hósdagur 11. juni 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020
SOSIALURIN 46
11
Saman um handverk
og um fótbóltin
Tað rann saman
millum Sámal Erik
Hentze og Sorin
Anghel, tá ið teir
møttust á Eiði
ÁRNI GREGERSEN
Rumenski unglingin, sum kom til Føroy
ar 21-ára gamal í 2001, hevur funnið sær
ein vin fyri lívið í venjaranum og vinnu
lívsmanninum Sámal Erik Hentze – vanliga
nevndur Baggi.
- Hann hevur hjállpt mær við øllum
og tað er hann, sum hevur gjørt, at eg eri
í læru og verði liðugur um eitt ár, sigur Sorin
Anghel.
Sámal Erik Hentze kom til EB/Streym
og rættuliga skjótt fór rumenski fótbólts
leikarin at arbeiða í Húsavarðutænastuni,
sum Baggi rekur.
- Tað vísti seg skjótt, at han hevur eit lætt
sinni og vit finna væl út av tí saman, sigur
Sámal Erik Hentze.
- Tað er rætt at hann dugdi onki, tá ið
hann kom til okkum, men nú er hann ein
skjótt útbúgvin húsasmiður.
Baggi og hinir starvsfelagarnir hava
ofta drillað Sorin Anghel, men altíð í einum
góðum tóna.
- Mær hevur dámt tað og eg trívist ógvu
liga væl í fyritøkuni. Baggi kann senda meg
at gera, hvat hann vil. Nú loysi eg bara upp
gávuna, sigur Sorin Anghel.
Sjálvur trívist hann væl, men kundi
hugsa sær at arbeitt við fótbóltsvenjari –
kanska við einum ungdómsliði.
- Men vit hava tað gott og trívast, sigur
ein glaður Sorin Anghel.
Eiðiskonur
bóru honum
døgverða
Tað stóð illa til,
tá ið unnustan
mátti tríggjar
mánaðir til
Rumenia
ÁRNI GREGERSEN
Sorin Anghel hevði ikki verið í Føroy
um í einar tríggjar-fýra mánaðir, tá ið
unnustan boðaði honum frá, at hon
fór til Rumenia í tríggjar mánaðir.
- Eg segði, at hetta bar ikki til. Hvør
skuldi gera mær mat, tí eg dugdi ikki
sjálvur, sigur hann við einum smíli í
dag.
At hann ikki dugdi at gera mat, var
onki óvanligt í hansara mentan. Mat
gerð taka kvinnur sær av.
Tað gav at bíta, tá ið hann og unn
ustan vóru boðin til døgverða á Eiði.
Konan sat og tosaði við tey í stov
uni og maðurin gekk í køkinum í
fyriklæði.
-Eg spurdi, hvat maðurin gjørdi og
tá ið Alina segði, at hann gjørdi mat,
trúði eg tí ikki, sigur hann.
Men fótbóltsleikarin skuldi sjálv
andi hava mat, sjálvt um unnustan
var í Rumenia.
Men tað var eisini loyst.
Hvørt kvøld, tá ið Sorin Anghel
kom aftur frá venjing, stóð matur í
ovninum. Eiðiskonur skiftust um at
gera honum mat og seta hann í ovnin,
so sjálvt um unnustan var burtur
fekk hann nokk at eta.
- Eg eri ógvuliga takksamur fyri
tíðina á Eiði, tá ið eg var nýggjur í Før
oyum. Tað fari eg ongantíð at gloyma.
Sorin og Alina giftust fyri góðum
10 árum síðani í Rumenia. Tey eiga
sonin Dennis.
bert at spæla
kom til Føroya
yvir matin, tí eg var gorhungraður, sigur
Sorin Anghel.
Fótbóltur og arbeiði
Hann vandi nakrar ferðir teir fyrstu dagar
nar, men legðist sjúkur í 14 dagar.
- Tá vildi eg bara sleppa aftur til Rumenia,
men tað slapp eg ikki. Spakuliga byrjaði eg
at koma fyri meg og spældi bólt, men ein
dagin kemur formaðurin til mín og sigur,
at í Føroyum arbeiða øll, so eg mátti eisini
til arbeiðis.
- Tað kom óvart á meg, men tað endaði
við, at eg fór á flakavirki at arbeiða í frysti
rúminum millum annað, so eg fekk at
kenna, at lívið ikki bert er sól og summar,
men eisini kavi, regn og kuldi, sigur hann
og smílist.
Hann arbeiddi eisini á rækjuvirkinum á
Oyri, men tá ið Sámal Erik Hentze gjørdist
venjari hjá EB/Streymi, fór hann at arbeiða
hjá honum í Húsavarðartænastuni.
Ikki tí hann var handverkari ella vanur
at arbeiða við slíkum. Tey fyrstu árini gjørdi
hann nógv við at bjálva, men so við og við
mentist hann og lærdi meira og meira av
tí handaliga.
- Eg dugdi onki, so alt sum eg dugi havi eg
lært her, sigur hann og hyggur móti Sámal
Erik Hentze.
Sorin Anghel er í løtuni í læru sum húsa
smiður og verður liðugur um eitt ár.
- Eg má siga, at Baggi hevur verið sum
ein pápi fyri meg. Hann hevur hjálpt mær
við øllum og fingið meg í læru. Tá ið vit
keyptu hús í Havn hjálpti hann mær við
øllum pappírarbeiðnum, tí hann er tann
einasti, sum eg stóli 100 prosent uppá,
sigur rumenin, sum altso hevur búð 19 ár
í Føroyum.
Fótbólturin hevur sjálvandi fylt nógv. Í
12 ár var hann í EB/Streymi, nøkur ár í AB
og tvey ár í Víkingi. Hann hevur vunnið FM
fýra ferðir og steypakappingina fýra ferðir.
Í hesum kappingarárinum var hann
venjari á Argjum, men tað samstarvið end
aði, so nú hevur hann onki við fótbólt at
gera.
- Tað sakni eg sjálvandi, men hetta er so
ein øðrvísi tíð, leggur hann afturat, tí í 19
ár hevur hann verið partur av føroyskum
fótbólti.
Hann og familjan eru fallin til í Føroyum,
men hvørt ár vitja tey aftur í Rumenia.
- Men tað er hvørt sítt land og hvør sín
mentan. Mær dámar ómetaliga væl í Føroy
um. Takk fyri alt, sum tit hava givið mær,
leggur hann afturat.