Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2020 SOSIALURIN 48 13 Fíggjarliga megna vit tað Borgarstjórin á Strondum, Artur Johansen, heldur, at Sjóvar kommuna klárar at fíggja sín part av ætlanini um at byggja eina stórhøll á Strondum. Men hann letur tað yvir til eitt nýtt kommunustýri at taka avgerðina FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO – Um vilji er til staðir, so klára vit at fíggja okkara part av eini tílíkari stórhøll, sigur borgarstjórin á Strondum, Artur Johansen. Borgarstjórin hevur í eina tíð vitað um ætlanirnar at byggja eina stórhøll á Strondum. – Eg eri kunnaður um ætlanina, og eg havi kunnað kommunustýrið. Vit standa sjálv á síðulinjuni, men vit vilja spæla við og hava biðið bólkin arbeitt víðari við ætlanini. Kommunan hevur annars ikki viðgjørt málið ella tikið nakra støðu, sigur Artur Johansen. Hann vil nevniliga ikki binda eitt komandi bygdaráð. – Vit kunnu ikki binda eitt komandi kommunustýri. Val verður í november, og nýggja kommunustýrið má taka støðu til ætlanina, sigur Artur Johansen. Vónar at ætlanin verður veruleiki Sjálvur er borgarstjórin sinn­ aður – um hann verður aftur­ vald­ur – at gera ætlanina til veru­leika. – Tað er sjálvandi eitt ovara mark fyri, hvussu stóra skuld kommunan kann seta seg í. Men um viljin er til staðar, so kunnu vit stuðla við okkara parti. Men tað er eisini neyðugt, at landið stuðlar við sínum parti, og at restin av fíggingini kemur upp á pláss. Vit halda avgjørt, at hetta kann gerast veruleiki, sigur Artur Johansen. Hann heldur eisini, at Strendur sum ein hond­bólts­ bygd hevur tørv á eini høll. – Okkara ungu nýta høllina á Skála, men tað er eitt sindur óheppi, at vit mugu yvir um kommunumark fyri at sleppa at spæla hondbólt. Ikki tað, vit hava gott samstarv um høllina á Skála. Men høllin á Skála eins og aðrar hallir í Eysturoynni eru sera nógv upptiknar, samstundis sum nógv vilja sleppa framat í høllunum. Tí er eisini tørvur á at fáa onkra høll afturat, sigur Artur Johansen. Strendur er ein góð staðseting Borgarstjórin vísir á, at aðrar kommunur hava fíggja sína hallir, og Sjóvar kommuna tí eisini eigur at fíggja sín part av eini stórhøll á Strondum. – Tað eru ikki so nógv ár síð­ ani Eiði fekk eina fína ít­rótt­ arhøll. Vit eiga eisini at klára tað, sigur hann. Hann heldur eisini at stað­ setigin er góð. – Vit eru í miðdeplinum í Føroyum. Nú Eystur­oyar­ tunnilin skjótt verður tikin í nýtslu er skjótt at koma til allastaðni frá, og tí liggur ein stórhøll sera væl á Strondum, sigur hann. Fleiri ætlanir við tunnilsmunnan Hann vísir tó á, at staðsetingin við tunnilsmunnan kann broyt­ast. – Hatta er eitt uppskot, men málið er ikki viðgjørt. Um tað ikki verður har, so kunnu vit tó finna eitt annað stað í kommununi at hava høllina, sigur hann. Kommunustýrið hevur arbeitt við ymsum ætlanum á økinum, har útfyllingin er gjørd við tunnilsmunnan. – Ymsar ætlanir hava verið frammi, millum annað við matstovum, hotell, íbúðarøki, ídnaðarøki, ráðstevnuhøli og annað. Enn er ikki avgjørt, hvat økið skal nýtast til, sigur borgarstjórin í Sjóvar kommunu. triðingurin komin aðrastaðni frá. Vit hugsa okkum eina líknandi skipan, sigur hann. Hann vísir á, at Sjóvar komm­ una er væl fyri, og hann heldur eis­ini, at landspolitikarar eru áhug­aðir. – Vit mangla ein altjóða høll í dag at spæla hondbóltslandsdystir. Eg haldi, at