hósdagur 18. juni 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2020
SOSIALURIN 48
6
úr 46 til 48 vikuum og skal nýtast
innan 52 vikur eftir barnsburð.
Inga og Bogi Thomsen eru
samd um, at hóast barsilsskipanin
í Føroyum er góð, er hon ikki væl
egnað til fleirburaforeldur.
– Tað er munur á, at fáa eitt og
at fáa fleiri børn. Nú fái eg trý børn
í senn, og tað kann eg ikki gera við,
men hevði eg fingið tey trý upp á
trý ár, so høvdu tey fingið hvør sítt
barsil. Nú fái eg eitt lítið ár, og eg
haldi, at tað er alt ov stutt. Um alt
gongur gott, so eiga vit fýra børn,
tá summarið er av, men eg havi
verið í barsil tvær ferðir, hóast
eg havi goldið í skipanina í mong
ár frammanundan, sigur Inga
Thomsen.
– Vit hava eina fanstastiska
góða skipan í Føroyum, men hon
hevur tíðiligar manglar, og tað er
tí at hon er spreidd millum alment
og kommunalt, leggur Bogi Thom
sen aftrat.
– Eg havi tosað við sosialu
deild í Fuglafjarðar kommunu og
greitt frá, hvat eg haldi vera størsti
trupulleikin. Eg ynski okkum ikki
tvey ella trý barsil. Eg sakni tó, at
tað er møguligt at fáa praktiska
hjálp, sum stuðlar okkum í at hava
tamarhald av gerandisdegnum,
greiðir Bogi ærliga frá.
– Tað verður trupult hjá Ingu
at vera heima hjá øllum trimum
nýføðingunum alla barsilstíðina.
Eg ivist ikki í, at hon megnar tað
eina tíð, men til endans verður
sálarliga- og kropsliga trýstið ov
stórt, sigur hann.
– Í fyrstu atløgu sendi komm
unan ábyrgdina víðari til
Almannaverkið, og Al
mannaverkið segði,
at tey hava eina
tænastu, sum
eitur Familju
ískoyti, sum vit
ikki hava rætt
til, tí vit hava
ogn, sum er hægri
enn 30.000 krónur.
Vit fingu tó at vita,
at vit kundu søkja um
stuðul til einstakar íløgur, sum til
dømis stólar, klæðir ella líknandi.
Hóast tað kann hjálpa, so er tað
ikki tað, sum vit sakna. Vit sakna
hjálpina til okkum sum foreldur
og par, staðfestir hann.
– Tann bólturin liggur hjá
kommununi nú, og samskifti við
tey eru í gongd. Vit hava ein fund
við tey í næstum, og vit vóna, at
kommunan loftar hesum ítøkiliga
og einkla málinum. Hetta krevur
einki, men hetta kann hava ómeta
liga stóra ávirkan á okkara lív, sig
ur hann so.
– Tað ber ikki til hjá eini mammu
at ansa eftir trimum óhjálpnum
børnum í eitt so langt tíðarskeið.
Allar mammur høvdu havt sama
trupulleika. Okkara ynski er, at vit
kunnu fáa onkran at hjálpa Ingu,
tá hon er einsamøll. Tað allarbesta
hevði verið, um kommunan setti
ein persón í ásetta tíð, tí tað
kann eisini fyribyrgja, at Inga í
barsilstíðini verður ovbyrðað ella
strongd, leggur hann aftrat.
Hann greiðir
víðari frá, at í Ing
usa
føri
hevði
mamma hennara
kunna hugsað sær at
hjálpt til, men hon hevur
eisini eitt starv, sum hon má
røkja.
– Tað er óskipað í míni verð, um
tað verður soleiðis, at eg má skaffa
mær sjúkramelding í barsilstíðini.
Tað er ikki í lagi, at eg potentielt
seti mítt starv í vanda og missi
inntøku, tá eg eri sjúkrameldaður,
staðfestir hann.
Serstakt brúdleyp
Tað gekk ikki long tíð, áðrenn
nærmasta familjan fekk gleðiboð
ini um, at Inga gekk við tríburum.
