týsdagur 16. juni 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
17. JUNI 2020 · NR. 47
Sosialurin
18
JÓANSØKA 2020
Í hesum døgum
verður síðsta
hond løgd á eina
verkætlan, har
skúlabørn í Vági
taka upp sangir
Áki Bertholdsen
Í hesum døgum verður síðsta
hond løgd á eina verkætlan,
sum hevur nøkur ár á baki,
men sum av ymsum orøkum
steðgaði upp, men nú er gongd
í aftur.
Tónleikur er innspældur og
skúlabørn hava í hesum døgum
sungið inn nýggj løg, sum nýtt
hava verið í skúlanum.
Ætlandi
kemur
útgáva
burturúr, og í øllum førum
verða løgini á netið, og í tí sam
bandi hevur eisini verið skipað
fyri videoupptøkum farnu dag
arnar, so sjónbandaløg kunnu
gerast til løgini.
Nøkur løg og upptøkur
hava nøkur ár á baki, meðan
feskastu
upptøkurnar
eru
nýggjar. Talan er um sangir,
sum lærarin í tónleiki, Dagfinn
Olsen, hevur gjørt, og eisini
nøkur, sum hann hevur gjørt
saman við næmingum.
Kendir og góðir tónleikarar
spæla undir, og Tróndur Enni
hevur staðið fyri upptøkunum.
BØRN Í VÁGS
SKÚLA SPÆLA
SANGIR INN
Dronumyndir eru eisini nýttar í samband við upptøkur, so sjónbandaløg
kunnu gerast til sangirnar, sum børn í Vágs Skúla syngja
Mynd: Niels J. Eysturberg
Dagfinn Olsen
At korona-smittan tók seg
upp, og enn herjar, fer eisini
at merkja jóansøkuna í Vági
2020.
Men tó verður ikki heilt
onki til undirhalds á jóansøku.
Skótaliðið Royndin í Vági
plagar at skipa fyri ymiskum
á jóansøku, men hesaferð
hava tey kanska ein enn størri
leiklut, enn vanligt.
Mitt í bygdini verður stórt
tjald reist. Har verður bæði
café, barr og ein lítil pallur.
Har
hevur
Skótaliðið
Royndin skipað tað soleiðis,
at tónleikarar fara á pall bæði
fríggjakvøld og leygarkvøld.
Privat stuðla
- Skótarnir hava café, ghar
eittnú poppkorn, vaflur, kaffi
og sunkist er at fáa. Vb og
FC Suðuroy hava barrina í
tjaldinum. Livandi tónleikur
verður, og lokalir tónleikarar
fara á pall, og tað eru privat,
sum hava stuðlað, ella sum
eru sponsorar, so at hetta ber
til, og tað eru vit fegin um, tí
vit hava ikki staðið fyri slíkum
áður, sigur Marita Vester
gaard í Lágabø, ið umboðar
skótarnar.
Hon ivast í, um hetta hevði
borið til, uttan sponsorar.
- Fríggjakvøldið far Gud
mund Larsen og Rúni í Lága
bø á pall í tjaldinum. Leyg
ardagin- og kvøldið er tað
Orðið á Borðið fra Frelsunn
arherinum og Krikjukórið
Ljómur, ið seta dám á. Eisini
fara Harmadun akk. Duo á
pall, og eru hetta Poul Arni
Holm of Uni Debess. Síðani
fara Hans jacob og Vinmenn á
pall. So er steðgur í tjaldinum,
men stóra Syngið Við tiltakið
er, men aftaná tað fara Ingi
og Danny á pallin í tjaldinum,
og tá teir eru lidnir fara fólk
óivað at hugna sær á Jugga,
har tónleikur er við Hjalmar &
Co, sigur Marita Vestergaard í
Lágabø.
Ymiskt til undirhalds
Hon greiðir frá,at eitt minni
tjald eisini verður reist á sama
stað, har eisini ymiskt er til
undirhalds, eitt nú vognurin
við skjótibana og okkurt verð
ur eisini til børnini.
- So er bert at vóna, at veðr
ið er til vildar á jóansøku, men
um tað verður regn, so sum
veðurmaðurin væntaði fyrr
í vikuni, so eru tjøldini góð
at vitja, sigur Marita Vester
gaard í Lágabø.
Tónleikur og Café í
stórum tjaldi í miðbýnum
Tónleikur verður í stórum tjaldi á
jóansøku, og skótarnir skipa fyri,
og teir fegnast um, at hava fingið
privatar sponsorar, so at hetta ber til
Hóskvøldið á jóan
søku fer skaldið
NePtuN at lesa
tættir og yrkingar
Dagfinn Olsen
Jóansøkan byrjar hóskvøldið.
Tá fer Niels Petur Nolsøe,
kendur sum NePtuN, at lesa
tættir og yrkingar, og Hjalmar
Magnussen spælir tónleik.
Niels Petur er kendur sum
tættayrkjari,
og
serstakliga
var tað mongu árini, har hann
saman við Robert McBirnie og
Petur Nolsøe, GoyaPetur, stóð
fyri undirhaldinum á nýggjárs
veitslunum í Vági, at mangir
tættir sóu dagsins ljós. Men
tó hevur hann yrkt til mong
onnur høvi og enn kemur
fyri, at tættir hansara eru at
hoyra, tá kringvarpi skipar fyri
undirhaldi.
Men ikki bert tættir er hann
kendur fyri. Eisini yrkingar
hansara eru kendar, har serliga
náttúran hugtekur skaldið.
Hann hevur givið út tvey
yrkingasøvn; Smátúgvur og
Um Heimlig Tún.
Hann hevur yrkt til veitlsur
og til ítróttafeløg, og orðini til
sangin heimbygdin Vágur, sum
Hans Jacob Hjelm setti lag til
og syngur, eigur NePtuN eisini.
- Eg fari ikki bert at lesa
yrkingar. Eg fari eisini at taka
onkran av gomlu og skemtiligu
tættunum fram, og kanska fara
vit at syngja onkran teirra sum
felagssang, sigur Niels Petur
Nolsøe.
Á Jugga hetta kvøld luttekur
eisini Hjalmar Magnussen við
guitarspæli og sangi.
NePtuN lesur yrkingar á Jugga
- Tað eru privat, sum hava
stuðlað, ella sum eru sponsorar,
so at hetta ber til, og tað eru
vit fegin um, tí vit hava ikki
staðið fyri slíkum áður, sigur
Marita Vestergaard í Lágabø,
ið umboðar skótarnar
Mynd: D. Olsen