Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-11, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juni 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020 SOSIALURIN 46 31 tí hini botn-fimm liðini klára heldur ikki at bjóða teimum stóru av. Tí er dysturin móti ÍF ein avgerandi roynd hjá Michael Winter og hansara monnum. ÍF hevur víst seg at verða tað sterkasta av botn-fimm liðunum higartil. Milos Budakovic og Jens Joensen hava tett í verju­parti­ num, meðan Hákun Edmunds­ son, Philip Djordjevic og Uros Stojanov hava styrkt miðaksan. Tað er fótbóltsfebur í Fugla­ firði, men tað verður spennandi at síggja um tað heldur fram eftir hendan dystin, tí nú skal TB melda seg upp í, um teir ikki skulu enda í niðurflytingarstríðnum. Sosialurin tippar: 1-1 HB-Skála (Beinleiðis á FM1) Leygardagin klokkan 17 DÓMARI: BJARKI DANIELSEN HB er greitt oddalið í Betri deildini hjá monnum. Fult stigatal eftir seks umfør og hevur nú heimadyst móti Skála, sum saman við AB sær út til at vera veikastu liðini í deildini. HB er framvegis uttan Adrian Justinussen, sum nú væntandi verður úti í upp til 12 vikur, eftir at hann hevur verið undir skurð, fyri eitt brot í fótinum. Hartil er Delphin Tshiembe meir enn ivasamur til komandi dystirnar. Hann hevur drigist við skaða síðani hann kom til HB, sum ger at hann hevur bara spælt fýra av seks dystum. Gestirnir eru í eini avbjóðandi støðu. Eitt stig er tað heila, sum Skála hevur fingið. Tað var ein 1-1 javnleikur móti AB. Skaðar eru eisini farnir at gera um seg hjá týðandi spælarum, sum so hjá Hjalta Strømsten og Teiti R. Joensen, sum báðir eru miðverjar. Bill M. Jacobsen hevur sett sær fyri at royna at spæla bólt, men tað kostaði dýrt við Margáir, tá Skála tapti 1-0 móti EB/Streymi. Vit skulu ikki longur aftur enn til 7. umfar í fjør, fyri at finna seinasta sigurin hjá Skála á HB, men tað skálaliðið er ikki at kenna aftur í dag. Frágongdin hevur verið stór og tað merkist á vøllinum. SOSIALURIN TIPPAR: 5-1 KÍ-Víkingur (Beinleiðis á FM1) Leygardagin klokkan 17 DÓMARI: DAGFINN FORNÁ Stóri dysturin hetta umfarið er leygarkvøldið í Klaksvík. KÍ rennur aftaná HB, meðan Víkingur í størri mun hevur sum mál, at vinna sær luttøku í Evropa til komandi kappingarár. Tað krevur eitt triðja pláss ella ein steypasigur. KÍ var leikliga omaná í topp-fimm dystinum móti NSÍ í Klaksvík sunnudagin. Avbjóðingin var ein vælspælandi Tórður Thomsen í málinum hjá NSÍ, og vantandi evnini at umseta málmøguleikar til mál. Jóannes Bjartalíð er topp­ skjútti við seks málum, men fýra av teimum eru komin upp á brots­spark. Ole Erik Midtskogen er stinnur targetmaður, men tey trý málini hann hevur skotið higartil eru komin móti AB og EB/Streymi. Patrik Johannesen spælir mangan frá byrjan, men hevur ikki skorað enn. Hinvegin hevur Jonn Johannesen skorað tvær ferðir og bjóðar seg fram fram. Spælið bendir á, at KÍ fer at koma til fleiri málmøguleikar