hósdagur 18. juni 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2020
SOSIALURIN 48
14
Vit skulu hava stórhøll í Havn
– Vit fara at byggja eina
stórhøll í Havn. 25 milliónir
krónur verða settar av næsta
ár í langtíðarfíggjarætlanini
til ætlanina. At strandingar
eisini arbeiða við eini líknandi
ætlan broytir ikki ætlanirnar
hjá okkum, sigur Annika
Olsen, borgarstjóri í Havn
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
B
orgarstjórin í Havn
vil ikki vera aftanfyri
strandingar.
– Ein stórhøll skal
staðsetast í Havn. Høvuðsstaðurin
hevur alneyðugan tørv á eini
tílíkari høll, bæði tá ið hugsað
verður um ítrótt av ymiskum
slag, altjóða dystir, ráðstevnur,
konsertir og onnur tiltøk. Hesa
ferð vóru vit fyrst. Hetta er longu
partur av ætlanunum í sambandi
við Stórutjørn, sigur Annika
Olsen.
Hon vísir á, at ætlanin er, at
høllin kann hýsa altjóða hond
bóltsdystum og flogbóltsdystum,
men at hon eisini kann nýtast í
ferðavinnuhøpi at fáa stórar ráð
stevnur til Føroya.
Takast í nýtslu um trý ár
Hóast borgarstjórin sigur, at
pengar longu næsta ár verða settir
av til høllina, so er ikki enn greitt,
hvussu nógv høllin fer at kosta.
– Høllin skal projekterast, og
kostnaðarmetingar gerast, áðr
enn farið verður í gongd. Men
eg vænti, at um eini trý ár, kann
høllin takast í nýtslu, sigur Annika
Olsen.
Borgarstjórin í høvuðsstaðnum
kundi hugsað sær, at landið eisini
fíggjaði ein part av høllini, men
hon er ivandi, um landspolitikar
arnir vilja.
– Eg vóni, at landið eisini vil vera
við í fíggingini, tí at talan er um at
kunna hýsa landsdystum, men eg
má siga sum er, at eg havi lítlar
vónir um, at landspolitikararnir
vilja. Tíverri havi eg ringar royndir
av tí, sigur hon. Vit hava eisini
verið í sambandi við privatar
íleggjarar, og teir vísa áhuga, sigur
hon.
Ætlanin á Strondum
broytir einki
At strandingar nú eisini ætla at
gera eina stórhøll, har hondbólts
landsdystir kunnu leikast, fær ikki
Anniku Olsen at broyta ætlan.
– Eg havi ikki so nógvar við
merkingar til, at teir eisini arbeiða
við líknandi ætlanum. Vit fara
undir øllum umstøðum at gera
okkara høll, sigur Annika Olsen.
Havnin skal fáa kapping
– Alt skal ikki vera í Havn,
og tað er gott, at Havnin
fær eitt sindur av kapping,
sigur Hans Jákup Mikkelsen,
sum arbeiðir við ætlanini at
byggja stórhøll á Strondum
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
E
in av teimum fýra, sum
eru í arbeiðsbólkinum,
sum ætlar at byggja eina
stórhøll á Strondum, er
Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í
Mowi í Føroyum.
– Eg havi áhuga fyri ítrótti, og eg
haldi, at vit sjálvandi eiga at spæla
okkara landsdystir í hondbólti í
Føroyum og ikki uttanlands, sigur
Hans Jákup Mikkelsen.
Skrivstovan hjá fyritøkuni, har
hann er stjóri, er á Strondum.
– Strendur er ein góð staðseting
at byggja eina tílíka høll, rímiliga
miðskeiðis í Føroyum. Alt skal
heldur ikki vera í Havn, sigur hann
í stuttari viðmerking.
Hans Jákup Mikkelsen er ein av teimum, ið standa aftanfyri ætlanirnar um at byggja stórhøll á Strondum
Eg vænti, at um
eini trý ár, kann
høllin takast í
nýtslu
Mynd: Annika Olsen, borgarstjóri í Havn