týsdagur 16. juni 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 17. juni 2020 · Nr. 47
HEILSA
Vilmund Jacobsen
- Koronakreppan hevur
viðført eina stóra mink
ing í talinum av ávísing
um av krabbameinssjúk
lingum til sjúkrahúsini.
Men, nú skulu øll segl
setast til, soleiðis at tað,
sum liggur á láni, verður
heintað innaftur.
Tað sigur Jesper Fisker,
sum er fyrisitingarstjóri í
Kræftens Bekæmpelse.
Tað er ein nýggj frá
greiðing
hjá
danska
Heilsustýrinum,
sum
vísir, at hetta er støðan.
- Vit vita, at skjót við
gerð móti krabbameini
bjargar lívi. Jú, fyrr, tess
betri. Tað er høvuðsregl
an. Tí er tað týdningar
mikið, at tað, sum liggur
á láni, verður heintað inn
aftur sum skjótast, leggur
hann aftrat.
Fyrisitingarstjórin
vísir á, at um øll segl nú
ikki verða sett í hesum
sambandi, stúrir hann
fyri sjúklingunum, bæði
tá ræður um heilsu og
møguleikunum at yvir
liva.
Nógv færri ávísingar
Jesper Fisker vísir á, at
viðgerð
móti
krabba
meini og øðrum lívs
hættisligum sjúkum ikki
skuldi víkja fyri umlegg
ingum í samband við
korona-støðuna,
men
vísandi til frágreiðingina
hjá Heilsustýrinum er
kurvan við ávísingum í
hesum tíðarskeiði fallin
við umleið einum triðingi.
- 44 fólk doyggja um
dagin av krabbameini í
Danmark. Tí tykist tað
púrasta
burturvið,
at
uppmerksemi framvegis
er vent móti deyðsføllum
í samband við korona-
smittu - einum tali, sum
næstan er null. Tað er
tíverri eingin orsøk at
halda,
at
krabbamein
hevur nakra ”pausu”, tí
vit hava havt korona. Tí
skulu vit nú hava viður
skiftini upp á pláss aftur
uttan drál, sigur Jesper
Fisker.
Hann vísir á, at talið av
ávísingum tó er vaksið í
endanum av kanningini
hjá Heilsustýrinum, sum
fevnir
um
byrjanina
av mai. Kortini eru her
umleið 15 prosent færri
ávísingar, enn tað vóru
fyri korona, og soleiðis
áðrenn Danmark fór nið
ur í ferð.
Jesper Fisker er glaður
fyri, at Heilsustýrið vísir
á hesi tøl, og at eisini
verður víst á hesi viður
skifti í regiónunum og
millum læknarnar kring
um í landinum.
- Bæði myndugleik
arnir
og
feløgini
hjá
læknunum heittu longu
tíðliga í korona-kreppu
ni á fólk um at leita
sær læknahjálp, um tey
merktu
broytingar
í
likaminum, sum kunnu
benda á, at talan møguliga
er um krabbamein, sigur
Jesper Fisker.
Sjúklingar til lækna
Í byrjanini av kreppuni
kundi tað í løtum vera
trupult at sleppa framat
hjá
kommunulækna
-
kanska tí, at tørvur var
á verndarútgerð, og tað
tískil ikki læt seg eins væl
gera at fara til lækna.
- Tann trupulleikin er
tíbetur loystur nú. So,
nú snýr tað seg um tvey
ting - at fáa sjúklingar
til lækna og at tryggja,
at
sjúkrahúsini
hava
neyðugu arbeiðsorkuna
til at viðgera krabba
meinssjúklingarnar, sigur
Jesper Fisker.
Fyrisitingarstjórin
í
Kræftens
Bekæmpelse
leggur aftrat, at felagið
væl kundi hugsað sær,
at Heilsustýrið, regiónir
og læknar gjørdu enn
meira við at greiða frá,
at sjúklingar nú trygt
kunnu venda sær til
lækna.
Tekin um krabbasjúku
Kræftens
Bekæmpelse
hevur havt fleiri átøk
bæði í pappírsmiðlum
og sosialum miðlum, har
felagið hevur eggjað fólki,
sum kenna sær mein, at
vera varug við tekin um
krabbasjúku.
-
Heilsuverkið
ger
tað, tey kunnu, til tess
at verja sjúklingar móti
korona-smittu, og her er
arbeiðsorka til at viðgera
lívshóttandi sjúkur sum
eitt nú krabbamein, sig
ur umsitingarstjórin í
Kræftens
Bekæmpelse,
Jesper Fisker, sum legg
ur
aftrat,
at
felagið
fegið vil hjálpa til við
átøkum,
sum
kunnu
vera við til at tryggja,
at
viðurskiftini
kring
krabbameinssjúklingar
gerast vanlig aftur.
TAÐ FORSØMDA SKAL
NÚ HEINTAST INNAFTUR
- 44 fólk doyggja av krabbameini í Danmark um dagin. Tí tykist tað púrasta burturvið, at
uppmerksemi framvegis er vent móti deyðsføllum í samband við korona-smittu - einum tali,
sum næstan er null. Tað er tíverri eingin orsøk til at halda, at krabbamein hevur nakra ”pausu”,
tí vit hava havt korona, sigur Jesper Fisker, umsitingarstjóri í Kræftens Bekæmpelse
- Vit kundu væl hugsað okkum, at Heilsustýrið, regiónir og læknar gjørdu enn meira við at greiða frá, at sjúklingar nú trygt kunnu venda sær til lækna, sigur Jesper Fisker