Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2020 SOSIALURIN 48 8 Ein av teimum fyritøkunum, sum allarbest kennir sviðan av koronakreppuni, er MB Tours hjá Magna V. Mouritsen í Havn. Fyritøkan hevur seinastu tríggjar mánaðirnar mist eini 95 prosent av sínum virksemi TERJI NIELSEN TERJI@SOSIALURIN.FO A t ferðavinnan hevur verið serliga hart rakt av koronakreppuni, hava vit hoyrt um ótelj­andi ferðir. Men tað hava serliga verið gistingarhúsini, Atlantic Airways og matstovur, ið hava fingið umrøðuna. Tað finnast tó eisini aðrar fyritøkur í ferðavinnuni, sum hava verið minst líka hart ella verri raktar av kreppuni, og ein av hesum er MB Tours hjá Magna V. Mouritsen í Havn. Gamla familjufyritøkan, sum eisini er kend undir navninum Mouritsen Bussar, hevur mist eini 95 prosen av sínum virksemi seinastu mánaðirnar. Ferðamannaskipini hava alt at siga – Eini 80 til 85 prosent av okk­ ara virksemi er knýtt at ferða­ mannaskipunum, sum koma til landið, men har er alt steindeytt, og tað kemur neyvan nakað ferðamannaskip aftur til Føroya í ár. Her var eitt skip beint undan, at korona rakti Føroyar, og vit tóku okkum av øllum í sambandi við tey ferðafólkini, men har hava vit ikki fingið pengarnar enn, greiðir Magni V. Mouritsen frá. Tá ið skipini koma til landið, so tekur MB Tours ikki bara av buss­ koyringini. Tey fyriskipa eisini allar útferðirnar og møguligar máltíðir eisini, og tá ið man hevur í huga, at summi av ferðaskipunum, ið vitja her á landi, hava fleiri enn 1.000 ferðafólk við, so er tað altso stórar upphæddir, ið vit tosa um, at MB Tours hevur mist í ár. Magni V. Mouritsen setur eis­ini spurnartekin við, hvat myndug­ leik­arnir gera, um eitt ferða­ manna­skip skuldi funnið uppá at komið til Føroya í summar. – Nú er latið upp millum Týsk­ land og Danmark, og hvat gera vit so, um eitt týskt ferðamannaskip kem­ur til landið, ferðafólkini verða testað umborð, og um tey øll testa negativt, so senda tey fólk­ini í land. Vit kunnu ikki nokta teim­ um í land eftir míni meting, sigur hann. Hann vísir á, at reiðaríini hjá ferða­mannaskipunum eru kanska tann greinin í altjóða ferðavinnu, sum bløðir allarmest í løtuni. – Flogfeløg, gistingarhús og onn­ur hava øll eitt lítið sindur at gera, men reiðaríini hava null virksemi, so tey bløða øgiligt, sigur hann. Nógvar avlýsingar Tá ið koronakreppan rakti, Vit klára at standa ímóti í løt­uni. Men tað merkir, at vit noyðast at brúka tann uppsparda kapitalin hjá okkum VIRKSEMIÐ ER MINKAÐ 95 PROSENT