hósdagur 11. juni 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020
SOSIALURIN 46
28
TRÓNDUR ARGE
F
lytingarvindeygað let
ur í næstum og tað
merkir leysasøgurnar
kring fótbóltsføroyar.
Ken Fagerberg og TB eru
farin hvør til sítt, HB kann
fáa spælaraloyvið hjá týska
hjálparvenjaranum, fyrrverandi
Bundesligaspælaranum, Kevin
Schindler.
Heini Vatnsdal til KÍ, finskur
áleypari til TB og gamlir kenn
ingar aftur í AB. Tað eru nakrar
av leysasøgunum. Í hesi greinini
hyggja spyrja vit feløgini, um tey
hava ætlan um at styrkja um
hópin, og hyggja nærri at leysa
søgunum.
AB:
Á Argjum er ikki kreppustem
ningur, hóast liðið bara hevur
fingið tvey stig. Símun Samuel
sen, venjari, sigur við Sosialin, at
felagið ikki ætlar at gera stórar
broytingar.
-Vit ætla ikki at gera nakað
stórt, men ein belgiskur spælari
kemur í dag at royndarvenja.
Hann skal so testast fyri korona
og alt tað, áðrenn vit kunnu
síggja um hann er góður nokk.
Hann er verjukendur miðvallari,
sigur Símun Samuelsen.
AB hevur longu Eli S.
Christiansson aftur í hópinum.
Hann spældi á miðjuni í fjør,
men er farin til Danmarkar
at lesa. Hann verður heima í
summarsteðginum. Hartil ljóð
ar, at spælarar sum Karstin
Højgaard, Beinir Ellefsen og
Hørður M. Mohr taka ein tør á
næstbesta liðnum í summar, so
er spurningurin um tað gevur
nakað avkast til besta liðið.
-Vit eru nøgdir við hópin, men
kemur rætti spælarin, so hyggja
vit sjálvandi upp á tað, sigur
Símun Samuelsen.
B36:
Árstalsfelagið fór um ætlaðu
lønarætlanina, tá bæði Sonni
Ragnar Nattestad og Meinhard
E. Olsen komu afturat stutt fyri
kappingarbyrjan. B36 hevur fólk
á øllum plássum, men nógvir
skaðar hava gjørt at hópurin
ikki kemur til sín rætt.
B36 valdi at leiga Bjarna Peter
sen út til EB/Streym, tá Sonni
Ragnar Nattestad skrivaði undir.
Hann verður aftur at síggja í
B36, nú flytingarvindeygað letur
upp. B36 hevur havt fleiri skaðar
í miðverjuni.
Ætlanin hjá Sonna Ragnar
Nattestad er at koma til útlandi
aftur, men tað merkist at tað
er langtsíðani, at miðvingurin
hevur spælt regluligan fótbólt.
Avrikini eru misjøvn og í farna
umfari mátti hann lata seg
skifta út við skaða. Tað kundi
bent á, at hann spælir í hvørtfall
hetta kappingarárið liðugt við
B36, áðrenn hann kann hugsa
um útlandið.
Tað kemur illa við, at Símun
Rógvi Hansen blívur við at fáa
skaðar. Hann er stinnur málverji
og avloysarnir eru ungir.
EB/Streymur:
Sundalagsmenn standa til at
missa Bjarna Petersen aftur til
B36, men fáa Gest Bogason Dam
afturat í hópin. Hann spældi við
EB/Streymi, áðrenn hann fór til
Danmarkar í august fjør.
EB/Streymur hevur ikki tær
stóru fíggjarligu orkuna, og tí
er ósannlíkt at talan verður um
nakar stóra spælaraflyting.
Tað ljóðar, at tað hevur verið
eitt sindur rokaligt í hópinum
hjá EB/Streymi eftir sigurin
á Skála og allir spælarar ikki
møttu til venjing mánadagin.
