hósdagur 18. juni 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2020
SOSIALURIN 48
12
Ein arbeiðsbólkur arbeiðir við
ætlan um at byggja eina stórhøll
á Strondum, har møguleiki er
at spæla heimalandsdystir hjá
føroyska hondbóltslandsliðnum,
og har pláss er fyri 3.500
áskoðarum. Høllin fer at kosta
millum 80 og 120 milliónir krónur
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
– Vit halda, at Strendur er ein sera
góð staðseting fyri eini tílíkari
høll, nú Eysturoyartunnilin fer at
knýta landið meira saman. Tað er
skjótt at koma til frá øllum síðum,
sigur Alexandur Johansen, sum er
ein av teimum fýra, sum arbeiða
við ætlanunum at gera eina
stórhøll á Strondum.
Arbeitt hevur verið við ætlan
unum eina tíð, og ymiskir møgu
leikar eru kannaðir.
– Vit hava tosað við Sjóvar
kommunu, og kommuna er sera
jalig til ætlanina. Kommunuval
verður í heyst, og verandi komm
unustýrið vil ikki binda eitt
komandi kommunustýri fíggjar
liga í eini tílíkari ætlan, og tað
skilja vit væl. Men vit rokna við, at
hetta verður eitt týðandi mál hjá
einum komandi kommunustýri
at taka støðu til, sigur Alexandur
Johansen.
Høll við altjóða krøvum
Nýggja høllin verður eftir ætlan
80 x 50 metrar, svarandi til 4.000
fermetrar.
– Høllin skal hýsa øllum
heimadystum hjá føroysku hond
bóltslandsliðunum og skal tí upp
fylla øll altjóða krøv. Tí skal hon
rúma 3.500 áskoðarum, sum koma
at sita væl í eini nútímans høll.
Talan er um flytfør áskoðarapláss,
sum fara aftur móti vegginum, tá
ið tey ikki verða brúkt, sigur hann.
Umframt stóru høllina verða
skiftingarhøli, forhøll, goymsla
og fleiri onnur høli.
– Umframt hondbólt eru møgu
leiki hjá fleiri øðrum ítróttar
greinum at nýta høllina. Møguleiki
er eisini at hava stórar ráðstevnur,
samkomur, konsertir og onnur
tiltøk í høllini. Vit arbeiða eisini
við møguleikanum at hava
handlar, smærri ráðstevnuhøli
og annað í høllini, sigur Alexandur
Johansen.
Arbeiðsbólkurin hevur hugt
eftir líknandi høllum í Danmark
og aðrastaðni.
– Tað ber til at byggja við ym
iskum modulum. Men tað er tó
týdningarmikið fyri okkum, at
góðskan er í lagi. Vit vænta, at
prísurin fer at vera onkustaðni
millum 80 og 120 milliónir krónur,
sigur hann.
Venjingarhøli
Alexandur Johansen hevur verið
sera virkin hondbóltsleikari, og
seinastu 10 árini hevur hann verið
formaður í Stíf.
– Strendur er ein hondbólts
bygd, og tað eru eisini nógv ung,
ið spæla hondbólt. Vit nýta høllina
á Skála, men tað er eisini ein av
bjóðing við venjingartíðum. Aðrar
hallir í Eysturoynni eru eisini sera
nógv nýttar, sigur hann.
– Nýggja høllin verður sera
stór. Ein vanligur hondbóltsvøllur
er 40 x 20 metur, og tí ber til í
nýggju ætlaðu høllini, at trý lið
kunnu venja samstundis. Tað er
eisini stórur fyrimunur, sigur
Alexandur Johansen.
Kommuna, land og
privat fíggja
Men hvussu skal henda stóra
verkætlanin á Strondum fíggjast?
– Líknandi verkætlanir hava
áður verið fíggjaðar, við at komm
unan rindar ein triðing, landið
ein triðing og so er tann seinasti
ÆTLA AT BYGGJA
STÓRHØLL
Á STRONDUM
Ætlaða stórhøllin á Strondum verður staðsett við tunnilsmunnan á Strondum.
Ein stórhøll í Havn kann kanska savna Havnina, men hon savnar ikki allar Føroyar. Hondbóltssamband
Føroya hevur eisini heitt á okkum um at arbeiða við hesi ætlanini, so at vit fáa eina høll fyri alt landið