týsdagur 16. juni 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
17. JUNI 2020 · NR. 47
Sosialurin
22
JÓANSØKA 2020
Tey, sum melda seg
til, fáa seg ordiliga
roynd í kapping,
sum verður í Vági
fríggjakvøldið
Áki Bertholdsen
Sum vanligt verður ítróttur ein
høvuðstáttur á jóansøku og í ár
fara tey at undir eitt nýtttiltak
í so máta.
Seinnapartin
fríggjadagin
verður nevniliga FM í ½
Ironman á jóansøku í Vági, og
fyrirreikararnir siga, at hetta
er samstundis fyrsta kappingin
av hesum slagi í Føroyum.
Tey, sum melda seg til, fáa
seg ordiliga roynd, tí tey skulu
svimja 1.900 metrar, síðani
skulu tey súkkla 90 kilometrar
og at enda skulu tey senna
eitt hálvt maraton, ella 21,1
kilometur.
Kappingarnar eru á alfara
vegi, so vanligar ferðslureglur
eru galdandi, men fólk fara
at vera til staðar at hjálpa til,
har tey vænta, at nógv ferðsla
verður.
Tað verður á plássinum við
Torgið í Vági, at ítróttarfólkini
skifta frá at súkkla til at renna,
og har verður eisini málið.
Kappingin byrjar klokkan
17. Fríggjadagin og trý tey
fremstu, bæði hjá kvinnum og
monnum, fáa heiðursmerki.
Leygarmorgunin
verður
lagt hart út tí longu klokkan
11 verða kappingar í sprint og
mini-triatlon og beint eftir
kappróðurin, ella klokkan 18
leygardagin, fara tey á sjógv við
Pálshøll, har tey svimja einar
500 metrar út á fjørðin, áðrenn
tey venda við aftur.
Og í fótbóltinum verður
høvuðsdysturin klokkan 19.
Leygardagin, tá ið FC Suðuroy
og Royn spæla steypadyst.
Men fríggjakvøldið klokkan
20 verður ein annar forvitnis
ligur dystur á Eiðunum, tá ið
gamlir spælarar úr TB og FC
Suðuroy fara at spæla ímóti
hvørjum øðrum.
Á Rock Trawldoors
í Vági arbeiða teir
við orkusparandi
projekti til
partrolaraflotan, og
teir arbeiða eisini
við fjarstýrdum
lemmum til flótitrol
Vilmund Jacobsen
- Einki kemur av ongum, sigur
stjórin í Rock Trawldoors, Hans
í Líðini, samstundis sum hann
ásannar, at øll nýmenning
kostar pengar.
Rock Trawldoors í Vági varð
stovnað hin 4. oktober í 2004,
og á virkinum hava teir gjørt
lemmar, rulluvektir, alidregg
og ymiskt annað. Uppgávurnar
aftrat
høvuðsframleiðsluni
hava verið ymiskar, og eitt nú
hava teir eisini klætt lastir á
lastbilum við hardox-stáli.
Rock Trawldoors eigur stór
an vinnubygning, og fyritøkan
eigur eisini lutfalsliga nýggj
og stásilig skrivstovuhøli við
høvuðsvegin mitt í býnum í
Vági.
Á Rock Trawldoors gera teir
trollemmar til trolarar kring
meginpartin av knøttinum.
Eitt tað nýggjasta hjá slóð
brótandi fyritøkuni í Vági er,
at teir nú eisini gera lemmar til
reiðarí á Falklandsoyggjunum.
Hans í Líðini vísir á, at
Grønland hevur fingið nógvar
nýggjar trolarar seinastu árini,
og flestu teirra eru kundar hjá
Rock Trawldoors í Vági.
- Onkrir av trolarunum hava
bara rulluvektir frá okkum, og
aðrir hava bæði lemmar og
rulluvektir.
Stjórin
sigur,
at
síðan
Rock Trawldoors byrjaði sítt
virksemi í 2004, hava russar
keypt nógv í Vági, og Ísland
og Grønland eru eisini stórir
marknaðir hjá fyritøkuni.
- Taka vit føroyska marknað
in, hava allir teir smáu trolbát
arnir lemmar úr Vági og onnur
størri skip, sum eisini eru
kundar hjá felagnum, eru eitt
nú Gadus, Akraberg, Enniberg,
Arctic Viking og djúpvatns
trolarin, Steintór.
Fyri hálvum triðja ári síðan
koyrdi Rock Trawldoors eitt
spildurnýtt modell av lemmum
til flótitrol - nevndir Sea-Eagle -
umborð á uppsjóvarskipið Finn
Fríða, og har hevur gingist sera
væl.
- Hetta hevði við sær, at
grønlendsku skipini, Svend C
og Tuugaliq, fingu sær lemmar
av hesum slag, og eisini hjá
teimum hava lemmarnir roynst
sera væl.
Í fjør heyst fór so eisini eitt
sett av hesum Sea-Eagle lemm
unum umborð á Norðborg, og
stjórin sigur, at teir higartil
bara hava fingið góðar aftur
meldingar frá teimum.
NÝGGJ KAPPING Í VÁGI – FYRI
FYRSTU FERÐ Í FØROYUM
Selja lemmar kring knøttin