hósdagur 18. juni 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2020
SOSIALURIN 48
7
Skeinkistøðini verða
neyvan stongd við lóg
Løgtingið fer at taka endaliga støðu, men onki
bendir á, at skeinkistøðini verða stongd við lóg
ÁRNI GREGERSEN
T
il í gjár arbeiddi vinnu
nevndin hjá Løgting
inum við fleiri uppskot
um, sum eru frammi í
sambandi við korona-smittuna.
Eitt av uppskotunum er at
geva landsstýrismanninum við
vinnumálum heimild at steingja
skeinkistøð og matstovur við
lógini í hond.
Longu tá ið uppskotið fekk
fyrstu viðgerð í tinginum skiltist,
at tað vóru heilt fá tingfólk, sum
hildu at hetta er ein skilagóður
vegur at fara.
Tey ivaðust í um tað er rætt at
geva einum landsstýrisfólki eina
so víða heimild og sum skuldi hava
gildi til 31. mars næsta ár.
Vinnunevndin hevur viðgjørt
uppskotið, men í skrivandi stund
er onki, sum bendir á, at tingið fær
nakað viðmæli frá vinnunevndini
um at samtykkja uppskotið.
Grundgevingin
Í viðmerkingunum til lógarupp
skotið verður sagt, at støðan í Før
oyum við korona er í løtuni góð,
men tað er ógjørligt at vita, um
henda støða heldur fram.
Føroyar lata upp aftur fyri
ferðafólki 15. juni 2020, og við
økta talinum av ferðafólkum økist
eisini vandin fyri fleiri tilburðum
av COVID-19.
Um støðan broytist soleiðis, at
landið aftur má seta tiltøk í verk
at forða fyri smittuspjaðing, er
umráðandi at hava røttu heimild
irnar til tess.
Ein av hesum er heimildin at
avmarka vanligu upp- og aftur
latingartíðirnar fyri matstovur
og skeinkingarstøð og at áseta
mest loyvda tal av gestum á mat
stovum.
Talan kann eisini gerast um
heilt at steingja matstovur og
skeinkingarstøð, um støðan við
COVID-19 ger tað neyðugt. Henda
heimild landsstýrismansins er av
markað á tann hátt, at hon bara
loyvir landsstýrismanninum at
steingja ella avmarka ta vanligu
upp- og afturlatingartíðina ella
áseta mest loyvda tal av gestum
fyribils og í avmarkað tíðarskeið.
Hetta er grundað á, at talan er
um eina serliga støðu, og at tað er
umráðandi, at avmarkingarnar,
sum verða ásettar, eru propor
tionalar í mun til støðuna.
Síðan hesar viðmerkingar vóru
skrivaðar er greitt, at latið verður
upp fyri ferðandi úr 27 londum
afturat frá leygardegnum 27. juni.
Keldur í vinnunevndini siga
fyri Sosialinum, at fleestu limir í
vinnunevndini, at hetta er at lata
ov víðar heimildir til landsstýris
mannin.
Krevja endurgjald
Umboð fyri sjey skeinkistøð í
Havn hava sent vinnunevndini
eitt skriv, har tey siga, at tey hava
ongar viðmerkingar til uppskotið,
um tað er so, at skeinkistøðini fáa
fult endurgjald fyri mistar inn
tøkur.
Í øðrum lagi halda tey, at heim
ildin hjá landsstýrismanninum
eigur at enda 31.august í ár og ikki
31 mars næsta ár.
At enda mótmæla tey staðiliga,
at uppskotið verður samtykt.
Sum nevnt, so bendir onki á, at
tingið tekur undir við málinum.
Hjálparpakkar
Vinnunevndin skal eisini skriva
álit í uppskotum, sum hava við
hjálparpakkarnar at gera.
Eitt av uppskotunum er at
leingja lønarískoyti frá Als til tey
góð 1600, sum framvegis eru part
ur av tí skipanini.
Tá ið blaðið fór til prentingar
var álitið ikki lagt fram, men sum
vit vita, so heldur vinnunevndin,
at landskassin skal gjalda fyri, at
hendan skipanin verður longd í
tveir mánaðir.
ALS kann so framvegis umsita
skipanini við teimum broytingum,
sum verða gjørdar í uppskotinum
– millum annað at gjaldið verður
lækkað til 17.500 krónur og at
skipanin ikki skal gjalda fyri upp
sagnartíð hjá starvsfólkum, sum
verða uppsøgd, meðan tey fáa løn
arískoyti frá ALS.
Spurningurin er um tingið fer
at avgreiða málini í dag ella bíð
ar til í næstu viku. Skulu tey av
greiðast í dag, so skal víkjast frá
tíðarfreistunum.
Bjørt Samuelsen, Thóðveldi, er forkvinna í vinnunevndini.
Johan Dahl, Sambandsflokkurin, er næstformaður í vinnunevndini.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur
lagt fleiri av uppskotunum fram.
Skeinkistøðini hava opið til kl. tvey á nátt, hóast tilmælini siga, at tey skulu steingja klokkan 22.
POLITIKKUR