hósdagur 18. juni 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2020
SOSIALURIN 48
9
streymaðu avlýsingarnar inn til
MB Tours, og Magni Mouritsen
væntar ikki, at stórvegis av hesum
broyta aftur, hóast landið nú
spakuliga er við at lata upp aftur.
– Øll skipini eru sum kunnugt
avlýst. Men vit skuldu eisini fáa
nógvar aðrar bólkar úr Danmark
og øðrum norðurlondum í summ
ar, men tað er alt avlýst. Ein dansk
ur kundi hjá okkum hevði bílagt
níggju bólkar, sum skuldu vera
her í eina viku í senn við fullum
pakka, men sjey av hesum bólkum
eru longu avlýstir, og vit vita ikki,
um tey koma aftur, sigur hann.
Magni Mouritsen greiðir frá,
at tey høvdu fingið bókingar upp
á 15 bólkar í summar, sum blivu
avlýstir, og nú Føroyar hava latið
upp aftur fyri ferðafólki úr ávís
um londum, eru tveir av bólkun
um komnir aftur.
– So tað er hart. Tú skalt eisini
minnast til, at meðan korona
leikaði harðast á, so steðgaðu
skúlar, ítróttarkappingar, legur
og alt møguligt annað, sum vit
plaga at hava eitt sindur av koyr
ing av, upp, men har er so okk
urt byrjað aftur. Beint nú er eitt
sindur av túrum, har vit koyra
arbeiðspláss á sonevndum firma
túrum, men tað er so øgiliga lítið
í tí samlaðu myndini. Nú koma
vit til juli og august mánað, og
tá eru tað vanliga bara túrar við
útlendingum, sum vit koyra, men
tað er alt annulerað, sigur Magni
V. Mouritsen.
Hann leggur afturat, at koyr
ing við føroyskum kundum er
sjálvandi ógvuliga gott, men tað er
ein so øgiliga lítil partur av virk
seminum hjá MB Tours.
– Vit hava onga fasta koyring í
mun til við nógvar aðrar bussfyri
tøkur í Føroyum. Vit fokusera 100
prosent upp á turistkoyring, og tí
eru vit serstakliga hart rakt, sigur
Magni V. Mouritsen.
Fíggjarliga stendur nógv á
Tað er eyðsæð, at støðan er
kreppukend hjá MB Tours í løtuni,
og Magni V. Mouritsen dylur held
ur ikki fyri, at tað sendur nógv á.
– Vit klára at standa ímóti í løt
uni. Men tað merkir, at vit noyðast
at brúka tann uppsparda kapitalin
hjá okkum. Vit hava keypt tríggjar
nýggjar bussar seinasta árið, og
tann seinasti av teimum bleiv
skrásettur eina viku áðrenn, at
korona legði landið lamið, so hann
hevur ikki enn verið í brúk, greiðir
hann frá.
Í løtuni umhugsa tey, um tey
skulu taka nummarpláturnar av
bussunum fyri at spara vegskatt
og tryggingar, men so eru buss
arnir ikki tøkir at fara í vinnu, um
brúk verður fyri teimum.
– Í Danmark væntar man, at
umleið helvtin av bussfeløgunum
í landinum fara á heysin orsaka
av korona, so tað sær ikki gott út,
sigur Magni V. Mouritsen.
Hann og konan, Ann-Mari og
pápin Mourits starvast í familju
fyritøkuni, men síðani korona
rakti, eru tey farin í Arbeiðsloysis
skipanina. Tey valdu tó at taka ein
persón úr skipanini aftur fyri at
taka sær av tí koyringini sum var.
– Tað er sjálvandi ein góð hjálp,
og fíggingarstovnarnir eru ógvu
liga skiljandi og vísa vælvild,
bæði privat og vinnuliga, men tað
heldur ikki í longdini, sigur stjórin
í MB Tours.
Hann sigur, at fyritøkan klár
ar at halda tørn í løtuni við upp
spardum kapitali, men um ikki
okkurt munagott hendur, so fer
tað veruliga at merkjast í heyst.
– Tá fellur hamarin, um ikki
okkurt óvæntað hendir. Gamaní
er landið latið upp aftur, men
tað er ikki nakað, sum vit merkja
stórvegis til. Sum áðurnevnt eru
ferðamannaskipini upp móti 85
prosent av okkara virksemi, og
tey trúgvi eg ikki, at vit fáa at
síggja aftur í ár, so tað sær svart
út. Restin av okkara virksemi er
busskoyring, og tað liggur eisini
í sori. Kanska verður eitt sindur
av koyring í heyst, sigur Magni V.
Mouritsen at enda.
Fíggingarstovnarnir eru ógvuliga
skiljandi og vísa vælvild, bæði privat
og vinnuliga, men tað heldur ikki í
longdini