spennandi tíð, og eg lærdi nógv.
Tá ið eg var liðug við lesturin,
fór eg aftur á sendistovuna í
Washington og starvaðist har í
eitt ár. Eg var á skrivstovuni og
tók mær av nógvum praktiskum
viðurskiftum, millum annað um
fólk høvdu mist passið burtur og
skuldu hava nýtt, sigur hon.
Frá Washington
til Tinganes
Í 2005, meðan hon var í USA, varð
fyri fyrstu ferð eitt starv leyst at
søkja í uttanríkistænastuni hjá
løgmansskrivstovuni í Føroyum.
Halla Nolsøe Poulsen søkti, og hon
fekk starvið.
– Mær dámdi sera væl í USA,
men tað vóru ikki nógv størv í
føroysku uttanríkistænastuni tá,
so eg helt, at eg mátti søkja. Hetta
var meðan Jóannes Ejdesgaard
var løgmaður, sigur hon.
Í starv hjá
Norðurlandaráðinum
Hon var í starvinum á løgmans
skrivstovuni til 2007, tá ið hon fór
í starv hjá Norðurlandaráðinum.
– Eg hevði stóran útlongsul, og
eg valdi at søkja, tá ið møguleikin
var har. Hetta var eitt starv sum
ráðgevi hjá faknevndum. Talan
var bæði um vinnunevndina og
mentan- og útbúgvingarnevndina
í Norðurlandaráðinum. Mín upp
gáva var millum annað at kanna
og fyrireika mál, og at útvega tilfar
til mál, sum politikarar viðgjørdu,
sigur stjórnmálafrøðingurin.
Hon hevði fastan bústað í
Keypmannahavn hesa tíðina, men
hon ferðaðist eisini nógv millum
Norðurlondini.
– Ráðið hevur 87 limir úr øll
um Norðurlondum, og limirnir
hittast fimm ferðir um árið. Fund
irnir skiftast at vera í teimum
ymisku londunum, men tó
mest í tí landinum, sum hevur
formansskapin, sum eisini er
upp á skift. Í hesum starvinum
havi eg vitjað øll Norðurlondini
fleiri ferðir.
Teir, ið eru vertir, royna altíð
at vísa tað besta fram, og tí havi
eg eisini vitjað á fleiri av teim
um áhugaverdastu ferðavinnu
støðunum í hvørjum landi. Av
teimum 87 limunum eru tveir
føroyskir politikarar, og av
tí sama vitjaðu nevndirnar
nakrar ferðir í Føroyum. Eg
havi tí verið við til at fyriskipa
túrarnar hjá politikarunum til
Føroya, sigur hon.
Skipanin er soleiðis, at ein
kann vera fimm ár í hesum
starvinum við møguleika at
leingja í trý ár. Halla Nolsøe
Poulsen var átta ár í starvinum,
umframt at hon eisini hevði eitt
hálvt ár afturat í eini serligari
verkætlan.
Norðurlond og Brexit
Í 2016 flutti Halla Nolsøe
Poulsen og maðurin, Poul
Gudmundsson, saman við
teirra tá tveimum børnum
aftur til Føroya.
– Vit ynsktu, at børnini eisini
skuldu vaksa upp í Føroyum. Eg
kom aftur í starv sum fulltrúi
í uttanríkistænastuni, og hetta
var nokk so tíðliga í samgongu
skeiðnum, tá ið Poul Michelsen
var uttanríkisráðharri, sigur
hon.
Hon gjørdist sum fráleið før
oyskt umboð í Norðurlendsku
Samstarvsnevndini undir Norð
urlendska Ráðharraráðnum,
og so kom hon eisini í Brexit-
bólkin.
– Fleiri halda, at eg arbeiddi
mest við Brexit, men tað er
ikki rætt. Norðurlendska
samstarvið var mítt høvuðsøki,
og tað fylti mest. Men tá ið Elin
Mortensen, sum var forkvinna í
Brexit-bólkinum, fór til Brússel
í 2018, gjørdist eg forkvinna,
og hetta arbeiðið kom at fylla
munandi meira, sigur hon.
Arbeiðið í bólkinum var mill
um annað at fylgja við í sam
ráðingunum millum Bretland
og ES og í tí sambandi at røkja
føroysk áhugamál eftir Brexit.
– Eg fylgdi væl við, hvat hendi
í Bretlandi, og eg hevði nógvar
framløgur fyri vinnufyritøkur og
áhugabólkar. Nakrir fundir vóru
eisini við politikarar, sigur hon.
Norðurlendskir
pengar til Føroya
Tað norðurlendska arbeiði hevur
eisini fylt nógv hjá stjórnmála
frøðinginum.
– Tað er eydnast Føroyum at
standa á odda fyri pørtum av
fiskivinnusamstarvinum, sjálvt
um vit ikki hava fullan limaskap.
Arbeitt hevur eisini verið við at
bjóða embætisnevndum úr Norð
urlondum til Føroya. Millum 700
Mær dámdi sera væl í USA, men
tað vóru ikki nógv størv í føroysku
uttanríkistænastuni tá, so eg helt, at eg
mátti søkja. Hetta var meðan Jóannes
Ejdesgaard var løgmaður
Halla Nolsøe Poulsen tekur
við sum føroysk sendikvinna í
Reykjavík 1. september 2020
Mynd: Álvur Haraldsen
Framhald á síðu 18