Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2020síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 17. JUNI 2020 · NR. 47 Sosialurin 19 JÓANSØKA 2020 Ein náttúruperla í Suðuroy skal gerast til friðskjól fyri tey, sum dáma at svimja á sjónum og tað royna tey nú at fáa hópfígging til Áki Bertholdsen Tey yngstu eru tannáringar og tey elstu nærkast teimum 90. Jú, sanniliga er tað ein fjøl­ broyttur skari, sum plagar at hittast í Tjaldavík ímillum Hov og Ørðavík í Suðuroy. Hóast tey eru ógvuliga ymisk í aldri, hava tey eitt í felag, og tað er, at teimum dám­ ar at svimja á sjónum. Fólk hava altíð svomið á sjón­um av og á, men hesi síðstu tvey árini hava tey í Suðuroy sum hava hetta ítrivið, skipa seg í eitt felag og sett tað í eina fasta skipan. Sostatt stovnaðu tey felagið, Sjó­dypp, í oktober í 2018, og Tina Tausen, sum er forkvinna í Sjódyppi, sigur, at tey eru gott og væl 40 limir. Nakrir menn eru lim­ir, men tey flestu eru kvinn­ur. Limirnir eru úr allari Suður­ oynni, og tey hava eisini limir norð­an eftir, sum eru við, tá ið tey eru í Suðuroy og ferðast. Hóast tey eru yvir 40 limir, eru tey ikki líka virkin øll, men aloftast eru tey eini 10-15, sum møtast í Tjaldavík at svimja nakrar ferðir um vikuna, alt eftir, hvussu tað viðrar – og tað gera tey bæði summar og vetur. Eisini á Jóansøku skipa tey fyri tiltaki í Tjaldavík, har tey bjóða fólki at leypa útí, og tá ið tey koma upp aftur, hava tey eisini okkurt gott til góman. Tað er ikki av tilvild, at tey hava gjørt av at leggja mið­ støð­ina í Tjaldavík. –  Tað er ein náttúruperla í Suðuroynni við møl og sandi og ein­um hólmi beint undir landi, sigur Tina Tausen. Men samstundis er Tjalda­ vík eisini at kalla mitt í Suður­ oynni, so øll hava at kalla líka langt at ferðast, sama hvaðani í Suðuroy tey eru. Og viðrar tað ikki í Tjaldavík, kann tað saktans henda seg, at tað viðrar í Ørðavík, sum er beint við. Ein serstøk kensla Tina Tausen sigur, at tað er ein heilt serstøk kensla at svimja í tí kalda sjónum. – Tað er ein lítil skelkur fyri krop­p­in at koma í so kalt vatn, og tað fær rættiliga gongd á. Tað gevur eina ótrúliga væl­ veru og onkur hevur sagt, at tað er ordilig motión fyri æðr­ ar­nar, sum taka seg saman í kulda­num, og geva seg so aftur, tá ið varmi kemur í kroppin aftur. –  Eg føli meg frískari og sterk­ari og tað er gagnligt fyri blóð­trýstið. Og so hjálpir tað væl upp á sjúkur í andaleiðini, sigur hon. Hon sigur, at tað kann ein lim­ur hjá teimum skrivað undir upp á, tí hon var illa plágað av bro­n­kit­is, og øðrum og tók pensill­in javnan og savnan. Síðani hon fór at svimja á sjón­ um, hevur hon ikki merkt tað minsta til tað. Eitt friðskjól við sauna og umklæðingarrúmi Forkvinnan í Sjódyppi sigur, at nú verður arbeitt við at gera um­støðurnar hjá teimum í Tjalda­vík, betri. –  Tjaldavík skal vera eitt frið­skjól fyri tey, sum dáma at svimja á sjónum, sigur hon. Tí arbeiða tey nú fyri at fáa eitt lítið felagshús í Tjaldavík við umklæðingarrúmi, brúsu og, ikki minst, eini sauna, sum fólk kunnu fara í tá ið tey koma upp aftur, so at fólk kunnu fáa hita í seg aftur. Ætlanin er eisini at gera eina lítla, snøgga gøtu oman á sjógv, tí viðhvørt kann tað vera so hált, at tað er ikki ráðiligt at ganga. Tina Tausen sigur, at tey eru komin rættiliga langt við fyrireikingunum og tey hava longu fingið loyvi frá kom­ mun­uni, frið­ingar­myndug­leik­ un­um, og frá hagastýrinum til at gera tað. Men nú mangla tey peng­ar­ nar og tey vænta, at tað fer at kosta einar 500.000 krónur at fremja ætlanina. Í eini roynd at útvega pen­ ing, eru tey tí farin á Hóp­ fígging á internetinum, har al­ menn­ingurin fær høvi at seta pen­ing í ætlanina. Og fyribils gongur væl, tí higartil hava tey savna pen­ing inn í einar 14 dagar, og mána­ dagin høvdu tey fingið 33.750 krónur. Men tá vóru framvegis 28 dagar eftir at savna pening saman í, og tey hava góðar vón­ ir um at røkka á mál. Sí meiri á www.hopfigging. fo, har tað ber til at lesa meiri um hesa ætlanina og har tað sæst, hvussu tú kanst vera við til at fíggja ætlanini. Seinni er eisini ætlanin at gera eina baðibrúgv við stiga nið­ur í sjógv, men tað liggur ikki í kortunum í hesum sam­ bandi. BJÓÐA FÓLKI AT LEYPA Á BLÁMAN Á JÓANSØKU Soleiðis hugsa tey sær at nýggja felagsjúsið við umklæðingarrúmi og sauna, fer at síggja út Tað er ikki av tilvild, at tey hava valt sær Tjaldavík at svimja í Mynd: Bjartur West Tey siga, at tað er balsam fyri likam og sál at svimja á sjónum Mynd: Bjartur Vest