hósdagur 11. juni 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020
SOSIALURIN 46
16
– Vit eru spent at fara. Men tað krevur eisini nógv
at fara sum familja, sigur Halla Nolsøe Poulsen,
sum er tilnevnd nýggj sendikvinna í Reykjavík.
Hon er kend við altjóða viðurskifti, hevur verið í
starvi í uttanríkistænastuni, í Norðurlandaráðinum
og arbeitt á donsku sendistovuni í Washington
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
– T
ey átta árini, eg
arbeiddi í Norð
urlandaráðinum,
bóru við sær, at eg
ferðaðist sera nógv í Norðurlond
um. Eg havi ikki tal á, hvussu ofta
eg havi verið í Íslandi, kanska 40
ferðir. Ísland er tí ikki ókent fyri
mær, sigur nýggja føroyska sendi
kvinnan í Reykjavík.
Nógv at seta seg inn í
42 ára gamla Halla Nolsøe Poulsen
byrjar 1. september í starvinum.
Hetta er hennara fyrsta starv sum
sendikvinna.
– Tað eru helst nógv viðurskifti,
eg má seta meg inn í. Og so ræður
eisini um at fáa eitt gott netverk.
Men føroysk sendistova hevur
longu verið i Reykjavík síðani 2007,
og tí er nógv vitan á sendistovuni,
sigur hon.
Gjøgnum starvið í uttanríkis
tænastuni hevur hon eisini gott
innlit í viðurskiftini á sendistov
uni í Íslandi.
– Vit hava vikuligar fundir við
allar sendistovurnar. Fleiri av
uppgávunum hjá sendistovunum
koma eisini úr Føroyum. Sum
heild hava íslendingar viðurkent,
at føroyska sendistovan er partur
av diplomatiska kervinum, sigur
Halla Nolsøe Poulsen.
Góður lærari á
student kveikti
Suðuroyingurin í Hoyvík hevur
ikki so lætt at greina, hvaðani
hon er.
– Eg eri hálvur sumbingur og
hálvur vágbingur. Eg havi búð í
Froðba, Trongisvági og Tvøroyri.
Tað er eitt sindur ringt at siga, júst
hvaðani eg eri. Vanliga sigi eg bara,
at eg eri suðuroyingur, sigur Halla
Nolsøe Poulsen.
Sum 16 ára gomul flutti hon til
Havnar, har hon fór á student. Og
tað var júst har, hon fekk áhuga
fyri altjóða viðurskiftum.
– Vit høvdu Jákup Strøm í sam
felagsfrøði. Hann var sera góð
ur lærari, og eg varð fangað av
fakinum. Hetta var meðan krepp
an var í nítiárunum, og nógv var
frammi um samfelagsviðurskifti
og altjóða viðurskifti, sigur hon.
Fjakkaði í Asia og Avstralia
Tað at uppliva heimin, fyllir nógv í
lívinum hjá Hallu Nolsøe Poulsen.
– Tá ið eg var liðug við student,
fór eg út at fjakka. Eg fjakkaði í
sjey mánaðir í fleiri londum í Asia,
og Avstralia. Tað var ein stór upp
living, sigur hon.
Samfelagsviðurskifti høvdu
kveikt í hjá henni, og hon valdi at
SPENT
MEN EISINI
AVBJÓÐANDI
FYRI
FAMILJUNA
Nýggja sendikvinnan í Reykjavík: