Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-11, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2020síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020 SOSIALURIN 46 29 landinum. Hann spælir í løtuni við italska Seriu D felagnum, A.S.D. Giorgione Calcio 2000. TB boðaði i vikuni frá, at sam­ starvið við Ken Fagerberg er endað. 31 ára gamli sviin hevur havt tað trupult við skað­um og hevur bara verið á vølli­num í 33 minuttir í hesum kapp­ ingarárinum. - Tvøroyrar Bóltfelag boðar við hesum frá at samstarvið við svian Ken Fagerberg sum leikara í Betri Deildini er endað. Báðir partar vóru samdir um loysnina og felagið ynskir Ken Fagerberg alt tað besta. Fagerberg hevur leikt tveir dystir við TB í ár. Í fjør var hann við í 10 dystum, skrivar tb.fo. Í hesum tíggju dystunum hevur tað ikki eydnast áleypara­ num at skjóta nakað mál. Hann kom til føroyskan fótbólt í 2017, tá hann fór til 07 Vestur. Hann hevur fleiri ferðir víst á, at lívið í Føroyum passar honum væl og at hann trívist væl her. Seinni boðaði heimasíðan eisini frá, at leigusáttmálin við mál­verjan hjá KÍ, Meinhardt Joen­sen, verður longdur við tveim­um vikum. - Hóast vit skrivaðu, at til dystin ímóti ÍF skuldi Frederik Mehder aftur í málið, so er hann framvegis darvaður av skaða­ num eftir KÍ dystin, tá ein ikki serliga umhugsin KÍ’ari endar við at sparka okkara málmann beint í høvdið. Meinhardt Joensen hevur verið ein dyggur stuðul og leigan av honum er nú longd til komandi tveir dystirnar, skrivar tb.fo. Víkingur: Víkingur fekk eina ávísa tilgongd í vetur. Eyðun Klakstein, sum var venjari hjá Skála, fekk bæði Ara Olsen og Jákup Johansen við sær til Gøtu. Hartil komu spæl­arar sum Lukasz Cieslewicz úr B36 og Finnur Justinussen úr donsk­um fótbólti. Hópurin er ikki breiður, men talan er um ein rímiliga væl saman­settan hóp. Tað er onkir smá­vegis snuddir, men higartil hevur Víkingur ongan spælara lang­tíðarskaddan. Á bonkinum eru fleiri ungir spælarar, sum tey í Víkingi vóna fara at seta sín dám á liðið í framtíðini. Í løtuni sær ikki út til, at Víkingur leitar eft­ir spælarum. FLYTINGARVINDEYGAÐ ER LONGT Fótbóltssamband Føroya hevur avgjørt at leingja Flytingargluggan við tveimum vikum, so tað í staðin letur aftur mánadagin 27. juli, klokkan 16. Mánadagin 15. juni letur Flytingargluggin hjá Fótbóltssambandi Føroya upp aftur, og verður opin næstu seks vikurnar, til mánadagin 27. juli, klokkan 16. Upprunaliga skuldi Flytingargluggin lata aftur fríggjadagin 10. juli, men vísandi til fráboðan frá FIFA um møguleikan at broyta tíðarskeiðið vegna korona, hevur FSF tikið avgerð um, at Flytingargluggin í staðin letur aftur mánadagin 27. juli. Flytingargluggin hjá FSF er opin tvær ferðir um árið, og kann vera opin í 16 vikur tilsamans. Og av tí at Flytingargluggin fyrr í ár bert var opin í 10 vikur, frá 8. januar til 13. mars, var møguligt at leingja seinna tíðarskeiðið við tveimum vikum. Flytingargluggin er galdandi fyri allar spælarar, 15 ár og eldri, og kunnu spælaraflytingar millum feløg einans fara fram í tíðarskeiðnum, tá Flytingargluggin er opin. JÓANNES HANSEN F øroyskur fótbóltur hev­ur aftur einaferð av álvara plantað seg á heims­korti. Neyvan síðani tiltikna 1-0 sigurin ímóti Eysturríki í Landskrona fyri skjótt 30 árum síðani – 12. september 1990 – hevur før­ oyskur fótbóltur verið so nógv í altjóða brennideplinum, sum hann hevur verið hesar sein­ astu vikurnar. Fótbólturin í Føroyum fór fyrr á rull eftir korona, enn hann fór flestu aðrar staðir. Tað bar við sær, at føroyska kapp­ingin varð áhugaverd, og at sjónvarpsrásir í Noreg, Dan­ mark og aðrastaðni framvegis varpað dystir úr Føroyum. Kring allan heimin er tað hjá veddingarfeløgum møguleiki at vedda um úrslit í føroyskum fótbóltsdystum og um so nógv annað í sambandi við dystirnar. Skálamenn freistaðir at snýta At føroyskur fótbóltur verður sæddur, umrøddur og brúktur í vedding ber við sær møguleikar fyri snýti. Tað snýr