hósdagur 11. juni 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020
SOSIALURIN 46
12
- Verður summarið so nøkulunda
við ferðafólki til og við august,
kann roknast við, at Smyril Line
fer at fáa eini 40 prosent av tí
ferðafólkatali, sum tað annars
hevði verið uttan korona. Vit
hava fólk í serskipanini hjá
ALS, og nú gleða vit okkum til,
at so mong sum gjørligt - og
vónandi tey flestu - kunnu sleppa
aftur til arbeiðis sum skjótast,
sigur Henny á Líknagøtu,
marknaðarstjóri hjá Smyril Line
VILMUND JACOBSEN
M
ikudagin boðaði
landsstýrið
frá,
hvørjar
nýgg ju
leiðreglurnar verða,
sum skulu galda fyri ferðandi til
Føroya frá mánadegnum, 15. juni
at rokna. Henda dagin verður latið
upp fyri ferðafólki úr Danmark,
Grønlandi, Íslandi, Noregi og
Týsklandi.
Ferðing úr restini av heiminum
verður avmarkað til føroyingar,
sum koma heim og til fólk, sum
hava arbeiðsørindi í Føroyum.
Fyribils verður mælt føroying
um til ikki at ferðast í onnur lond
enn tey fimm áðurnevndu.
Ferðafólk, sum koma úr Dan
mark, Grønlandi, Íslandi, Noregi
og Týsklandi skulu vísa váttan um
negativa covid-19 kanning, sum
ikki er eldri enn fimm dagar. Men,
kravt verður ikki, at fólk, búsett í
Føroyum, skulu vísa váttan, tá tey
koma heimaftur.
Kravið um sóttarhald verður
eisini avtikið fyri ferðandi úr Dan
mark, Grønlandi, Íslandi, Noregi
og Týsklandi, men koma fólk úr
øðrum londum enn áðurnevndu,
mælir landsstýrið staðiliga til, at
fólk fara í sóttarhald í 14 dagar.
Ein ávísur áhugi
Henny á Líknagøtu, marknað
arstjóri á Smyril Line, sigur, at
nýggju reglurnar lata upp fyri
flutningi av ferðafólki við Norr
ønu millum Føroyar og Dan
mark og millum Føroyar og Ís
land - við teimum treytum, sum
myndugleikarnir nú hava kunn
gjørt.
Hon fegnast ikki minst um, at
Smyril Line hevur nógv fólk undir
sínum hatti, sum nú kunnu sleppa
aftur til arbeiðis, tí samanlagt, tá
hotelvirksemið eisini er íroknað,
hevur felagið havt nógv fólk
í serskipanini hjá ALS, síðan
Føroyar fóru niður í ferð.
- Nú vóna vit, at so mong sum
gjørligt - og vónandi tey flestu -
kunnu sleppa til arbeiðis aftur
hjá okkum sum skjótast. Tað er
fantastiskt at vita sær, at ger
andisdagurin nú so smátt er við at
koma í rættlag aftur, tó at tað enn
ikki er júst, sum áður, og eg ivist
onga løtu í, at nógvir føroyingar
eisini kenna tað á sama hátt.
Marknaðarstjórin vísir á, at enn
er alt so nýtt, og tað var ikki fyrr
enn miðskeiðis í hesi vikuni, at
landsstýrið sendi út sína fráboðan
um, hvussu nýggju reglurnar
verða ta næstu tíðina.
- Jú, eg haldi, at vit merkja ein
ávísan áhuga fyri sjóvegis ferð
um til Føroya, og henda áhuga
merkja vit serliga í Danmark, har
danir vilja koma higar at ferðast í
summar. Vit merkja eisini, at fleiri
danir, sum hava bílagt sær ferð
til Føroya við Norrønu í summar,
halda fast um sínar bíleggingar, og
haraftrat leggjast fleiri aftrat, nú
Føroyar verða latnar uppaftur fyri
okkara grannalondum.
Tað merkist eisini, sigur hon,
at íslendingar í ávísan mun aftur
vísa Føroyum áhuga, og tí er eisini
væntandi, at nakrir íslendingar
fara at koma heim til Føroya at
vitja í summar.
Henny á Líknagøtu vísir á, at
áhugin millum týskarar at vitja í
Føroyum og Íslandi ikki rættiliga
er hin sami, sum hann hevur verið,
men her verður roynt at halda
fast um tær bíleggingar, sum eru
- í tann mun, tað ber til.
- Flestu týskarar, sum koma við
Norrønu til Føroya, hava Ísland
sum sítt høvuðsferðamál, men
tað eru eisini nógvir týskarar, sum
velja at steðga í Føroyum í tríggjar
dagar - antin á veg yvir til Íslands
ella á veg heim aftur úr Íslandi.
Í juni hevur Norrøna siglt til
Danmarkar hvønn hósdag, men
frá 27. juni, tá summarferðaætl
anin kemur í gildi, fer skipið úr
Føroyum til Danmarkar hvønn
fríggjamorgun og hvørt sunnu
kvøld.
- Týsdagar siglir Norrøna úr
Hirtshals, og tá hon síðan kemur
til Føroya aftur mikudag, fer hon
víðari til Seyðisfjarðar í Íslandi,
sigur marknaðarstjórin.
Plástur á sárið
Henny á Líknagøtu ásannar, at
tað letur seg ikki gera at vinna alt
tað inn aftur, sum er mist við sigl
ingini higartil í ár, men hon sigur,
at tað fer at gera góðan mun, sum
hon tekur til, at siglingin nú veru
liga verður tikin upp aftur - og ikki
minst er tað gleðiligt at kunna
bjóða so mongum sum gjørligt
vælkomnum aftur til arbeiðis hjá
felagnum.
- Tað, sum er farið, er farið, og
tað vinnist ikki innaftur. Flutning
urin av ferðafólki hevur verið lítil
og eingin í tríggjar mánaðir - heilt
frá 12. mars, tá løgmaður boðaði
frá, at nú fóru Føroyar niður í ferð
og til 15. juni, tá nýggju reglurnar
koma í gildi.
Marknaðarstjórin metir, at um
summarið verður so nøkulunda
við ferðafólki til og við august,
kann roknast við, at Smyril Line
kanska fer at fáa tilsamans 40 pro
sent av tí ferðafólkatali, sum tað
annars hevði verið uttan korona.
- Hóast latið nú verður varisliga
uppaftur undir ávísum treytum,
fáa vit framvegis ikki ferðafólk
úr eitt nú Fraklandi, Hálandi og
Belgiu. Síðan eru tað tey, sum hava
bílagt í londunum, sum nú kunnu
“Nú fara vit at ferð
- Tað er fantastiskt at vita sær, at gerandisdagurin nú so smátt
er við at koma í rættlag aftur, tó at alt enn ikki er, sum tað var,
sigur Henny á Líknagøtu, marknaðarstjóri hjá Smyril Line