Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2020 SOSIALURIN 48 10 Vit eru óynskt av Visit Faroe Islands Tað er ein stórur smeitur fyri nógv í føroysku ferðavinnuni, at einki ferðamannaskip eru í ár. Men sambært stjóranum í MB Tours so eru hesi ferðafólk óynskt í Føroyum TERJI NIELSEN TERJI@SOSIALURIN.FO Á hvørjum ári vitja kanska eini 50-60 ferða­mannaskip í Før­ oyum. Umborð á hes­ um eru mangan oman fyri 1.000 ferða­fólk, sum so antin fara onkra skipaða útferð ella til dømis ganga og mala í havnargøtum. Men stóð tað til Visit Faroe Islands, so komu hesi ferðafólk als ikki til landið. Tað heldur í hvussu so er stjórin í MB Tours, Magni V. Mouritsen, sum sigur, at hansara viðskiftafólk eru óynskt av Visit Faroe Islands. Alt verður mátað í pengum – Tað er eingin loyna, at vit stríðast við Visit Faroe Islands. Tey vilja ikki hava massaturismu til Føroya – og tað merkir við øðrum orðum, at tey ikki ynskja, at ferðamannaskip koma hendanvegin, og tað merkir eisini, at okkara kundabólkur er óynsktur av Visit Faroe Islands, tí tey vilja ikki hava bólkar til landið, sigur Magni V. Mouritsen. Hann sigur, at hjá Visit Faroe Islands verður alt mátað í peng­ um, og at tey bara vilja hava fólk til landið, sum kasta nógvar peng­ ar av sær. – Tað verður alt mátað í inntøku pr ferðafólk, sigur hann. Magni V. Mouritsen greiðir frá, at Visit Faroe Islands hevur greitt meldað út, at tey ikki ynskja massaturismu til Føroya. – Men hóast tey ikki ynskja tað, so ætla tey at fleirfalda talið av ferðafólkum í Føroyum. Tey tosa um Bornholm og Áland, sum hava omanfyri 600-700.000 ferðandi, so er spurningurin, um tað ikki er massaturisma, spyr stjórin í MB Tours. Men tað tykist sum um, at so leingi tey búgva á hotel og koma við flogfari, so er talið av ferðandi óavmarkað sambært Visit Faroe Islands. Tað hongur ikki saman. Tað er eingin ivi um, at Visit Faroe Islands apar sær eftir einum ávísum parti av ferðavinnuni, sigur hann. Gera minst skaða Ferðafólkini, sum koma við ferða­ mannaskipum, telja um­leið ein fimting av samlaða ferða­fólka­ talinum í Føroyum. – Tú skalt eisini minnast til, at okkara kundar ganga ikki í fjøllum og haga sjálva og órógva. Okkara kundar, sum fara útferðir kring landið, hava altíð føroyskan ferðaleiðara við sær og eru í skip­ aðum bólkum. Gamaní ganga nøkur teirra og mala í havn­ar­gøt­ um, men tað eru ikki okkara kund­ ar, sum koma illa fyri í fjøllunum og hava brúk fyri hjálp, og tað eru heldur ikki okkara kundar, sum ganga í hagapørtum, har tey ikki eru vælkomin, greiðir Magni V. Mouritsen frá. Hann sigur, at hjá MB Tours hava tey eisini tikið atlit til, at summi økir eru illa sperd av ferðafólki. – Vit hava heldur ikki havt fólk í Mykinesi í eini seks til sjey ár, og vit fara ikki til Tjørnuvíkar, tí har er ov trupult at koyra til við bussi. Fert tú til dømis til Tjørnuvíkar á hásumri, so er bygdin smekkfull av leigubilum, og ofta eru tað hesi ferðafólkini, sum fara hvør í sin­um lagi í fjøllini uttan at vita heilt, hvar tey skulu ganga, og sum eisini kunnu koma illa fyri. Vit fara eisini í minsta mun út á Kalls­oynna av tí sama, sigur hann. Millum annað tí heldur Magni V. Mouritsen, at tað er serliga tungt at merkja mótstøðuna hjá Visit Faroe Islands móti teim­um ferðafólkum, ið koma við ferða­ manna­skipunum. Hann leggur tó aftrurat, at Visit Faroe Islands eisini ger nógv ógvuliga gott fyri føroysku ferða­ vinn­una. – Eg haldi at Visit Faroe Island ger eitt fantastiskt arbeiði við síni marknaðarføring af Føroyum. Tey hava havt fleiri super flott tiltøk. Eg skilji bara ikki teirra selektiva máta at arbeiða uppá. Tað eina eigur ikki at útiloka eitt annað. Ein og hvør handilsmaður vil sjálvsagt hava kundan, sum be­ talir mest, men hann noktar ikki teimum, sum keypa fyri smærri upphæddir, sigur hann at enda. Magni Mouritsen, stjóri í MB Tours, sigur, at hansara kundar eru óynsktir av Visit Faroe Islands Mynd: ÁLvur Haraldsen Tað er eingin ivi um, at Visit Faroe Islands apar sær eftir einum ávísum parti av ferðavinnuni