Sum skilst, so er hetta komið í
rættlag aftur og hópurin er in
taktur. Heildin er størsta styrkin
hjá EB/Streymi, sum bara hevur
latið níggju mál inn í seks teim
um fyrstu umførunum. Tað er
minni enn hini botn-fimm feløg
ini og B36.
HB:
HB leitar eftir styrki í Danmark.
Sum skilst, so er talan um ein ella
í mesta lagi tveir spælarar, sum
skulu styrkja um framrættaða
partin av spælinum. HB er í tí
serligu støðu, at felagið hevur
ein avbera góðan hóp, men at
fimm spælarar, sum allir kunnu
gera góðan mun, eru langtíðar
skaddir.
Talan er um Trónd Jensen,
Hørð Askham, Teit Jacobsen,
Jákup L. Thomsen og nú Adrian
Justinussen, sum væntandi ikki
verður á liðnum fyrr enn um 10
til 12 vikur.
HB hevur danskan venjara
í Jens Berthel Askou og tí er
sannlíkt, at HB leitar í Danmark
eftir spælarum. HB hevur longu
tríggjar danskarar spælarar.
ÍF:
Í Fuglafirði fegnast tey um góðu
gongdina hjá ÍF, sum nú hevur
fingið nýggju stig og hevur
slitið seg leyst av niðurflytingar
stríðnum. Tað verður ikki nøkur
stór tilgongd í summar, men
arbeitt verður við at fáa ein til
tveir spælarar inn.
-Vit royna at styrkja okkum,
tað skal ikki verða nøkur loyna.
Tað er serliga verjuparturin, sum
er eitt sindur skirvisligur, og so
okkurt til álopspartin ella vong
in. Her er ætlanin at fáa fatur á
onkrum við nógvari ferð. Tað
er ein hóttin, sum vit mangla
í hópinum í løtuni, men talan
verður ikki um luksusspælarar.
Vit leita í útikantinum av Betri
hópum og toppinum av 1.deild,
sigur Ólavur Larsen, sum saman
við Hans Jørgeni Djurhuus,
stendur á odda fyri ÍF.
KÍ:
Heini Vatnsdal verður helst at
síggja í KÍ, tá hann í summar
kemur aftur til føroyskan fót
bólt. Sum skilst, so er avtala upp
á pláss við KÍ, men enn vantar
at fáa avgreitt viðurskiftini við
Fremad Amager.
- Sum nú er havi eg sáttmála
til summar 2021 við Fremad
Amager, men støðan er tann,
at daman hevur fingið arbeiđi
frá september. Tískil flyta hon
og sonurin heim. Tí er tað ikki
óhugsandi at eg fylgi við, men
nær er enn óvist, segði Heini
Vatnsdal síðst í farna mánað
við in.fo.
Sum skilst, so hava KÍ og NSÍ
lagt nógv fyri at fáa landsliðs
spælaran, sum annars hevur
eina fortíð í HB og FC Suðuroy.
Bæði KÍ og NSÍ hava ávísar av
bjóðingar á miðvøllinum, sum
Heini Vatnsdal kann loysa.
KÍ hevur spælt við millum
annað Deni Pavlovic á miðvølli
num, meðan Mikkjal Thomassen,
venjari hjá KÍ, ikki hevur verið so
væl nøgdur við okkurt avrik hjá
Alessio Hyseni, sum tó er nýggjur
í KÍ og føroyskum fótbólti.
Fyri kortum skrivaði In.fo um
Chidiebere Nwakali, ið var til
royndarvenjing hjá KÍ í Klaks
vík. Talan er um spælara, sum
fyri kortum hevur gjørt um seg
í norskum fótbólti, men hann er
nú sendur heim, tí hann als ikki
var í formi til at spæla fótbólt.
- Hann kann verða tann besti
í Føroyum, um hann er motiver
aður, segði Henrik Malde Brei
myr, sum spældi saman við
Chidiebere Nwakali í Start í 2016.
