hósdagur 18. juni 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2020
SOSIALURIN 48
11
Stórar uppgávur geva tryggleika
Fyritøkur innan handverk og
tænastur til byggivinnuna lata sum
heild væl at virkseminum í løtuni.
Tað er týdningarmikið at hava útlit
til stórar uppgávur, halda fleiri.
B
yggifyritøkan Norcon,
sum hevur heimstað í
Vági, hevur fleiri stór
arbeiði í gongd í løtuni,
og korona hevur ikki ávirkað
nøgdina á uppgávum, sigur Hjalm
ar Magnussen, sum er annar av
stjórunum í Norcon.
Norcon hevur 50-60 fólk í
starvi, og fyritøkan bjóðar heild
arveiting í byggiuppgávum. Tað
vil siga, at tey taka sær av m.a. be
tong-, timbur-, el- og HVS-arbeiði.
Norcon byggir í løtuni skúla
heimið til Ítróttarháskúlan í Suð
uroy, ger betongarbeiði í Eyst
uroyartunlinum, umframt hús
og bygningar fyri privatfólk og
vinnulívið.
Útlendingar og korona
Umleið helvtin av starvsfólkunum
hjá Norcon eru útlendingar, og
her hevur korona elvt til ávíst
høvuðbrýggj.
Tá korona byrjaði, kundu fleiri
av útlendsku starvsfólkunum hjá
felagnum ikki koma hendanvegin,
og nøkur av teimum, sum vóru í
Føroyum, valdu at fara til heim
landið. Útlendsku starvsfólkini,
sum vóru eftir, eru ikki sloppin
av landinum at vitja familju fyrr
enn nú.
Umframt hesar avbjóðingar
hava eisini verið onkrar seinkingar
í flutninginum av byggitilfari und
ir korona.
- Okkurt arbeiði hevur verið
smávegis seinkað av hesum, men
øll hava víst stórt forstáilsi, sigur
Hjalmar Magnussen.
Færri útboð
Hjá Norcon gongur væl í løtuni,
og Hjalmar Magnussen metir, at
tey hava nóg mikið av arbeiði í
rættiliga langa tíð.
- Mann merkir, at tað eru færri
útboð av uppgávum, men onkur
útboð eru kortini. Og tað er eisini
vanligt, at tað gongur upp og niður
í byggivinnuni, sigur Hjalmar
Magnussen.
Hann metir, at summar av
smærru fyritøkunum kanska
hava tað eitt sindur tungt í løtuni.
Verkætlanir avlýstar
Ein av smáu fyritøkunum, sum
hevur merkt avleiðingarnar av, at
verkætlanir eru avlýstar orsakað
av korona, er Sp/f J. Joensen í
Sørvági.
Jaspur Joensen, stjóri í fyri
tøkuni, sigur, at tey høvdu ætlað
at sloppið í gongd við tvær stórar
byggiverkætlanir í summar. Í aðr
ari høvdu tey sent tilboð inn, og í
hinari vóru tey biðin um at gera
arbeiðið. Men korona gjørdi, at
báðar byggiætlanirnar eru sleptar
fyribils.
Hetta gjørdist sera óheppið
hjá Sp/f J. Joensen, tí tey høvdu
lagt sær til rættis soleiðis, at tey
ikki høvdu ov nógvar av øðrum
uppgávum, fyri at hava nóg mikið
av fólki til tær stóru byggiætlan
irnar. Í felagnum plaga at vera 3-5
mans í arbeiði.
- Eg valdi ikki at taka annað á
meg, tí hetta vóru arbeiði, sum fóru
at taka í minsta lagi alt árið. Nú
steðgaði virksemið fullkomuliga,
sigur Jaspur Joensen.
Mest fyrifallandi
Seinastu hálva-aðru vikuna hava
tað tí verið mest fyrifallandi upp
gávur – at skifta okkurt tak, gera
kvist á húsum o.a. Uppgávurnar
hava verið ov fáar, og stjórin við
gongur, at sjálvur hevur hann ikki
rindað sær løn, síðan korona byrj
aði. Hann hevur heldur ikki kunna
bjóðað handverkarunum fulla tíð
hetta tíðarskeiðið.
Men glottar eru tó fyri framm
an. Fyritøkan hevur fingið eina
hampiliga stóra uppgávu at
umvæla ein virkisbygning. Ar
beiðið byrjar 20. august og varar
væntandi rættiliga langt fram
móti ársenda í ár.
Tað kann kanska koma upp á
tal at brúka tann partin av hjálp
arpakkanum hjá landinum, sum
fevnir um stuðul til fastar útreiðsl
ur. Jaspur Joensen sigur, at hann
enn ikki hevur hugt ordiliga upp
á hjálparpakkan. Enn hevur hann
ikki søkt og hevur ikki tikið støðu
til, um hann fer at søkja.
- Og so er mann kanska eitt
sindur treiskur og vil hava, at tað
skal ganga, sigur hann.
Málarar nógv at gera
Innan málingayrkið er ferð á.
Bárður Justinussen, sum eigur
fyritøkuna Málarameistari Just
inussen, hevur havt úr at gera, og
korona hevur als onga ávirkan
havt á hansara virksemi.
- Vit mangla ikki arbeiði. Tvørt
urímóti. Og tá eg práti við hinar
meistararnar, er støðan tann
sama. Teir hava eisini nógv at gera,
sigur Bárður Justinussen.