leygarkvøldið, men tað verður avgerandi fyri útfallið, um teir verða umsettir. Víkingur hevur prógvað móti NSÍ og B36, at liðið er kapp­ ingarført móti hinum topp- fimm liðunum. Stóri spæl­ar­in í 4-2 sigrinum móti B36 sunnu­ dagin var Andreas Lava Olsen. Hann var ein støðug hóttan móti verjuni hjá B36. Er hann í sama formi móti KÍ, so verður hetta ein hendingarríkur og spenn­ andi dystur. SOSIALURIN TIPPAR: 2-1 Betri deildin kvinnur støðan # LIÐ D V J T MF MÍ MM STIG 1 KÍ 3 3 0 0 5 2 3 9 2 B36 3 1 2 0 5 2 3 5 3 NSÍ 3 1 1 1 5 2 3 4 4 ÍF/Víkingur/B68 3 1 0 2 3 6 -3 3 5 HB 3 0 2 1 4 5 -1 2 6 EBS/Skála 3 0 1 2 1 6 -5 1 Betri deildin menn støðan # LIÐ D V J T MF MÍ MM STIG 1 HB 6 6 0 0 17 3 14 18 2 NSÍ 6 4 1 1 16 3 13 13 3 KÍ 6 4 1 1 16 5 11 13 4 B36 6 4 0 2 18 11 7 12 5 Víkingur 6 3 2 1 10 7 3 11 6 ÍF 6 3 0 3 10 16 -6 9 7 EB/S 6 2 0 4 4 9 -5 6 8 AB 6 0 2 4 3 19 -16 2 9 TB 6 0 1 5 3 11 -8 1 10 SKÁLA 6 0 1 5 6 19 -13 1 BETRI DEILDIN MENN FAKTA 7. UMFAR: FRÍGGJADAGIN: B36-EB/STREYMUR (19.00) BEINLEIÐIS Á FM1 NSÍ-AB (19.00) BEINLEIÐIS Á FM1 LEYGARDAGIN: TB-ÍF (14.00) HB-SKÁLA (17.00) BEINLEIÐIS Á FM1 KÍ-VÍKINGUR (19.00) BEINLEIÐIS Á FM1 BETRI DEILDIN KVINNUR - FAKTA 4. UMFAR: SUNNUDAGIN: HB-ÍF/VÍKINGUR/B68 (14.00) NSÍ-B36 (15.00) KÍ-EB/STREYMUR/SKÁLA (15.00) Toppurin vinnur á botninum Seinastu árini hevur heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum havt tipping, har trý miðlafólk hava tippað um komandi umfar. Í ár hevur Sosialurin yvirtikið hendan leistin. Sostatt verður tað í Sosialinum, at tú kanst lesa um tippingarnar. Fyribils verður talan um at seta 1, X ella 2 við hvønn dyst. Eftir hvørt umfar verður stigatalvan gjørd upp, har tippararnir fáa eitt stig fyri rætta tipping. Tippararnir eru teir somu sum vóru á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Teir eru Leivur Frederiksen, Jákup Ósá, ítróttarskrivari á bolt.fo og Norðlýsinum, og undirritaði, Tróndur Arge. Tipping: Tipping 7. umfar: LEIVUR FREDERIKSEN: B36-EB/STREYMUR 1 NSÍ-AB 1 TB-ÍF 2 HB-SKÁLA 1 KÍ-VÍKINGUR 1 JÁKUP ÓSÁ: B36-EB/STREYMUR 1 NSÍ-AB 1 TB-ÍF 1 HB-SKÁLA 1 KÍ-VÍKINGUR 1 TRÓNDUR ARGE: B36-EB/STREYMUR 1 NSÍ-AB 1 TB-ÍF X HB-SKÁLA 1 KÍ-VÍKINGUR 1 STIGATALVAN: 1. JÁKUP ÓSÁ 23 STIG 2. TRÓNDUR ARGE 23 STIG 3. LEIVUR FREDERIKSEN 21 STIG Ikki við: Deni Pavlovic (leikbann), Óli Eyðsteinsson Poulsen (knæið) Ivasamur: Jákup B. Andreasen (lærkrikin) Ikki við: Johan Troest Davidsen (knæskaði, 1-2 vikur), Steffan Løkin (lærskaði, 1-2 vikur) Ikki við: Jens Erik Bruhn (leikbann), Eirikur M. Ellendersen (lærskaði, minst 2 vikur), Bartal Gram (andlitskaði, 2-3 vikur) Við aftur: Frederik Mehder (eftir heilaskjálvta) Skaddir: Andreas Egeberg Jacobsen (vøddaskaði), Hjalti Strømsten (fótskaði), Karl Martin Johansen (knæskaði) og Teitur R. Joensen (punkterað lunga). Ivasamir: Jan Ingason Hansen (vøaddaskaði) og Ronni Møller- Iversen (vøddaskaði). VÍKINGUR SKÁLA NSÍ Allir tøkir TB KÍ