Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2020 SOSIALURIN 48 4 ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO V árið 2020 – tá korona­ smittan legði so at siga allan heimin fyri fót - fer uttan iva í heims­ søguna. Í komandi tíðum fara vit at minnast aftur á hesa tíðina, og ta ávirkan hon hevði á bæði mannalív, heilsu og búskapin. Men hjá Ingu og Boga Thomsen í Fuglafirði hevur várið á allar mátar verið ógloymandi. Parið var nýliga flutt í nýumvæld hús saman við skjótt tvey ára gomlu dóttir teirra Talitu, brúdleyp stóð fyri framman, og Inga hevði júst funnið útav, at hon aftur var við barn. – TAÐ ER NÓGV MEN IKKI RÆÐANDI – Eg eri nústani nú byrjað at fanga tað ordiliga, hóast eg havi verið í skannaranum fleiri ferðir, har eg síggi, hvussu tey vaksa, og hvussu gott tey hava tað. Tað er tó kortini torført at skilja, og eg vænti, at eg fari at fanga tað ordiliga, tá tey eru fødd, sigur 32 Inga Thomsen, sum gongur við tríburum. Frammanundan eiga hon og maður hennara Bogi Thomesen eina dóttir, sum verður tvey ár í august PERSÓNSØGA Bogi og Inga vænta tríburar: tríburarnir hjá Boga og Ingu í viku 22 Tríburi “A” er ein genta, tríburi “B” er ein drongur og tríburi “C” er ein genta. Enn vita læknarnir ikki, um genturnar eru eineggjaðar, men tað er møguligt