Hann vísir á, at nógvar stórar
verkætlanir vóru í gongd, áðrenn
korona byrjaði, og hesar verkætl
anirnar eru hildnar fram og skulu
gerast lidnar. Tí er rættiliga nógv
at gera sum heild í málaravinnuni
beint nú.
Fyritøkan hjá honum er fýra
ára gomul, og tey hava havt mill
um 1 og 4 fólk í starvi hesa tíð
ina. Flestu uppgávurnar eru hjá
privatfólki, t.d. at mála hús uttan
og innan ella bara ein part av hús
unum.
- Tíðirnar hava verið góðar hig
artil, og nógv fólk – serliga tilkom
in fólk – mangla ikki pengar. Nógv
av teimum, sum bíleggja málarar,
hava goldið húsalánini langt niður
og vilja fegin brúka pengar upp á
ein málara at fáa húsini ordiliga
gjørd í stand, sigur Bárður Just
inussen.
Tað kann hugsast, at korona
fer at ávirka upp á longri sikt
í byggivinnuni, heldur Bárður
Justinussen. At stórar verkætl
anir, sum skuldu farið í gongd,
kanska verða útsettar. So tað kann
verða, at hetta kemur at merkjast
um eitt hálvt ár ella eitt ár, sigur
hann.
Stórar verkætlanir
Hjá Sp/f Victor á Lakjuni í Klaks
vík starvast 15 fólk. Tey gera rør-
og blikkarbeiði innan hita, vatn,
sanitet og ventilatión og hava ein
verkstað til vanligt smiðjuarbeiði.
Eisini hava tey ein handil við m.a.
baðirúmsmøblum.
Fyritøkan hevur havt nóg
mikið at gera, hóast korona setti
samfelagið niður í ferð. Tey hava
verið partur av fleiri stórum
verkætlanum, m.a. skúlabygging
í Fuglafirði, og har hevur arbeiðið
gingið sína vanligu gongd. So ar
beiðið er ikki minkað í sambandi
við korona, sigur Heðin á Lakjuni,
stjóri í Sp/f Victor á Lakjuni.
Flestu uppgávurnar hjá fel
agnum eru hjá kommunum og
landinum, men tey hava eisini
uppgávur fyri privatar fyritøkur,
reiðarí og privatfók.
Heðin á Lakjuni væntar, at tey
fara at hava nóg mikið at gera
árið út og í øllum førum nakað
inn í næsta ár. Fyritøkan skal m.a.
vera partur av arbeiðinum at gera
mentanarhúsið í Klaksvík, sum
byrjar tíðliga næsta ár.
Í Sp/f Victor á Lakjuni hevur
arbeiði verið til allar hendur, og
vit hava ikki havt brúk fyri hjálp
arpakkunum hjá landinum, sigur
Heðin á Lakjuni.
RVtøkni letur væl at
Hjá RVtøkni í Klaksvík eru tey
eisini nøgd við gongdina. Tey hava
nógv at gera og hava eisini fleiri
uppgávur fyri framman. Tað sær
gott út í øllum førum eitt ár fram,
sigur stjórin, Rói Vang.
RVtøkni ger stýrisskipanir til
vinnuna, serliga alivinnuna. Til
dømis stýrisskipanir til hita, fóð
urstýringar til smolt, alarmskip
anir og stýrisskipanir til reinsing
av vatnverkum. Eisini gera tey el-
installatiónir til vinnuna. 20 fólk
starvast hjá RVtøkni.
Virksemið hjá RVtøkni er í sera
stóran mun knýtt at føroysku ali
fyritøkunum, tí hesar eru nógv
tann størsti parturin av kund
unum hjá felagnum. Eisini gera
tey skipanir fyri bryggjarí og skip.
Tey hava nakrar fáar kommunalar
ella almennar uppgávur, men sera
lítið.
Tað er ein fyrimunur at hava
stórar uppgávur, tí hetta gevur
ein ávísan tryggleika frameftir,
sigur Rói Vang.
Hann ásannar, at verður hótta
fall í alivinnuni, so fær tað avleið
ingar fyri RVtøkni.
- Fellur laksaprísurin ella út
flutningurin av laksi minkar, so
verða vit sjálvandi ávirkað av
hesum, sigur Rói Vang.
Kelda: www.industry.fo
Jens Kjeld kann fáa umhvørvisvirðisløn
Norðurlandaráðið fer at lata eina umhvørvisvirðisløn
seinni í ár, og her hava fólk skotið upp, at Jens
Kjeld-Jensen úr Nólsoy skal fáa virðislønina
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
Fuglakennarin í Nólsoy, Jens
Kjeld-Jensen, er í uppskoti til at
fáa umhvørvisvirðisløn Norður
landaráðsins 2020.
Norðurlandaráðið hevur
fingið 112 uppskot til 72 ymisk
átøk, sum kunnu blíva tilnevnd
virðislønina, og her er Jens Kjeld-
Jensen ein teirra.
Temaið fyri ársins umhvørvis
virðisløn 2020 hjá Norðurlanda
ráðnum er biodiversitetur, og
serligt fokus er á lívfrøði sum
kelda til vælferð og fyritreyt fyri
okkara tilveru.
4. september verður greitt,
hvør av teimum, sum eru í upp
skoti, endaliga verða tilnevnd til
virðislønina.