týsdagur 16. juni 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juni 2020 · Nr. 47
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Alt á einum stað
Vit útinna allar uppgávur í sambandi
við eina jarðarferð frá byrjan til enda
• Kistur
• Sangir, blómur og kransar
• Sangarar (í Tórshavn)
• Ervi
• Líkflutningur til og úr Føroyum
• Líkbrenning (Kremering)
Tel. 51 17 23
www.gravarhjalp.fo
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá elskaði maður, pápi, verfaðir
og abbi okkara
Hilmar Frank Samuelsen
f. 23. juni 1961 – d. 12. september 2019
andaðist og var jarðaður.
Tøkk til starvsfólkið á Aalborg Universitets
Hospital Syd, deild 1, og patienthotellið fyri
umsorgan og linna.
Ein serlig tøkk til Onnu og Hans Djurhuus
frá samkomuni, Malta, fyri seinastu
bønarløtuna við sjúkrasongina.
Smyril Line skal eisini hava eina serliga
tøkk fyri at føra Hilmar á hansara seinastu
sjóferð.
Ein stór tøkk til prest, kirkjutænarar,
sangarar og berarar.
Ein hjartans tøkk til tykkum øll, sum á
ymsan hátt hjálptu til við jarðarferðini og
ervinum. Í hesum sambandi, vilja vit veita
eina serliga tøkk til tykkum, Hannebeth og
Magna Garðalíð, fyri tykkara stóra
hjálpsemi.
Tøkk fyr blómur og minnisgávur til
krabbameinasfelagið.
Hjartans tøkk øll somul.
Familjunar vegna
Anna Maria, Heidi, Eilif, Gunnrið, Mia og
Hilma
TØKK
Agnar Nielsen
f. 06.11.1928 Ɨ 03.05.2020
Vit takka øllum hjartaliga, fyri sýnda
samkenslu, tá ið okkara elskaði Pabba,
abbi, verfaðir, langabbi, og oldurabbi,
andaðist og varð jarðaður.
Takk til tykkum øll, sum hjálptu
til jarðarferina
Takk til tykkum øll, sum bakaðu,
og á annan hátt hjáltpu til, til ervið.
Takk fyri øll tey vøkru minningarorð.
Takk til prestarnir, Mariu Sommers
og Una Næs.
Takk fyri vakra sangin
og sálmasangin í kirkjuni.
Takk fyri blómur, kransar, heilsanir
og peningagávur til Vestmanna Kirkju.
Takk til tykkum øll, sum fylgdu honum
til hansara síðsta hvíldarstað.
Marjun, Vinnie, Eyðgerð, Jóna, Herit,
Guðrun, Bjarni, Randi og Regin við familiu.
TØKK
Arne Lambá Miðvágur
06-10-1941 - 21-04-2020
Vit vilja hjartaliga takka øllum fyri sýnda
samkenslu, tá kæri bróður, svágur, mammu
og ommubeiggi okkara, andaðist, og fór
til gravar. Takk til Ingu prest fyri góð orð,
takk til tykkum á B6 fyri góða umsorgan, til
kirkjutænarar, gravarar og sangarar.
Takk til Jón Eli og Jóhan fyri vakran sang.
Takk fyri allar bønir og minnisgávur til
Miðvágs Kirkju.
Hanna, Eivin
Jón Eli v/fam
Høgni v/fam
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaði
maður, pápi, verpápi og abbi
Thormann Vang
f. 19.08.1953 d. 21.11.2019
andaðist og varð jarðaður.
Takk til øll, sum møttu í kapellinum á
Landssjúkrahúsinum og í Tvøroyrar kirkju og
fylgdu honum seinastu ferðina.
Takk til starvsfólkini á B6, manningina á
Smyrli, prestar, kirkjutænarar, sangarar og
berarar. Somuleiðis hjartans tøkk til øll,
sum hjálptu við ervinum og vístu okkum
umsorgan á ein hvønn hátt.
Stóra takk fyri blómur, kransar og pening til
Krabbameinsfelagið.
Vegna tey avvarandi
Herfríð, Mortan, Óluva og Magnar
UMHVØRVISGÓÐKENNING
Umhvørvisstovan hevur hin 16. juni 2020, sambært
løgtingslóg um umhvørvisvernd, góðkent:
Kryvjivirkið hjá
P/F Mowi Faroes,
Heygsstøð 2, 490 Strendur.
Góðkenningin er almenn og kann síggjast á
Umhvørvistovuni og á www.us.fo.
Avgerðin kann kærast til
landsstýrismannin í umhvørvismálum.
Møgulig kæra skal innan 4 vikur sendast til :
Umhvørvisstovan, Traðagøta 38,
FO-165 Argir ella til us@us.fo