- Eg spældi móti honum tvær
ferðir í 2017. Hann var klasse.
Góðan teknikk, rennisterkur og
hevur eitt gott skot, segði Gilli
Rólantsson, ið spælir við Brann
Bergen.
Tað er tí ikki undarligt, at KÍ
hevur givið miðvallaranum úr
Nigeria ein møguleika, nú hann
er uttan felag. Liðið stríðist við
at fáa miðvøllin at rigga, men
tað verður ikki við Chidiebere
Nwakali. Hann er farin av landi
num aftur.
KÍ gjørdi eisini sáttmála við
nigerianska Abubakar Ibrahim
Aliyu, sum kemur úr HamKam í
Norra, men eitt nú pappírarbeiði
og
flúgvi-umstøðurnar
í
koronatíðini hava gjørt, at hann
ikki er komin fram enn.
NSÍ:
Sambært keldum hjá Sosiali
num, so hevur NSÍ verið eitt
av feløgunum, sum hevur víst
Heina Vatnsdal stóran áhuga.
NSÍ er í ár uttan Pól Jóhannus
Justinussen og Peder Nersveen,
ið báðir vóru kraftmiklir spæl
arar á miðvøllinum. Í ár hevur
miðvøllurin verið mannaður av
yngri og lættari spælarum, sum
eisini hava gjørt tað væl, men
helst hevði ein Heini Vatnsdal
gjørt góðan mun.
-Tað kann ymiskt henda hesa
tíðina á árinum, bæði til- og frá
gongd, men at tosa um tað beint
nú verður bara til gitingar, sigur
Glenn Ståhl, venjari hjá NSÍ,
tá hann verður spurdur um
spælaraflytingar í summar.
Skála:
Skala er tað felagið við størst
frágongd undan kappingar
byrjan, men enn bendir lítið á,
at talan verður um tilgongd í
summar. Felagið var hart rakt
fíggjarliga og tað tók rúma tíð
at fáa spælararnar at binda seg
til hetta kappingarárið. Hartil
hava skaðarnir hópað seg upp í
hesum tøttu fyrstu umførunum.
Seinastu tveir dystirnar eru
bæði Hjalti Strømsten og Teitur
R. Joensen blivnir skaddir.
Ein møguleiki er at Petur
Pauli Mikkelsen kemur aftur
til felagið. Hann er sterkur mið
verji, sum tað óiva hevði verið
brúk fyri. Hann býr í løtuni
niðri og verður møguliga við í
summar, sigur Bill M. Jacobsen,
venjari hjá Skála.
Hóast Skála bara hevur
fingið tað eina stigi, so er ongin
ábending um at talan verður
um styrk í summar, men Skála
hevur fyrr leigað úr NSÍ. Har
sita spælarar sum Haraldur Høj
gaard og Jann Martin Morten
sen á bonkinum. Teir hava báðir
spælt við Skála fyrr.
TB:
Tað er líkt til, at tað verða nakrar
broytingar í TB í summar. Mads
Raben hevur ikki verið tann
málrevurin, sum tvey vónaðu
í TB. Tað ljóðar, at hann ikki
verður partur av hópinum í sein
nu hálvu og at TB arbeiðir upp á
at fáa styrk.
-Ja, vit arbeiða upp á at fáa
styrk, sigur Michael L. Winter,
venjari hjá TB, við Sosialin.
Tað ljóðar, at ein av spælar
unum, sum TB vil hava er ein
finskur áleypari við navninum
Kalle Multanen. Hann er 31
ára gamal og hevur í fleiri um
førum spælt við FC Haka í heim
HB, KÍ, NSÍ, ÍF, TB og AB eru millum feløgini,
sum eru úti um seg í hesum døgum, nú
flytingarvindeygað letur upp 15. juni
Flytingarvindeygað letur upp:
FLEIRI FELØG
FLEIRI FELØG LEITA
LEITA
EFTIR STYRKI
EFTIR STYRKI