hósdagur 18. juni 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2020
SOSIALURIN 48
15
Kjak
Ráðharrar fyri Norðurlendskum samstarvi Mogens Jensen, Danmark, Kaj Leo Holm Johannesen, Føroyar
og Steen Lynge, Grønland, og aðalskrivarin fyri Norðurlandaráðharraráðnum Paula Lehtomäki
NORÐURLOND Í DAG OG Í 2030
Í løtuni royna norðurlendsku
londini av øllum alvi at handfara
kreppuna og allar tær mongu
avbjóðingarnar, sum COVID-19
hevur borið við sær.
Danmark, Grønland og Føroy
ar hava formansskapin fyri Norð
urlandaráðharraráðið í 2020, og vit
hava sett okkum fyri at gagnnýta
norðurlendska samstarvið í hesi
áleikandi støðu. Norðurlondini
hava nógv til felags, eisini í
hesum krepputíðum, og tí hava
vit lagt okkum eftir at deila
royndir okkara millum. Hóast
norðurlendsku londini ikki altíð
velja somu loysnir, hava vit havt
stórt gagn av at fáa kunning um
royndirnar hjá hinum norður
londunum og eisini at vit í felag
kunnu umrøða møguligar loysnir
á áleikandi avbjóðingum.
Umframt at vera ein heilsu
kreppa, hevur COVID-19 ávirkað
mong onnur øki í okkara sam
feløgum. Stórur tørvur hevur
verið á at finna loysnir á nógvum
ymiskum viðurskiftum, so sum
nýggjar undirvísingarhættir, av
bjóðingar við markaforðingum og
starvslig rættindini og trygd hjá
teimum, ið máttu arbeiða heima.
At norðurlendsku londini kunnu
umrøða slík viðurskifti er sera
gagnligt fyri okkum og okkara
ráðharrastarvsfelagar.
Hóast vit í dag standa mitt í
hesi kreppu, mugu vit samstundis
eisini hava framtíðina í huga –
hvussu fer 2030 at síggja út? Tað
kann tykjast fjart at hugsa um
2030, men tað er umráðandi, at vit
síggja støðuna frá einum breiðari
sjónarhorni bæði í mun til, hvussu
vit handfara framtíðar kreppur,
og í mun til hvussu vit stimbra
búskaparligari endurreisn í lond
unum.
Teir norðurlendsku forsætis
málaráðharrarnir samtyktu síðsta
ár eina nýggja visjón fyri Norð
urlandaráðharraráðið við mál
inum um, at Norðanlond skulu
vera heimsins burðadyggasta og
mest samansjóðaða øki. Vit eru
nú farin at endurskoða arbeiðið,
og Norðurlandaráðharraráðið
fer at seta í verk nýggj átøk, sum
eisini skulu hjálpa okkum við at
taka hond um nakrar av avbjóð
ingunum, ið standast av heims
farsóttini. Ein partur av hesum
er at leggja lunnar undir arbeiðið
við eini grønari búskaparligari
endurreisn.
Norðurlandaráðið – tað norð
urlendska tingfólkasamstarvið
– samtykti síðsta ár eina strategi
um samfelagstrygd. Hetta er
vorðið háaktuelt í sambandi
við COVID-19. Vit skulu læra av
royndunum í norðurlendska sam
starvinum undir COVID-19, so vit
verða betri brynjaði til komandi
kreppur. Hetta kemur eisini at
verða partur av okkara arbeiði
frameftir.
Ein av dygdunum hjá teimum
norðurlendsku londunum hev
ur altíð verið viljin og hegni til
umskifti og langskygdar umskip
anir. Okkara samfelagssnið eru
lík, og um vit gagnnýta tað norð
urlendska samstarvið sum mest,
kann tað verða við til at stuðla
undir umskiftini, ið standa fyri
framman komandi árini. Tað snýr
seg um veðurlag og umhvørvi,
men eisini talgilda umskiftið og
mong onnur øki.
Í Norðurlandaráðharraráðnum
vilja vit arbeiða fyri at stuðla grøn
um, kappingarførum og sosialt
burðardyggum Norðurlondum til
frama fyri borgarum og vinnulívi,
og vit leggja stóran dent á, at
norðurlendski almenningurin og
ikki minst tey ungu verða ein
virkin partur av hesum.
Íkomna støðan við COVID-19
er ein staðfesting av, at vit øll
hava fyrimun av at styrkja tað
norðurlendska samstarvið til tess
at menna loysnir fyri framtíðina.
Málið er sterkari Norðanlond í
2030.
Eldraøkið skal endurskoðast
saman við kommununum
Heðin Mortensen,
Javnaðarflokkurin
Tá ið ábyrgdin fyri eldraøkinum
var áløgd kommununum 1. januar
2015, varð ásett, at lógirnar, sum
skipa eldraøkið, skuldu endur
skoðast fimm ár eftir, at lógir
nar vóru settar í gildi. Tað vil
siga í 2020. Metast skal m.a. um,
hvørt afturberingarleisturin er
nøktandi, um markamótini mill
um kommunur og millum land og
kommunur eru nóg greið, og um
kommunalu samstørvini virka
eftir ætlan, so tey eldru fáa nøkt
andi tænastur um alt landið.
Arbeiðið við nýggjari vælferð
arlóg reisti eisini fleiri spurningar
m.a. um avleiddan tørv á at gera
broytingar í eldralógini.
Sambært lóg um heimatænastu
og eldrarøkt er beinleiðis ásett, at
lóggávan skal endurskoðast í 2020.
Og í serligu viðmerkingunum til
hesa áseting stendur, at endur
skoðanin skal fara fram í sam
starvi við Kommunufelagið.
Tí eiga broytingar í eldralógini
fyrst og fremst at verða gjørdar
í framhaldi av eini endurskoðan,
har fakligi førleikin, innlitið og
áhugamálini í kommununum eis
ini eru umboðað, og ikki sum ein
vís stig frá landsstýrinum.
Tí havi eg sett landsstýris
kvinnuni við almannamálum ein
fyrispurning um hetta. Eg vil hava
landsstýriskvinnuna at greiða
frá, nær hon ætlar at seta gongd
á arbeiðið við at endurskoða
eldraøkið. Og eisini vil eg hava at
vita, hvussu hon ætlar at leggja
arbeiðið til rættis, soleiðis at end
urskoðanin á ein skipaðan hátt
greinar og lýsir allar viðkomandi
tættir, grundað á tær royndir, sum
eru gjørdar síðani kommunurnar
yvirtóku ábyrgdina av økinum.