Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020 SOSIALURIN 46 9 vit hava eisini gjørt metingar út frá smittutrýstinum í teimum lond­unum. Tá vit hyggja eftir tí, eru vit komin til ta niðurstøðu, at tað gevur meining at sleppa tilmælinum um sóttarhald. Vit skulu gera eina heilsufakliga meting, men vit sleppa ikki undan at sleppa undan einum størri samanhangi, sigur Michael Boolsen. – Tí hava vit sagt, at við júst teimum trimum londunum, um­framt ríkisfelagskapinum, meta vit tað kann gerast undir ábyrgd, sigur Michael Boolsen um tilmælið um sóttarhald, sum nú er slept, ert tú ferðandi frá Danmark, Grønlandi, Íslandi, Norra ella Týsklandi. Hann leggur kortini aftrat, at metingarnar eru gjørdar út frá støðuni, sum hon er júst nú, tí tað er ikki óhugsandi, at smittu­ trýstið brádliga kann broytast í londunum kring okkara, og at hetta kann hava við sær, at leið­ regl­urnar broytast aftur. Best at kanna øll eftir komu Pál Weihe, leiðari á deildini fyri ar­beiðs- og almannaheilsu, hevur alment verið úti og gjørt greitt, at eftir hansara tykki hevði verið rættast at kanna fólk fyri kor­onasmittu fyrsta dagin, tey komu inn í landið, og síðan aftur sætta dagin. Hetta hevði havt við sær, at tey, sum komu til Føroya, kundu ferðast rættiliga frítt í samfelagnum, tí at sannlíkindini fyri, at tey høvdu smittuna, høvdu verið heilt lítil. Eisini metir Pál Weihe, at rættast hevði verið at kannað øll, sum koma til Føroya - eisini tey, ið eru búsitandi í Føroyum, og sum hava verið í Danmark í ørindum. – Tað er mítt fakliga sjónarmið. Og tað byggir á ein tanka um, at vit skulu halda Føroyar koronafríar. Tá vit fáa nógv fólk, og ein partur av teimum ikki verður testaður, so økjast sannlíkindini fyri, at vit fáa smittuna aftur í samfelagið. Tað merkir ikki, at tað verður nakað ringt útbrot, men at tað er sannlíkt, at vit fáa tilburðir aftur, sigur Pál Weihe. Um spurningin hví kanningar ikki verða framdar av ferðandi, aftaná tey eru komin til Føroya, sigur Michael Boolsen, at talan er um ein tilfeingisspurning, um­ framt at týdningurin av kann­ing­ um má vektast. – Tað er út frá samlaðu met­ ing­ini av týdninginum av at gera eina kanning. Ein kanning er í sjálvum sær eitt útrykk fyri eina løtumynd. Vit kunnu velja ein leist, har tað leypandi verður kannað í einum tíðarskeiði á 14 dag­ar. Men tá mugu vit eisini gera eina meting av tilfeingisnýtslu í mun til tað væntaða úrslitið av at gera ein so stóran innsats, sigur Michael Boolsen. Ovmikið av kapasiteti til kanningar Tað er undir øllum umstøðum ikki mangul upp á kapasitet at fremja koronakanningar av øllum, ið koma til landið, staðfestir Pál Weihe. Nýtir tú bæði privata og al­ menna kapasitetin til korona­ kann­ingar, ber til at fremja 1500 kann­ingar um dagin, staðfestir hann. – Thetis og Amplexa hava sagt og givið mær garanti fyri, at tey hava tann kapasitetin, sum skal til. Og leggur tú tað saman við Heilsu­frøðiligu starvsstovu, so er kapa­siteturin stórur, sigur Pál Weihe. Thetis og Amplexa eru báð­ar privatar heilsufrøðiligar kann­ ing­arstovur. Amplexa hevur heim­stað í Danmark, men er í hes­um døgum í ferð við at seta upp kanningarstovu í hølunum hjá Inova, har Thetis heldur til framm­anundan. – Seta vit fulla orku á kapas­ itetin á Heilsufrøðiligu starvs­ stovu umframt tað í Inova, rokni eg við, at vit høvdu kunnu gjørt 1500 kanningar um dagin. Hóast 1500 kanningar um dagin er nógv, so er virði í teimum, tí kanningarnar skulu halda Føroyar koronufríar. – Vit høvdu eina strategi, sum segði null smitta, og vit hava latið samfelagið nógv upp. Vit sita til fótbóltsdyst, 100 fólk kunnu koma saman, har tey júst eru farin frá 10 til 50 í Danmark. Tí eru vit viðkvom fyri smittuberum, sum koma uttanifrá, sigur Pál Weihe. • Ferðafólk, ið koma til Føroya, skulu vísa váttan um negativa covid-19 kanning, sum ikki er eldri enn fimm dagar • Kortini er ikki neyðugt hjá fólki búsitandi í Føroyum at vísa váttan, tá tey koma aftur til Føroya • Ferðafólk, sum koma úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Norra og Týsklandi sleppa frá at fara í tilmælda sóttarhaldið í 14 dagar. Ferðandi úr øllum øðrum londum verður framvegis tilmælt at fara í sóttarhald í 14 dagar • Landsstýrið mælir føroyingum til ikki at ferðast í onnur lond enn tey fimm londini, ið latið verður upp fyri 15. juni • Arbeitt verður í løtuni við at skipa ein kanningardepil aftrat • Heilsuverkið og ávís eldraøki í landinum hava sum er skipanir, har starvsfólkini lættari kunnu lata seg kanna. Arbeitt verður við at víðka hesa skipan til aðrar viðkomandi starvsbólkar, ið eru um sárbærastu borgararnar. • Umleið 100 útisiglarar koma til Føroya um vikuna. Ein serstøk skipan fyri útisiglarar verður sett í verk. Aðalmálið við skipanini er at gera tað lættari hjá útisiglarum at lata kanna fyri covid-19, tá teir eru í Føroyum. Við nýggju skipanini slepst eisini undan sóttarhaldinum Nýggju ferðaleiðreglurnar í stuttum Ð Ð Men tá mugu vit eisini gera eina meting av tilfeingisnýtslu í mun til tað væntaða úrslitið av at gera ein so stóran innsats