hósdagur 11. juni 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020
SOSIALURIN 46
8
Mánadagin 15. juni koma nýggju
leiðreglurnar fyri ferðandi til
Føroya í gildi. Øll ferðandi skulu
hava við sær váttan um negativa
koronakanning, ið ikki er eldri
enn fimm dagar. Kortini verður
ikki álagt ferðandi at lata seg
kanna í døgunum eftir, at tey
eru komin til landið. Frægast og
tryggast hevði verið, um ferðandi
eisini vórðu kannað fyrsta og
sætta dagin eftir, at tey komu
til Føroya, heldur Pál Weihe.
STEINAR PATURSSON
Y
virhøvur eru størstu
broytingarnar í leiðregl
unum, sum koma í gildi
15. juni, at ikki longur er
neyðugt hjá ferðandi úr ávísum
londum at fara í sóttarhald.
Ferðandi úr Danmark, Grønlandi,
Íslandi, Norra og Týsklandi nýtast
ikki at fara í sjálvboðið sóttarhald
í 14 dagar, eins og áður hevur verið
staðiliga tilmælt av landsins
myndugleikum.
Frameftir sleppa ferðandi úr
hesum londum beint út í sam
felagið, men kravið er, at tey
hava váttan um negativa korona
kanning, ið ikki er eldri enn fimm
dagar.
Kravið um koronakanning er
eisini galdandi fyri tey, ið koma
aðrastaðni frá, men ferðandi
úr øllum øðrum londum enn
omanfyrinevndu verður fram
vegis "staðiliga mælt til" at fara í
sóttarhald í 14 dagar.
Fólk búsitandi í Føroyum
sleppa kortini undan bæði sótt
arhaldi og váttan fyri negativa
koronakanning, og hetta merkir,
at tey hava frítt at fara til út
valdu londini at ferðast uttan av
leiðingar, tá teir koma heim aftur.
Hetta kann gerast
undir ábyrgd
Nýggju leiðreglurnar skulu
síggjast sum eitt úrslit av einari
risikometing av smittutrýstinum
í ávísum londum.
Tað sigur Michael Boolsen, fúti,
sum eisini er formaður í epidemi
nevndini.
– Ferðaleiðreglurnar merkja,
at tú kanst frítt ferðast til
Norra, Ísland og Týskland, og
LATA UPP
LATA UPP
MÁNADAGIN
MÁNADAGIN
- SÓTTARHALDIÐ
- SÓTTARHALDIÐ
LUTVÍST SLEPT
LUTVÍST SLEPT