Familjan visti, at hon var farin at
bløða og var farin til kanningar. Tí
fingu tey eisini nýggju tíðindini,
eftir at Inga hevði verið í skann
aranum.
Hetta var somu viku, sum Inga
og Bogi Thomsen skuldu giftast,
men tilmælini um at savnast í
stórum bólkum vórðu herd, og
brúdleypið varð eisini merkt av
hesum.
Brúdleypsdagurin var leyg
ardagin 14. mars. Ætlanin var, at
tey skuldu hava á leið 200 gestir
til brúdleypið.
– Vit høvdu glett okkum í langa
tíð, og tað var so spennandi. Men
vit fingu at vita fýra dagar fyri
brúdleypið, at vit skulu hava
trillingar. Tá fingu vit ikki hug
savnað okkum um nakað annað,
hóast vit gleddu okkum til brúd
leypið, siga tey bæði tíðiliga spent.
– Týsdagin, eftir at vit høvdu
fingið gleðiboðini um tríburarnar,
var líka við, at tað var líkamikið
við brúdleypinum, tí tað fylti so
mikið nógv, sigur Bogi Thomsen.
– Alt varð broytt. Ístaðin fyri
ætlaðu 200 gestirnir, komu 23
fólk í brúdleyp. Vit høvdu leigað
Bygdahúsið í Leirvík, og tey vóru
framúr og skiltu broyttu støðuna,
siga hjúnini.
– Tað var torført at koma til
niðurstøðuna, at vit máttu skera
talið so mikið nógv niður. Tað vóru
vit hørm um, men vit fingu eitt
fantastiskt kvøld, hóast broyttu
umstøðurnar, siga tey bæði.
– Fleiri høvdu hug at rógva
upp undir, hví vit ikki útsettu
brúdleypið. Tað vóru jú serstakar
umstøður, sum gjørdu, at vit ikki
kundu tað, sigur Bogi Thomsen
smílandi.
Tríburar
eru sera
sjáldsamir
Statistiskt sæð skalt tú vera
sera heppin, um tú fært
tríburar. Kanning kunngjørd
av Multiples of Amerika,
sum Centers for Disease
Control (CDC) hevur gjørt,
vísti, at í 2015 vóru bert
4123 av 3.978.497 føðingum
í Amerika tríburar. Tað er 0,1
prosent.
Tvíburar eru alsamt vanligari
– ja, heili 32 ferðir vanligari
enn tríburar. Møguleikin
fyri fleirburum vaksur við
feritelitetsviðgerum, vísir
kanningin á.
Tey flestu vita, at tvíburar
kunnu
vera
ein-
ella
tvíeggjaðir. Somuleiðis
kunnu tríburar vera bæði
eineggjaðir og tvíeggjaðir.
Tað er gjørligt, at eitt gitið
egg fer í trý, og at tríburarnir
tí allir eru eineggjaðir, men
tað er eisini gjørligt, at trý
egg verða gitin av trimum
ymiskum sáðkyknum, og
tá hava tríburarnir ikki
meir DNA til felags enn
vanlig systkin, mótsett
eineggjaðum tríburum, sum
hava mestsum sama DNA.
Tað er eisini møguligt, at tvey
av tríburunum eru eineggjað,
meðan tað triðja ikki er tað.
Tað er munur á, at
fáa eitt og at fáa
fleiri børn. Nú fái eg
trý børn í senn, og
tað kann eg ikki gera
við, men hevði eg fingið tey trý upp
á trý ár, so høvdu tey fingið hvør
sítt barsil
Eg ynski okkum
ikki tvey ella trý
barsil. Eg sakni tó,
at tað er møguligt
at fáa praktiska
hjálp, sum stuðlar okkum í at hava
tamarhald á gerandisdegnum
Framhald frá síðu 5
PERSÓNSØGA
14. apríl legði Inga hesa myndina
á Facebook við tekstinum "Um
alt gongur væl, so er Talita so
heldig, at hon far ikki minni
enn trý systkin einaferð
seint í summar. Vit eru sera
spent og sera takksom!"
Visti tú?
Í danmark er 60.000
barnsburðar um árið. Bert
10 eru tríburar