Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-11, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020 SOSIALURIN 46 30 TRÓNDUR ARGE F ríggjadagin og leygar­ dagin verður 7. umfar um­fari í lands­kapp­ing­ ini. Longu týskvøldið og miku­kvøldið er aftur umfar. Nógvu dystirnir hava sett sín dám byrjanina her í Føroyum, har fleiri feløg stríðast við skaðar og at lappa spælarar saman. Tað er ikki bara í Føroyum, at koronasmittan hevur sett sín dám á landskappingina. Í Týsk­landi eru nógvir skaðar, nú kapp­ingin er byrjað aftur. - Bundesligan hevur bara havt tvær vikur upptakt, og har eru yvir 30 vøddaskaðar og yvir 20 lið­skaðar, sigur Magni Mohr, professari og kropsligur venjari hjá A-landsliðnum hjá monnum. Hann heldur fyri, at vandin fyri at blíva skaddur er øktur í Før­oy­um í løtuni. Bæði tí talan er um fleiri miðvikudystir, men eisini tí uppstarturin hevur verið serstakur. - Tað er ein øktur váði, tá tú spæl­ir so nógvar dystir. Júst huvssu stórur váðin er, er eisini upp til hvussu feløgini hava fyrireikað seg. Tey feløgini, sum hava gjørt nógv við venjing og vant fótbóltsrelateraða ein­stak­ linga­venjing, og síðani í smærri bólk­um, hava ein fyrimun. Tá er tað ikki óforsvaligt at spæla so nógvar dystir, men tað er ein hægri skaðaváði. Tað er í slikum støð­um at tey, sum gera tað ordi­ ligt síggja, at tað er skilagott at gera tað rætt og gjøgnumført, sigur Magni Mohr. Tað er heldur ikki nokk bara at venja. Tað skal vera fót­bólts­ venj­ing. Uttan dystir á størri økjum, so verða kroppurin, heilin og reaktiónsevnini ikki heilt trenaði til avbjóðingarnar í einum ordiligum dysti. -Ert tú allatíð eitt splitsekund ov seinur í høvdinum, so er tað ein størri møguleiki fyri, at tú endar í støðum, sum ger at tú kanst koma til skaða. Í Týsklandi var uppstarturin bara tvær vik­ ur og uttan venjingardystir, vís­ ur Magni Mohr millum annað á. Tað er heldur ikki ókent, at spælarar fáa avbjóðingar og skaðar, tá venjingarmongdin og dystarferðin økist. -Tað er tað sama, sum tá tú fert uttan­lands at spæla. Tú skalt tú venja meir og spæla meir, men uttan at blíva skaddur. Tað er ein ten­dens­ur, sum vit annars hava sæð við føroyskum spælarum, ið teir fara landinum at royna seg, sigur Magni Mohr. Hann leggur afturat, at spælar­ar sum hava ein sunnan lívs­stíl og eitt nú sova nokk, hava størri møguleika at koma ígjøgnum slík tíðarskeið. Niðurstøðan hjá Magna Mohr er greið. Feløgini skulu leggja nógv fyri í fyrireikingunum. B36-EB/Streymur (Beinleiðis á FM1) Fríggjadagin klokkan 19 DÓMARI: KÁRI Á HØVDANUM Í fjør gjørdi B36 reint borð móti botn-fimm. Har í millum tríggjar sigrar á EB/Streymi, sum er á vitjan í Gundadali fríggjakvøldið. 2-1 og 4-0 á Eiði og 3-0 í Gundadali. Seinast B36 setti stig til ímóti einum botn-fimm liðið var í 18. umfari í 2018, tá B36 í Gundadali spældi 2-2 móti EB/Streymi. Málskjúttarnir hjá B36 vóru fyrrverandi estiski landsliðsspælarin, Kaimar Saag, og Benjamin Heinesen. Fyrr­nevndi gavst í B36 eftir kappingarárið. Fyri EB/Streym skoraðu Andras Olsen og Arnbjørn T. Hansen. Báðir eru enn í hópinum. Seinast B36 tapti móti einum botn-fimm felagið var í 1. umfari í 2018. Mótstøðuliðið var eisini EB/Streymur. Hesa ferð í Streymnesi. Ragnar Danielsen skoraði avgerandi málið sjey minuttir fyri tíð. B36 er stórfavorittur at vinna í Gundadali fríggjakvøldið, men árstalsfelagið er í mótgongd. B36 tapti greitt í grannauppgerðini móti HB, meðan verjuparturin var lítið sannførandi í 4-2 ósigri­ num fyri Víkingi sunnu­dagin. Andrias H. Eriksen var aftur á vøllinum, men er langt frá at vera í venjing. Hartil mátti Sonni Ragnar Nattestad út við skaða og Erling Dávidsson er framvegis skaddur. Tí skal B36 helst umskipa verjupartin, tí Alex Mellemgaard hevur fram­ vegis leikbann. Sundalagsmenn hava vunnið teir báðar dystirnar, sum teir skulu vinna. Á