Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juni 2020 · Nr. 47 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Eg havi fingið at vita, at eg einsamøll var reelli vinnarin seinasta fríggjakvøld, og eg sleppi at snara gekka-hjólinum fríggjakvøldið komandi. Sjálvandi eri eg spent, men eg royni at taka tað rímiliga avslappað. Bevíst royni eg ikki at seta vónirnar upp eftir tí heilt stóra, tí so verður man helst vónsvikin, tá drigið verður. Kortini má eg viðganga, at tað hevði verið fantastiskt, um hjólið steðgaði á einum leypi fríggjakvøldið, sigur Erla Nielsen í Norðragøtu Vilmund Jacobsen Tað var Erla Nielsen í Norðra­ gøtu, sum gjørdist miðdepilin í avblástað Gekka-spælinum seinasta fríggjakvøld. Í sein­ asta spæli, har spælt varð um, hvør skuldi sleppa at draga um tær tvær miljónir krónurnar, sum var høvuðsvinningurin, kom ólag í skipanina hjá Kvf, soleiðis at eingin vinnari varð kosin. Uppundir endan av Gekka- spælinum byrjaðu tøl at koma umaftur, sum høvdu verið fyrr í sama spæli, samstundis sum eingin vinnari kom undan kavi - í øllum førum, soleiðis sum lurtararnir hoyrdu. Ólag var á skipanini, og úrs­ litið varð, at verturin hetta kvøldið, Jan Gardar, noyddist at boða frá, at neyðugt varð av avlýsa seinasta spælið um høvuðs­vinningin. Tey, sum spældu Gekk sein­ asta fríggjakvøld og fólk, sum lurtaðu, hoyrdu ikki, at nakar ringdi inn, og soleiðis kundi hetta bent á, at eingin yvir­høv­ ur hevði fulla plátu. Men, í Norðragøtu sat ein spent, ung kvinna, sum hevði fulla plátu. Hon slapp eisini ígjøgn­um, tá hon hevði fingið seinasta talið, sum hon hevði bíðað eftir í eina góða løtu eftir. Í telefonini fekk hon at vita, at ólag var á spælinum, og at kontrolltalið hjá henni ikki var rætt, tó at hon visti, at øll tølini, hon hevði fingið niður á plátuna, vóru røtt. Eitt bankandi hjarta Á sínari Facebook-síðu skrivaði Erla Nielsen seinni um kvøldið soleiðis: - Í nógv ár havi eg spælt Gekk. Endiliga fekk eg fulla plátu og kom ígjøgnum til KvF, og sjálvandi var tekniskt brek í kvøld. Á tráðnum á sínari Face­ book-síðu leggur hon aftrat, tá onnur spyrja hana um, hvat hendi: - Haldi, at okkurt klutur var í tølunum. So, tað er sikkurt ikki so nógv at gera við tað. Men, eg bleiv eitt sindur spent, tá eg slapp ígjøgnum… onkun­ tíð eru teknisk brek, og tað skuldi so vera í kvøld. Tað gerst bara ikki við… ja, stuttligt at merkja hjarta duka, so spentur man verður… giti, at hatta var tað, men stuttligt um ikki annað at sleppa ígjøgnum… held­ur Erla Nielsen fyri á sín­ ari Facebook-síðu. Tølini vóru røtt Men, hvussu upplivdi hon so fríggjakvøldið at fáa fulla plátu, ringja inn og ikki sleppa at draga um heilar tvær milj­ ónir krónur? - Eg sat og bíðaði eftir, at talið 29 skuldi koma. Meðan, eg bíðaði, legði eg til merkis, at nøkur tøl, sum høvdu verið, komu umaftur. Knappliga kom talið 29, og vit vóru trý, sum ringdu. Ein slapp ígjøgn­ um og rætti mær telefonina. Eg varð biðin um at upplýsa kontrolltalið, men eg fekk at vita, at kontrolltalið var ikki rætt. Tað kundi ikki passa, tí eg hevði sitið og spælt við tveim­ um plátum og visti, at tølini, sum vórðu lisin upp og sum eg hevði strikað út, vóru røtt. Seinni kekkaði eg hetta fleiri ferðir. Erla Nielsen heldur, at kvinn­an í