hósdagur 11. juni 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020
SOSIALURIN 46
13
koma við aftur, men sum ikki
síggja seg før fyri at gera túrin í ár.
Hesi hava antin sagt bíleggingina
frá sær - ella hava flutt túrin til
næsta summar, sigur hon.
Øll eru vælkomin
Síðan tað gjørdist greitt, at treytir
nar fyri ferðing millum Føroyar og
nærmastu grannalond okkara nú
verða broyttar, hevur Smyril Line
eisini merkt ein ávísan áhuga mill
um føroyingar at ferðast aftur.
- Líkt er til, at gongd so spaku
liga aftur er við at koma á søluna
í Føroyum, og hetta vísir, at tað
eru fleiri føroyingar, sum ikki
hava mist vónina um eina uttan
landsferð í summar. Men, vit
mugu kortini ásanna, at sølan er
slett ikki tað, hon plagar at vera
hesa tíðina av árinum. Tað eru iva
leyst fleiri, sum enn aftra seg við
at taka túrin í summar, men tað
eru so eisini tey, sum nú eru minni
bangin, enn tey vóru fyri lutfals
liga stuttari tíð síðan.
Henny á Líknagøtu vísir á, at
tey á Smyril Line um nakrar dag
ar helst fara at vita betur at siga,
hvussu undirtøkan verður millum
føroyingar fyri túrum til ávikavist
Danmarkar og Íslands í summar.
- Vit eru her, og frá 27. juni byrj
ar summarferðaætlanin, tá vit
fara at sigla tvær ferðir um vikuna
til Hirtshals og ein túr um vikuna
til Íslands. Fólk eru hjartaliga væl
komin at seta seg í samband við
okkum.
Marknaðarstjórin leggur aftr
at, at í løtuni verður siglt til Dan
markar hvønn hósdag, og í juli og
august verður siglt úr Føroyum til
Danmarkar hvønn fríggjamorgun
og hvørt sunnukvøld.
Nakað bíligari
Í løtuni eru prísirnir fyri ferðir
við Norrønu nokso fitt bíligari,
enn teir annars plaga at vera hesa
tíðina av árinum.
Henny á Líknagøtu ásannar,
at prísirnir í løtuni líkjast teimum
prísum, sum Smyril Line plagar at
selja ferðirnar fyri um heystarnar.
Tískil kann sigast, at prísirnir beint
í løtuni eru eitt sindur forskotnir,
sum øll summarvertíðin eisini er.
- Tað er framvegis galdandi, at jú
fyrr tú bíleggur ferðina, tess betri
prís fært tú. Hetta er sjálvandi eis
ini ein spurningur um útboð og
eftirspurning, og vit kunnu rokna
við, at veksur eftirspurningurin,
hækka prísirnir eisini eitt vet.
Spurd, um hon roknar við, at
nakar túrur hjá Norrønu í summar
verður fult bookaður, sigur hon, at
tað í løtuni er ivasamt.
- Men, eg vænti, at onkir túrar
verða í summar við hampiliga
stórum ferðafólkatali. Hinvegin
kann summarveðrið í Føroyum
og Danmark hava eina ávísa
ávirkan. Vit vóna sjálvandi øll at
fáa eitt gott summar í Føroyum,
men skuldi tað hent, at summ
arið í Føroyum ikki roynist so væl,
meðan tað í staðin roynist í Dan
mark, er skjótt, at vit kunnu fáa
ein ávísan streym av føroyingum,
sum vilja til Danmarkar at ferðast,
sigur Henni á Líknagøtu, markn
aðarstjóri á Smyril Line.
ðast við Norrønu...”
- Vit eru her, og øll eru hjartaliga vælkomin at seta seg í samband við okkum. Tá summarsiglingin byrjar hin 27. juni, fara vit
at sigla tvær ferðir um vikuna til Hirtshals og ein túr um vikuna til Íslands, sigur marknaðarstjórin
Tað eru mong, sum elska at ferðast við Norrønu, og fyri mong “byrjar ferðin umborð...”