heimavølli móti TB og Skála. Dystirnir móti topp-fimm feløgunum eru bara bonus, um tað eydnast at fáa eitt stig. EB/Streymur verður uttan Bjarna Petersen, sum er leig­ aður úr júst B36. Feløgini hava eina avtalu um, at spælarin ikki spælir móti B36. Tað er ikki nógv, sum bendur á annað enn ein sigur til B36, men lagið er ikki gott í B36- húsi­num í løtuni. Tí arbeiðir tíðin fyri EB/Streym, um B36 ikki fær hol á. B36 hevur sterkar einstaklingar sum Meinhard E. Olsen og Árna Frederiksberg, sum verða torførir at steðga. SOSIALURIN TIPPAR 3-0 NSÍ-AB (Beinleiðis á FM1) Fríggjadagin klokkan 19 DÓMARI: PETUR REINERT NSÍ hevur útmerkað seg sum liðið, ið meistrar at seta botn- fimm feløgini upp á pláss við ferð­miklum og tekniskum álops­ spæli. Soleiðis er eisini, tá NSÍ og AB møtast. Í fjør vann NSÍ allar innanhýsis uppgerðirnar samanlagt 12-2. Í 2018 var útfallið tað sama. Hesa ferð við málúrtøkuni 10-0. Í 2017 var AB í 1.deild og í 2014, 2015 og 2016 vann NSÍ eisini allar innan­hýsis­ dystir­nar móti AB. Eina viku fyri kapp­ingar­ byrjan spældu argjamenn eisini ein venjing­ardyst móti NSÍ á Argjum. NSÍ vann 9-1. Tí sigur søgan, at tað verður ein greið­ur heimasigur við Løkin í fríggja­ kvøldið. Gongdin í hesum kapp­ ingarárinum leggur eisini upp til ein heimasigur. NSÍ hevur vunnið á TB, EB/Streymi og ÍF, meðan argjemenn hava tað trupult í botninum og lata nógv mál inn. Heimaliðið er óbroytt frá javn­leikinum í Klaksvík og argja­menn skulu tettan lekan, sum hevur latið tíggju mál inn upp á tveir dystir. Søgan og gongdin sigur, at tað verður ikki fríggja­kvøldið, at lekin verður tettur. SOSIALURIN TIPPAR: 4-0 TB-ÍF Leygardagin klokkan 14 DÓMARI: RÚNI GAARDBO “Tað er fótbóltsfebur í Fugla­ firði”. Hesin setningurin hevur verið at hoyrt fleiri ferðir í ár. Tað plagar annars at verða tilfeldið á Tvøroyri í fyrru hálvu av landskappingini. Higartil er bara eitt stig komið til høldar, og tað er eitt ávíst trýst á Michael Winter, sum er komin við seks út­lendskum spælarum til hetta kapp­ingarárið. TB-liðið byrjar at líkjast sær sjálvum, men verður hesa ferð uttan Jens Erik Bruhn, sum hevur leikbann, eftir at hann fekk tvey gul kort í dystinum móti HB. TB hevur á heimavølli givið teimum stóru, KÍ, B36 og HB, rímiliga skarpan gang, men tað er ósigurin fyri EB/Streymi, sum gevur ringasta smakkin. TB hevur nú verið gjøgnum øll topp-fimm liðini og fingið eitt stig. Ein málleysur javnleikur í Sarpigerði móti Víkingi. Sum gongdin hevur verið seinnu árini, so ber illa til at lasta TB fyri ikki at fáa stig í slíkum dystum, Uptakt: Betri deildin 7. umfar: Fleiri feløg stríðast við skaðar, nú nógvir dystir eru á skránni. - Tað er í slíkum støðum at tey, sum fyrireika seg rætt og gjøgnumført fáa ágóðan, sigur Magni Mohr, nú 7. og 8. umfar verður innanfyri eina viku Ikki við: Rógvi Poulsen (fóturin, 1 viku), Hans Jákup Anfinnsson (brot í fótinum, 2 mánaðir), Jákup Pauli Breckmann (leikbann, 4 gul) Ivasamur: Jasper van der Heyden Ikki við: Alex Mellemgaard (Leikbann), Símun Rógvi Hansen (Knæskaði, 2-3 vikur), Erling Dávidsson (Knæskaði, 2-3 vikur), Hugin Samuelsen (Búkskaði, 3 vikur) Ivasamur: Sonni Ragnar Nattestad Ikki við: Poul G. Olsen (meniskur, 1 vika), Tóki H. Johannesen (heilaskjálvti, 1-2 vikur), Bjarni Petersen (hælsinan, 1 vika), Teitur D. Olsen (leikbann, 1 dyst), Bjarki Zachariasen (knæ, 1-2 vikur) Ikki við: Adrian Justinussen (brot í fótinum, 10-12 vikur), Tróndur Jensen (krossband, 12 vikur), Hørður Askham (krossband, 12 vikur), Jákup L. Thomsen (knæið, óvist), Teit Jacobsen (skurðviðgjørdur í knænum, 12-16 vikur) Ivasamir: Delphin Tshiembe (lærkrikin) Við aftur: Jógvan Rói Davidsen (brotið rivjabein) Ikki við: Pól Jákup Lundsbjerg (knæið, 4-6 vikur) LIÐ TÍÐINDI B36 HB AB EB/STREYMUR ÍF ØKTUR SKAÐA­VANDI ØKTUR SKAÐA­VANDI VIÐ NÓGVUM DYSTUM VIÐ NÓGVUM DYSTUM