Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2020 SOSIALURIN 48 5 So kom søguliga Grækaris­ mess­an, tá løgmaður setti før­ oyska samfelagið niður í ferð – til­mælini um at savnast í stórum bólk­um vórðu herd, beint áðrenn brúdleypið skuldi standa, og parið fekk teirra lívsins sjokk í skann­ ar­anum somu vikuna, tá læknin fyrst sá eitt fostur, síðani eitt næsta og so eitt triðja. Nú hevur skelkurin lagt seg, brúdleypið er av, og tey gleðast um, at tey um stutta tíð fara frá at vera trý til at verða seks. Sjokkið frá ongum til trimum – Eg fór at bløða tíðliga í við­gongu­tíðini, og eg fekk at vita frá lækn­anum tá, at sannlíkindini fyri, at eg fór at missa barnið vóru stór. Lækn­in bað meg fara heim at hvíla meg í eina viku. Hetta var eina viku áðrenn brúdleypið, so tað bar sjálvsagt ikki til, flennir 32 ára gamla Inga Thomsen, sum nú er í 22. viku í viðgongutíðini. Inga vildi vita nærri, áðrenn brúd­leypið skuldi standa, og hon fekk tí eina tíð til trygg­leika­ skanning hjá Snýðinum í Runavík. – Eg var so nervøs áðrenn skann­ingina, men skannarin fang­ ar eitt sterkt hjartaljóð við tað sama. Tað var eitt lætti, og vit fella bæði gleðistár. Vit hugsavna okk­ um um gleðina og hvønn annan, meðan hon skannar víðari, sigur Inga Thomsen. – Vit sóu á henni, at okkurt var áfatt, tí hon hevði eitt skálkasmíl. Hon hugdi beint í eyguni á mær og síðani í eyguni á Ingu, áðrenn hon sigur nakað, leggur 36 ára gamli Bogi Thomsen aftrat. – Síðani sigur hon, at her er faktiskt eitt aftrat. Vit brustu út­úr at flenna. Tað fór frá grátri til lát­ ur við tað sama, tí beiggi mín og kona hansara væntaðu sær eisini tví­burar tá. Meðan vit flenna og eru ikki sørt sjokkeraði, sigur hon, at her eru faktiskt trý, sigur hon síðani. – Tá var pinnastilt, og eg spurdi hana, um hon tvætlaði, leggur Inga Thomsen síðani aftrat. Spurd um, hvat tey hugsaðu, tá tey fingu boðini, flenna tey bæði tvey aftur. Bogi Thomsen greiðir frá, at tey upplivdu allar hugsandi kenslur hendan dagin, frá tí at tey sótu óttafull og bíðaðu eftir, um Inga hevði mist, og til at tey fingu gleðiboðini um, at har vóru ikki bert eitt ella tvey men heili trý lív í búkinum. – Trý er meir enn vit hava hend­ur. Tað er nógv, men tað er ikki ræðandi. Vit eru glað, takksom og ovfarin, sigur Bogi Thomsen. – Eg eri nústani byrjað at fanga tað ordiliga, hóast eg havi verið í skannaranum fleiri ferðir, har eg síggi, hvussu tey vaksa, og hvussu gott tey hava tað. Tað er tó kortini torført at skilja, og eg vænti, at eg fari at fanga tað ordiliga, tá tey eru fødd, sigur Inga Thomsen. Tá ein kvinna gongur við trí­ bur­um, er vandin at eiga teir ov tíð­liga sera stórur. Eisini eru aðrar komplikatiónir vanligar, og tí varð Inga sjúkrameldað 6. mars, tí hon skal einki gera, meðan hon gongur við tríburunum. Tey greiða bæði frá, at familja og vinir hava øll reagera næstan akkurát líka, tá tey hava fingið tíð­indini um tríburarnar. – Øll hava fingið eitt sjokk. Fyrst var tað ein lætti, tí eg ikki hevði mist barnið, og so kom lát­ur­ in, tá tey fingu at vita, at har vóru tvey, og so stóra sjokkið tá tey fáa at vita, at tað eru trý, sigur Inga Thom­sen frá. – Nú vita øll tað, og vit fáa við­merkingar, tá vit eru úti. Tað er ordiliga stuttligt, tí tað er so serstakt, siga tey bæði. Viðgongutíðin gongur væl – Eg eri ræðuliga móð alla tíðina, og eg fái illa sovið, tí eg vakni, tá eg skal venda mær, og eg droymi strævnar dreymar, har eg eri í strongdum støðum. Annars havi eg tað ómetaliga gott, og kenni meg ikki illa fyri, sigur Inga, sum fyrr hevur fingið eina gastric bypass skurðviðgerð og eina skurðviðgerð seinni fyri at stramma búkvøddarnar og skera burtur avlopshúð. Inga greiðir frá, at hesi inntrivini kunnu bæði ávirka við­gongu­ tíðina. Skurðviðgerðin hev­ur við sær, at Inga sum barna­ kona er í vanda­ bólki, tí tað kann verða trupult at geva børnunum alla ta føðslu, teim­ um tørvar í móðurlívi. – Tá eg gekk við Talitu, var eg so bangin fyri, at hon ikki fór at fáa røttu føðsluna, so eg át og át, inntil eg varð sjúk. Tá vóru tøl­ini ikki, sum tey skuldu, so eg tók fleiri blóðroyndir. Men í hesi við­gongutíðini hevur tað gingið gott, og allar blóðroyndirnar hava verið góðar, greiðir Inga Thomsen frá. – Nú eti eg á leið tað, sum eg skal. Eg eti alla tíðina, flennir hon. Sakna hjálp Í fjør varð løgtingslógin um barsils­ farloyvi broytt, og barsilstíðin hjá fleirburaforeldrum varð longd úr 50 til 52 vikur, og hon skal nýtast innan 52 vikur eftir barnsburð. Hjá einburaforeldrum varð hon longd Framhald á síðu 6 Trý er meir, enn vit hava hendur. Tað er nógv, men tað er ikki ræðandi. Vit eru glað, takksom og ovfarin Inga, Bogi og Talita gleða seg til familjan seint í summar verður tvífaldað Visti tú? Tá ein kvinna gongur við tríburum, má lívmóðurin tambast, til hon næstan er 1000 ferðir størri enn vanligt. Visti tú? FÝRA TRÍBURAR S EINASTU 35 ÁRINI Tøl frá Hagstovuni vísa, at tað er tað komið fyri fýra ferð síðani 1985, at tríburar eru føddir í Føroyum. 1990 tvær gentir og ein drongur 1990 tríggjar gentir 1999 tríggir dreingir 2004 ein genta og tveir dreingir