horninum hetta kvøldið virkaði eitt sindur trýst, og tað skilir hon væl, tá tað seinni vísti seg, at skipanin á ein ella annan hátt hevði koksað. - Gekka-spælið var ikki av­ blást, tá eg hevði lagt hornið á og hevði fingið at vita, at kon­ trolltalið var skeivt. Hesa løtu visti eg sjálvsagt ikki, um nakað meira fór at spyrjast burt­ur úr hesum, og eg visti held­ur ikki, um fleiri kanska høvdu fingið fulla plátu og møgu­liga høvdu ringt inn. Um so var, kundi onkur hava ringt, áðrenn eg ringdi. Tað visti eg jú einki um, sigur hon. Var ógvuliga spent Erla Nielsen sigur, at hon eina­ ferð áður fyri nøkrum árum síðan hevur havt eitt fult rað, men tá slapp hon ikki ígjøgn­ um. - Hesaferð var talan um tvær miljónir. Eg hevði fingið fulla plátu, og eg var sloppin ígjøgn­ um, so sjálvandi var eg ógvu­ liga spent. So mikið meira keði­ligt kendist tað, at skip­an­ in júst nú var koksað. Hví skuldi hetta akkurát raka meg, hugs­aði eg. Hon vísir á, at tá tú sleppur ígjøgn­um í síðsta spæli, er greitt, at tú í øllum førum ikki verð­ur tómhentur. - Eg hugsaði bara, at um eg hevði sloppið at snarað gekka- Er ikki hent í mínari tíð - Regluligi høvuðs­ vinn­ingurin fríggja­ kvøldið verður í øllum førum á 1,4 miljónir krónur, sigur Jákupa Mikkelsen Vilmund Jacobsen Jákupa Mikkelsen, fyrisiting­ ar­leiðari í KvF, sigur, at hon hevur verið í Kringvarpinum í sjey ár, og hon veit ikki um, at tað ikki hevur borið til at avgreitt Gekka-spælið, soleiðis sum tað gekk seinasta fríggja­ kvøld, tá spælið um høvuðs­ vinningin mátti avblásast. Hon vísir á, at soleiðis, sum tað gekk við tøknini, høvdu tey í KvF ongan møguleika at loysa trupulleikan og soleiðis av­greiða Gekka-spælið sum van­ligt hetta kvøldið, meðan tey vóru í “luftini”. - Tað er ein veitari, sum um­ sitir spælið, og millum okkum og veitaran er eisini grann­ skoðari, sum hevur ábyrgdina av, at alt fer rætt og regluliga fram. Her verður jú spælt um nógv­ar pengar, og tí skal alt vera rætt og í lagi, sum gjørt verð­ur, sigur hon. Nú hevur so Kvf meldað út, hvussu Gekka-spælið verður av­greitt fríggjakvøldið kom­ andi. - Vit fara at halda fram, har vit sleptu. Vit hava funnið ein vinnara, sum sleppur at draga um høvuðsvinningin frá sein­ asta fríggjakvøldi. Jákupa Mikkelsen vísir á, at við tað, at eingin vinnari var ígjøgnum til høvuðsvinningin seinasta fríggjakvøld, kann KvF ikki við vissu siga, hvør høvuðsvinningurin í regluliga spælinum komandi fríggja­ kvøld verður. - Men, vinnarin frá seinasta fríggjakvøldi, sum sleppur at snara gekka-hjólinum beinan­ veg­in komandi fríggjakvøld, hev­ur longu nú sagt, at høv­ uðs­vinningurin verður deildur í trý. Tað merkir, at viðkomandi í mesta lagi kann vinna 700.000 krónur. Eftir verða so tær 1,3 miljónir krónurnar, pluss tær 100.000 krónurnar, sum koma upp á høvuðs­vinn­ ingin. Soleiðis kunnu vit við vissu siga, at høvuðs­vinn­ing­ ur­in í regluliga spælinum fríggja­kvøldið í minsta lagi verður á 1,4 miljónir krónur, sigur Jákupa Mikkelsen, fyri­ sit­ing­ar­leiðari í KvF. ERLA SLEPPUR AT SNA - Tá høvuðsvinningurin verður deildur í trý, er møguleikin at vinna alt frá 10.000 krónum til 700.000 krónur. Eg havi sligið meg til tols við, at 10.000 krónur er eisini ein góður vinningur, um so verður, sigur Erla Nielsen