Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020 SOSIALURIN 46 10 Í 19 ár hevur Sorin Anghel úr Rumenia verið partur av føroyskum fótbólti, men hann kom til eitt ókent land, tá ið hann flutti higar aftaná unnustuni ÁRNI GREGERSEN T að er ómetaliga langt frá einari bygd, 180 kilometrar sunnanfyri rumenska høvuðsstaðin Buka­ rest, til fótbóltsvøllin niðri á Møl á Eiði. Men hendan túrin tók tann tá 21-ára gamli Sorin Anghel í 2001 uttan at duga hvørki enskt ella nakað annað fremmant mál. Hann gjørdi eisini túrin, sum flutti hann úr einari aldargamlari mentan í Suð­ urevropa til Eiðis uttan nakra millum­rokn­ ing, so tá ið hann stóð á vøllinum niðri á Møl kundi hann eins væl staðið á einari fremmandari gongustjørnu. - Eg visti ikki hvagar eg var komin. Her var ísakalt í februar-mars 2001, tá ið eg fyrstu ferð møtti upp við fótbóltsgaggum við skrúvuknobbum á graslíkisvøllinum á Eiði. Tað vóru nógvar upplivingar í sambandi við tey 12 árini hann spældi við EB/Streymi, men tað venda vit aftur til. Tí kom hann Tað kann tykjast rættuliga løgið, at ein ung­ur maður úr Rumenia endar sum fót­ bóltsleikari á Eiði og síðani, sum hond­ verkari í Føroyum og hevur verið her í 10 ár. Men sum so mangan, so var tað ein kvinna, sum hevði spunnið unglingan inn í sítt net. Kona Sorin Anghel nú, Alina Olaru, var komin til Føroyar árið fyri og spældi hond­ bólt á Strondum. Tey bæðu fjasaðust tá ið hon fór til Føroyar og tað vísti seg skjótt, at longsulin gjørdist ógvusligur. - Eg vildi bara sleppa at vera saman við henni. Tí vildi eg sleppa til Føroyar og slapp eg so eisini at spæla fótbólt, so kundi tað ikki verða betri, sigur tann nú 40 ára gamli leikarin í dag. Hann sigur, at hann dugdi onki fremm­ anda mál, tá ið hann fór undir at fyrireika ferðina til Føroyar. Fyri at siga tað heilt stutt, so var hann ein forkelaður drongur, sum hevði brúkt alla sína tíð at spæla fót­ bólt, meðani mamma hansara annars gjørdi alt fyri hann. Tað er sjálvandi torført at ferðast, tá ið ein hvørki dugir nakað fremmant mál ela er vanur at ferðast. Tað var støðan, tá ið fyrireikingarnar vóru komnar so langt, at fráferðin úr Rum­ enia nærkaðist. - Mamma gav mær ein lista yvir tað, sum hon hevði pakkað í viðførið hjá mær og hon formanaði mær at ansa væl eftir, tí fólk høvdu hug at stjala – bæði viðførið, tele­fonina og alt annað. - Samstundis lærdi Alina meg nøkur orð á enskum. Hon greiddi mær eisini frá, at eg skuldi flúgva úr Bukarest til Kastrup og síðani til Føroyar, men hon legði mær eisini eina við, at eg mátti ikki fara úr floghavnini, tá ið eg kom til Keypmannahavnar, tí so slapp eg ikki innaftur. Eg skuldi bara vera í transithøllini, sigur Sorin Anghel. Tung ferð Ferðin úr Rumeni til Eiðis var ikki nøkur løtt ferð. Fyri tað fyrsta endaði tað við, at Sor­in Anghel gekk skeivt og fór út úr transit­høll­ ini í Keypmannahavn. Viðførið kom eisini út, so tað endaði við, at løgreglan hjálpti honum ígjøgnum, sjálvt um hann ikki dugdi eitt einasta orð á enskum. Hann vildi heldur ikki sleppa við­ førinum og vildi hava tað við inn í Føroya- flogfarið, men tað eydnaðist og hann kom til Føroyar. Tá ið hann lendi í Vágum var hann í t-troyggju og stuttum buksum, men utt­an­ fyri var vetur. Tíbetur var formaðurin í EB/ Streymi, Magnus á Stongum og tók ímóti saman við Olinu Olaru. - Eg helt eg var komin í eina heilt aðra verð, men eg var ógvuliga illa fyri. Eg hevði onki etið á vegnum úr Rumenia, men tá ið vit komu til Eiðis stóð eitt vældekkað borð fyri okkum og fult hús av fólki, fortelur hann. Hann sigur, at hann royndi at siga, at hann var illa fyri og troyttur og ikki svangur. Hann vildi bara sleppa at sova. - Men tá ið øll vóru farin, kastaði eg meg Visti lítið og dugdi b fótbólt tá ið hann k