týsdagur 16. juni 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 17. juni 2020 · Nr. 47
hjólinum, hevði eg í øllum før
um havt møguleikan at vunnið
10.000 krónur, og tað er í mín
ari verð eisini ein góður vinn
ingur. Sjálvandi hugsar tú
eisini um møguleikan at vinna
ein enn størri vinning, tá
møguleikin nú einaferð var
har - møguleikin, sum hetta
fríggjakvøld eftir øllum sólar
merkjum at døma fór í vaskið,
sigur hon.
Sleppur at draga
Tá Sosialurin skifti orð við
Erlu Nielsen mánamorgunin,
hevði hon einki hoyrt aftur úr
Kringvarpinum, men seinna
partin henda dagin ringdi tele
fonin hjá henni. Nú var tað
KvF, sum ringdi og fortaldi, at
hon var einasti reelli vinnari
hetta serstaka fríggjakvøld,
har tað gekk galið við tøknini í
Gekka-spælinum.
- Tá tey ringdu, spurdu tey
meg aftur um mítt kontrolltal,
og nú fekk eg at vita, at talið
var rætt. Tey søgdu, at tey líka
skuldu ringja til onkran aftrat
og so ringja aftur. Tá tey
ringdu aftur, fekk eg at vita, at
eg var tann, sum átti møgu
leikan at draga og at eg skuldi
sleppa at snara Gekka-hjólin
um komandi fríggjakvøld.
Erla Nielsen sigur, at hon er
ógvuliga spent, nú møguleikin
kortini beyðst.
- Eg havi fingið at vita, at
sambært skipanini var bara
ein vinnari hetta kvøldið, og
tað eri eg. Sjálvandi eri eg
spent, men eg royni at taka tað
rímiliga avslappað og vindi
meg ikki ov nógv upp. Bevíst
seti eg ikki vónirnar til tað
heilt stóra, tí so verður man
helst vónsvikin. Kortini má eg
viðganga, at tað hevði verið
fantastiskt, um hjólið steðgaði
á einum leypi. Eg havi sagt við
KvF, at eg fari at deila
upphæddina
í
trý
við
700.000 krónum í hvørjum
leypi.
Tað merkir so eisini, sigur
hon brosandi, at nakað undir
øllum umstøðum verður eftir
til Gekka-spælið, sum kemur
aftaná.
-
Tá
høvuðsvinningurin
verður deildur í trý, er møgu
leikin at vinna alt frá 10.000
krónum til 700.000 krónur. Eg
havi sligið meg til tols við, at
10.000 krónur er eisini ein góð
ur vinningur, um so verður,
sigur hon.
Eingin avgerð
Erla Nielsen sigur, at hon enn
onga avgerð hevur tikið um,
hvat hon ger, um hon skuldi
verið so heppin, at hjólið í
fyrsta drátti steðgar á eitt nú
20.000 krónum, sum faldað við
fimm hevði givið henni ein
vinning á 100.000 krónur.
- 100.000 krónur hevði verið
ein
fantastiskur
vinningur,
men lat okkum nú síggja, hvat
útfallið verður fríggjakvøldið.
Erla Nielsen leggur aftrat,
at tað, sum hon hevur fingið at
vitað frá SvF, er, at tey fara tey
at ringja til hennara, nakað
áðrenn nýggja Gekka-spælið
byrjar, og síðan sleppur hon at
snara gekka-hjólinum um høv
uðsvinningin
frá
seinasta
fríggjakvøldi.
ARA GEKKA-HJÓLINUM
Her eru tølini, sum Erla Olsen fekk í Gekka-
spælinum seinasta fríggjakvøld
- Tað hevði helst
verið øðrvísi, um eg
noyddist at endað
eitt stórt bingo við
nógvum fólki, sigur
verturin, Jan Gardar
Vilmund Jacobsen
Tað var gekka-verturin, Jan
Gardar, sum seinasta fríggja
kvøld noyddist at vera á
skíggjanum av avblása spælið
um tær tvær miljónir krón
urnar, sum høvuðsvinningurin
var hetta kvøldið.
- Ja, hvat skal man siga í
einari slíkari løtu? Eg visti, at
vit kundu ikki koma á mál við
spælinum um miljónirnar. Í
Kvf-stovuni ert tú mest sum
einsamallur, og tí følir tú teg
kanska ikki trýstan á sama
hátt, sum um tú kanska skip
aði fyri á einum stórum bingo
við nógvum fólki.
Jan Gardar sigur, at hann í
oyrasniglinum fekk at vita,
har neyðugt varð at avblása,
og tað gjørdi hann so.
- Fólk hava ofta sterkar
meiningar, tá slíkt hendir, men
her hevur merkiliga lítið verið
at sæð í sosialu miðlunum.
Hinvegin hevur onkur, sum eg
havi møtt, spurt meg um
hendingina,
og
hvussu
eg
hevði tað í KvF-stovuni.
Jan Gardar sigur, at seinasta
fríggjakvøld var ikki annað at
gera enn at pakka saman og
fara heim, tó at tað var keðiligt,
at hetta hendi.
- Tá eg fór avstað, var eingin
niðurstøða, men eg skilji, at
KvF saman við sínum veitara
og granskoðara nú hevur loyst
málið, og tað er gott, sigur Jan
Gardar.
ØÐRVÍSI Á EINUM STÓRUM BINGO