seg um matchfixing ella avtalað spæl um úrslit og støður í dystum. FSF hevur havt fokus á hes­ um vandanum, og Terji Niel­sen, trygdarovasti hjá FSF, hevur vitjað í feløgunum og kunn­að um vandan. Fyrst í hesi vikuni var ítøkiligt tilboð latið før­ oyskum fótbóltsspælarum um at vera við í avtalaðum spæli. Tað vóru tveir ungir spælarar í hópinum á Skála, sum fingu hetta tilboðið, og tann triði var ein ungur spælari hjá EB/ Streymi. Bill Jacobsen, venjari á Skála, greið­ir soleiðis frá: -Tað var umvegis facebook, at teimum stóð í boði vinarlag og møguleikan at vinna peng­ar skjótt og ómakaleyst. Spælar­ ar­nir bóru seg at soleiðis, sum teir høvdu fingið at vita, at teir skuldu gera. Teir boðaðu mær frá, og vit settu okkum í sam­ bandi við FSF. Hví tað júst vóru hesir báðir spælararnir, sum vórðu kontakt­aðir, dugir Bill Jacobsen ikki at siga, men tað er lætt at finna fram til spælarar, sum luttaka í bestu deildini í Før­ oyum, og sum harvið eru við í dystum, sum bera úrslit við sær, ið eru avgerandi fyri úrtøkuna úr veddingini. -Kring allan heimin ber til at síggja spælaralistarnar, og fleiri av føroysku spælarunum eru einnevndir, ella tað eru ikki fólk aðrastaðni, ið eita tað sama sum føroysku spælararnir. So tað er lætt og einfalt at royna tað, sum okkara spælarar fyrst í hesi vikuni vórðu freistaðir við, heldur Bill Jacobsen. Hvat kundi tað verið, sum teir kundu ávirkað? -Tað ber til at vedda um alt møguligt. Vit skulu seinna­ part­in leygardagin í Gundadal at spæla ímóti HB. Hugsað dømi kundi verið, at Skála gjørdi sjálvmál, áðrenn fimm minuttir vóru farnir, ella at ein Skála spælari sá reyða kortið, áðrenn fimm minuttir vóru farnir. Men tíbetur bóru okkara spæl­arar seg rætt at og vístu har­við frá sær freistingina at vinna kanska einar 20 túsund krónur her og nú. Ingi Hansen er formaður í Skála Ítróttarfelag. Hann heldur, at tað kanska ikki er av til­vild, at tað eru ungir spælarar í smáum feløgum, sum fáa til­ boð um at vera í matchfixing ella avtalaðum spæli: -Smáir pengar kunnu verða stórir pengar hjá ungum spælar­um í smærri feløgum, sum ikki hava so nógvar pengar. At bjóða spælarum, sum í sínum starvi tjena nógvar pengar, ikki so stóra upphædd fyri at vera við í avtalaðum spæli, man ikki kennast freistaindi hjá spælarunum. Tá er tað øðrvísi hjá ungum spælarum, sum ikki tjena nakað serligt í fót­ bóltsspælinum. Tíbetur vóru okkara spælarar skilagóðir, og mín fatan er, at hetta er nakað, sum nevndir og feløg kring landið av álvara hava tikið til sín, sigur Ingi Hansen, formaður í Skála Ítróttarfelag. FSF hevur árvakið eyga við hesum Virgar Hvidbro, aðal­skriv­ari í FSF, sigur, at Fót­bólts­sam­ bandið hevur fingið tríggjar frá­ boðanir um royndir at fáa í lag avtalað spæl ella matchfixing. -Tí mintu vit mikudagin aftur á álvaran í hesum, og hvørjar ásettu mannagongdirnar eru. Vit hava kunnað spælarar, venjarar, dómarar og onnur hjálpar­fólk um hetta. Tann, sum verður kontaktaður við til­boði um avtalað spæl, skal boða Fótbóltssambandinum frá. Fótbóltssambandið skal so boða UEFA frá, og tað er uttan mun til, um talan er um smáar ella stórar upphæddir. Tilfarið, sum persónurin letur FSF, verður sent til UEFA. Virgar Hvidbro vísir til áset­ ing­arnar um avleiðingarnar av av­talaðum spæli. -Møguleikin er har, men vit rokna ikki við, at nakar før­oyskur fótbóltsspælari er part­ur av avtalaðum spæli. Um tú ikki beinanvegin boð­ ar frá, so verður tú drigin inn í hetta, og so ert tú ikki í góð­ ari støðu. Ásetingarnar hjá FSF siga, at tann, sum verð­ ur tikin í avtalaðum spæli, verður útihýstur frá at taka lut í fótbólti fyri lívið, og fyri stuttum hevur løgtingið sam­ tykt lóg, sum sigur, hvørjar rætt­ar­ligu avleiðingarnar eru fyri avtalað spæl, sigur FSF aðal­skrivarin. Skálamenn freistaðir at snýta At fótbólturin í Føroyum var millum teir fyrstu at fara á rull eftir korona hevur við sær, at tað er altjóða fokus á – bæði í vedding og avtalaðum spæli