landspolitikarar fegnir vilja hava nakað at henda kring landið, og at alt ikki skal byggjast í Havn. Hetta er eitt upplagt høvi, sigur Alexandur Johansen. Bólkurin hevur eisini tosað við partar av vinnulívinum, men enn er ikki gjørt so nógv við tað. – Eg veit ikki enn, hvat møgu­ leiki er at fáa av privatum stuðli. Tað má arbeiðast meira við tí, sig­ ur hann. Fyrireikararnir síggja fyri sær, at raksturin av høllini kann fíggjast við eitt sindur av ár­ lig­ari játtan frá kommununi, Hond­bóltssambandinum og Ít­ róttarsambandi Føroya umframt leigugjaldi og møguliga øðrum inntøkum. Hugskotið gamalt Í bólkinum, sum hevur sett sær fyri at fáa høllina bygda, eru Alex­ andur Johansen, Eivind Jacobsen, Pól Jákup Poulsen og Hans Jákup Mikkelsen. – Hugskotið er gamalt, men tá ið vit frættu, at Høllin á Hálsi í Havn ikki kundi nýtast til altjóða hondbóltsdystir, so fóru vit at arbeiða meira við hesi ætlanini. Vit halda, at tað er týðandi, at bæði hondbólturin og annar ítróttur sleppa at spæla heimadystirnar í Føroyum. Hondbóltssamband Føroya hevur eisini nakrar ferðir heitt á okkum sum feløg at gera nakað, so at heimadystirnir hjá landsliðinum kunnu spælast í Føroyum, sigur Alexandur Johansen. Teir fýra í bólkinum meta, at verkætlanini kann gerast veru­ leiki. – Tað er avgerandi, at myndug­ leikarnir vilja vera við. Sum sagt er kommunan jaliga sinnað og hevur biðið okkum arbeitt víðari við hugskotinum. Rákið í tí almenna er eisini, at spjaða virksemi kring landið. Vit halda, at Strendur liggur sera væl fyri og kann knýta Føroyar saman, sigur Alexandur Johansen. Við tunnilsmunnan Høllin er fyribils staðsett beint við munnan á nýggja undir­sjóv­ artunlinum. Hetta økið er fylt út av gróti, sum kom úr und­ir­ sjóvartunlinum. Sostatt liggur høllin miðskeiðis í landinum. Tað verða bert 15 minuttir úr Havn til høllina, bara 5 minuttir úr Runavík og bara 25 minuttir úr Klaksvík. – Kommunan hevur ymsar ætlanir á hesum sama økinum, og tær kunnu samansjóðast við stórhøllina. Júst hvat kommunan ger, er ikki greitt enn, men tosað hevur verið um vinnuøki, handlar, hotel, íbúðarblokkar og annað. Við eini stórhøll kann økið gerast enn meira áhugavert, sigur Alexandur Johansen. Um høllin ikki verður staðsett júst á hesum økinum, so verður annað økið í kommununi sett av til ætlanirnar, væntar Alexandur Johansen. Ein landshøll í mun til høll fyri Havnina Tað er ikki bara áhugabólkurin á Strondum, sum arbeiðir við ætl­ anum um eina stórhøll. Havnar kommuna arbeiðir eisini við eini stórhøll við Stórutjørn, sum millum annað skal hýsa altjóða hondbóltslandsdystir. – Vit hava ikki hoyrt nógv til ætlanirnar í Havn. Ein stórhøll í Havn, kann kanska savna Havnina, men hon savnar ikki allar Føroyar. Sum nevnt hevur Hondbóltssamband Føroya eisini heitt á okkum um at arbeiða við hesi ætlanini, so at vit fáa eina høll fyri alt landið, sigur Alexandur Johansen. Hann metir eisini, at tað er lættari at fáa pengar frá landsins myndugleikum til íløgur uttanfyri Havnina, og tí hevur hann góðar vónir, at høllin á Strondum verður til veruleika. – Havnin hevur helst ráð til sína egnu høll. Men vit arbeiða víðari við hesum ætlanunum at fáa eina høll fyri alt landið, sigur Alexandur Johansen. Alexandur Johansen er ein av teimum, sum arbeiða við at byggja eina stórhøll á Strondum. Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu