hósdagur 11. juni 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020
SOSIALURIN 46
15
Royna at forða fyri at
ferðavinnan fer fyri bakka
3. hjálparpakkin í sambandi við
koronasjúkuna er lagdur fram og
fær 1.viðgerð í Løgtinginum í dag
ÁRNI GREGERSEN
F
erðavinnast er harðast
rakt av koronatiltøkun
um.
Útlendsk ferðafólk
hava ikki havt møguleika at koma
til Føroyar og tað hevur havt við
sær, at umsitningurin í ferða
vinnuni er farin niður í onki.
Tí hevur landsstýrismaðurin
við vinnumálum, Helgi Abra
hamsen, lagt eitt uppskot fram,
sum skal hjálpa ferðavinnuni í ár.
Í
viðmerkingunum
til
uppskotið verður sagt, at
landsstýrið hevur gjørt av at veita
stuðulin sambært hesum upp
skotinum, tí ásannað verður, at
støðan viðvíkjandi korona hevur
rakt fyritøkur, sum serliga vinna
sína úrtøku við at bjóða ferðafólki
teirra veitingar (tænastur ella
vørur), serstakliga hart.
Somuleiðis eru landsins mynd
ugleikar samdir við eitt nú Ferða
vinnufelagnum, at tað hevur
stóran týdning fyri Føroyar og
føroyskt vinnulív, at fyritøkur í
ferðavinnuni koma ígjøgnum hesa
tíðina við korona og eru klárar at
lofta ferðafólkastreyminum, ið
væntast at taka seg uppaftur, tá
ið tamarhald er fingið á smittuni
og mørkini millum heimsins tjóðir
aftur verða latin upp.
Treytirnar
Hesin hjálparpakkin er ætlað
ur fyritøkum, sum liva av ferða
vinnuni.
Í uppskotinum verða gist
ingarhús nevnd saman við mat
stovum, ferðaskrivstovum, túra
fyriskiparum og tey, sum flyta
ferðafólk – bæði til Føroya, men
eisini í Føroyum.
Tað stendur í lógini, at almenn
feløg ikki fáa hendan stuðulin
-teirra millum Atlantsflog.
Tað verður eisini gjørt greitt í
viðmerkingunum, at ongin hjálp
verður latin teimum, sum leiga
frítíðarhús út, annaðhvørt gjøgn
um Airbnb ella á vanligan hátt.
Grundgevingarnar fyri at so
verður, er at frítíðarhús í Føroyum
eisini sum oftast kunnu búkast
sum vanlig sethús. Tað ber eisini til
at leiga út til innlendis ferðavinnu
ella til vanligar bústaðir.
Visit Faroe Islands er farið
undir eitt átak at fáa fólk at
ferðast í egnum landi, og tað kann
eggja til, at fólk í størri mun fara
at leiga summarhús.
Stuðulsskipan er ætlað privatu
ferðavinnuni.
Vinnufeløg, grunnar og annað
hjá landi og kommunum, har
landið ella kommuna eiga meiri
lutan ella velja meirilutan av
nevndarlimunum, undir hesum
dótturfeløg hjá nevndu feløgum
og grunnum, eru tí eftir uppskot
inum heldur ikki fevnd av upp
skotinum.
Tað vil siga, at hetta vendir sær
bert til fyritøkur í ferðavinnuni,
sum ikki eru almenn ogn.
Eittsum er í hesum hjálpar
pakkanum og ikki í Hjálparpakka
2, er at her verða avskrivingar tikn
ar við, til dømis av bygningum.
Avskrivingarnar við
Fleiri av stóru og miðalstóru fyri
tøkunum í ferðavinnuni hava
gjørt munandi íløgur í bygn
ingar og rakstrargøgn, so sum
gistingarhús, bussar, bátar og
annnað.
Hóast avskrivingar av hesum
íløgum ikki tyngja gjaldførið hjá
einstøku fyritøkuni, so endur
spegla avskrivingar virðistapið av,
at livitíðin hjá aktivunum styttist.
Tískil verða avskrivingar
tiknar við sum partur av føstu
útreiðslunum í hesum uppskot
inum.
Í hjáparpakkanum er eisini
stuðul til kjarnustarvsfólk, tí mett
verður, at hóast ferðafólk ikki í
stóran mun koma til Føroyar í
ár, so er neyðgt bæði at taka
ímóti bókingum til næsta ár og at
avbóka fyri í ár.
Mett verður, at hesin hjálpar
pakkin fer at kosta landskassanum
millum 30 og 40 milljónir krónur.
Eins og við Hjálparpakka 2, so er
ætlanin at TAKS skal umsita lóg
ina og tær kunngerðir, sum fylgja
við.
Stuðulsskeiðið er frá 12.mars til
30.juni í ár og fyri at koma undir
stuðulsskipanina skal talan vera
um eina munandi afturgongd
í umsetninginum. Tað vil siga í
minsta lagi 40 prosent í tíðar
skeiðnum, talan er um.
Gistingarhúsini eru beinleiðis
nevnd í hjálpapakkanum.
Norrøna er helst millum teirra, sum kunnu
fáa hjálp úr Hjálparpakka 3.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við vinnumálum,
hevur lagt uppskotið um Hjálparpakka 3 fram.