hósdagur 11. juni 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020
SOSIALURIN 46
14
Landsverk byggir upp
til framtíðar uppgávur
12 fólk eru longu spard burtur
og landsstýrismaðurin hevur
ingið eina frágreiðing um
framtíðina hjá stovninum
ÁRNI GREGERSEN
-E
g kann siga tað so
leiðis, at vit hava
eina leiðslu nú, sum
hevur fult fokus á,
hvat okkara kjarnuuppgáva er og
tað arbeiða vit við hvønn dag.
Sigurd Lamhauge er stjóri í
Landsverki. Fyrr í vikuni handaði
hann landsstýrismanninum við
samferðslumálum eina frágreið
ing um framtíðina hjá stovninum.
Samstundis boðaði hann frá,
at átta fólk eru søgd úr starvi og
fýra onnur eru farin. Starvsfólkini
hava øll virkað í umsitingini.
- Hendan sparingin ger, at vit
fáa 10 milljónir meira til asfalt og
annað, sigur stjórin.
Hann er tó vart við, at ein part
ur er eisini umleggingar og spar
ingar, so tað ikki bert eru lønar
krónurnar sum telja.
- Hetta er hent, men í veruleik
anum fer hetta ikki at virka fyrr
enn í 2021, tí fólk hava uppsagn
artíð, men so skal tað eisini síggj
ast úti á vegnum, sigur Sigurd
Lamhauge.
Landsstýrismaðurin við sam
ferðslumálum, Jørgen Niclasen er
í fyrstu atløgu vælnøgdur við tað
hann hevur fingið frá Landsverk.
- Vit eru fegin um at fáa hesa
frágreiðing. Nú fara vit at nærlesa
frágreiðingina, og so fara vit at
tosa við Landsverk um tey átøk
mælt verður til. Eg haldi, at tað
er skilagott av Landsverki at
raðfesta viðlíkahaldið av lands
vegunum og bygningum hjá
landinum hægri. Hetta er í tráð við
mína grundhugsan, at almennir
stovnar skulu rekast so effektivt
sum til ber, sigur Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Høvuðsuppgávurnar
Landsverk hevur í flestu førum
verið byggiharri, tá ið almennar
byggiverkætlanir eru framdar,
men uppgávurnar hava ikki
altíð verið loystar, sum politiski
myndugleikin ynskir tað.
Men hóast tað, so skal tað
í framtíðini eisini vera ein av
høvuðsuppgávunum – nevniliga
at hava stórar verkætlanir hjá
landinum um hendi.
- Vit hava fingið av at vita í sam
band við Glasir og H-bygningin á
Landssjúkrahúsinum og tað hev
ur heldur ikki verið nóg gott, sigur
Sigurd Lamhauge, stjóri.
- Tí mæla vit til, at allar al
mennar byggiverkætlanir verða
fyrireikaðar væl, so tá ið byggjast
skal, so kunnu vit halda okkum til
ætlanina. Skal okkurt broytast,
so mugu tey sum byggja spara
onkra aðrastaðni ella tosa við
fíggjarmálaráðið um at fáa meira
pening, sigur stjórin.
Í frágrediðingini sigur Lands
verk, at høvuðsuppgávurnar eiga
at vera:
•
At halda landsins
samferðslukervi herundir
eisini vetrarhald,
•
At virka sum byggiharri,
•
At hava stórar
verkætlanir hjá landinum
um hendi,
•
At røkja og viðlíkahalda
landsins ognir,
•
At framleiða tilfar til
vegagerð
Landsverk sigur, at eitt grund
prinsipp má verða, at ábyrgd og
heimildir fylgjast at. Eisini má
tryggjast, at fyrireikingararbeiðið
er liðugt, áðrenn nakað verður sett
í gongd.
Hetta hevur ikki verið gjørt til
fulnar í teimum stóru verkætlan
um, ið Landsverk hevur havt um
hendi. Her fremur man ábøtur í
mannagongdum og samstarvs
modellum.
Landsverk skal handla sum
ein skikkaður byggiharri í allari
tilgongdini.
Eisini til spurningin um al
mennar bygningar og viðlíkahald
av teimum, hevur stovnurin eitt
boð. Mælt verður til, at tey sum
brúka almenna bygningar, skulu
gjalda eitt leigurgjald, sum so skal
brúkast til viðlíkahald.
- Sum nevnt haldi eg tað vera
avgerandi, at almennir bygningar
verða hildnir viðlíka. Um hetta
skal gerast sum skotið verður upp,
veit eg ikki, men nú skal hendan
frágreiðingin gjøgnum politisku
skipanina, sigur Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður.
Innanhýsis átøk
á Landsverki:
1. Landsverk fer at spara 10 milliónir í rakstrinum um
árið. Hetta merkir, umframt bygnaðarbroytingar og
tillagingar, 12 størv færri á skrivstovuni í Havn.
2. Umsitingin av infrakervi verður klænkað og spardir
pengar verða settir av til sjónligt viðlíkahald
sum t.d. at asfaltera meira, tøma veitir framvið
vegnum, reinsa vegjaðaran og at skifta autoverju.
3. Ætlanin er at brúka næstu fýra árini at optimera
framleiðsluna og at betra um lønsemið í
framleiðsluni, so at støða kann takast til eina sølu
um fýra ár, tá ongar sáttmálabindingar eru.
4. Landsverk hevur framt og er í ferð við at fremja
átøk, sum betra um førleikan innanhýsis. M.a.
við at stovnseta eina interna útbúgvingarskipan,
sum gevur starvsfólkunum betri førleikar til
tær uppgávur, ið tey verða sett til framyvir.
5. Landsverk hevur framt broytingar, sum tryggja eina
fullfíggjaða fyrireiking, eina leypandi váðameting,
og eina neyva fíggjarstýring av verkætlanum.
6. Eisini verður borið so í bandi, at ein ríkisgóðkendur
grannskoðari verður biðin um at gera ein leist
fyri eina innanhýsis grannskoðan í Landsverki.
7. Krøvini til ráðgeving verða gjørd enn meiri
týðilig. Miðað verður eftir at hava skikkaði
innanhýsis starvsfólk, sum skulu hava
verkætlanarleiðsluna av stórum verkætlanum.
8. Landsverk vil fyri eina og hvørja verkætlan tryggja,
áðrenn nakað verður byrjað, at hon kann setast
ígongd fyri tann fíggjarkarm, sum er ásettur.
Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverk
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við samferðslumálum