Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 19. JUNI 2020 SOSIALURIN 48 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 16 Svøríki og Portu­ gal eru framvegis stongd, sjálvt um land­amørkini verða latin upp og ferð­avegleiðingar linkaðar EIRIKUR LINDENSKOV Tað eru góð tíðindi á veg til teirra, sum hava útferðarlongsul, og sum kanska ikki hava vitað, hvat tey skulu takast við í summ­ar. Nýggjar ferðavegleiðingar og slak­ingar í treytunum at ferðast um landamørk merkja nú, at vit frá 27. juni kunnu ferðast til og úr á­vís­um londum í ES og Schen­ gen­øk­i­num eins og Bretlandi. Tað upplýsti danska utt­an­rík­ is­ráð­ið í gjár í tíðindaskrivi. – Eg eri fegin um, at vit nú kunnu taka eitt munandi stig í­móti nor­m­al­i­sering og gera tað gjør­ligt at ferðast til fleiri lond í Ev­ropa, segði Jeppe Kofod, utt­ an­rík­is­ráðharri. – Støðan er munandi batnað í mun til tað, sum vit bara høvdu vónað. – Tí kunnu vit nú slaka í ferða­veg­leiðingunum á ein hátt, sum ger, at vit nú kunnu lata upp fyri tí mesta av Evropa og fara úr appel­singulum til gult í ferða­veg­leið­ingunum, sigur hann. Treytirnar verða millum ann­ að talið av smittaðum í ymsu londu­num. Tað verður framyvir av­ger­andi fyri, hvørjum londum lat­ið verður upp fyri, verður sagt. Síðani 13. mars hevur Utt­an­ rík­is­ráð­ið í Danmark sum út­ gangs­støði frárátt øllum ikki- neyð­ug­um ferðum uttanlands. Frá mán­a­deg­num í hesi vikuni var lat­ið upp fyri Noreg, Íslandi og Týsklandi. Føroyar og Grøn­ land verða ikki nevdnar í hesum høpi, tí ríkisfelagsskapurin er ein eind í hesum høpi. Ferðavegleiðingarnar eru bert veg­leið­ingar. Tað er harvið ikki ólóg­ligt, um vit ikki fylgja teim­ um. Smálutirnir eru ikki kunn­ gjørd­ir enn, men greitt er, at fyrstu syftu verða Svøríki og Port­u­gal framhaldandi stongd. Fyri Svøríki kunnu tó vera ser­lig­ar reglur, sum merkja, at lat­ið verð­ur upp fyri pørtum av Svør­íki. Til dømis Oyra­sunds­øk­ ið. 25. juni verður ein listi yvir opin- og sóttarhaldslond. Út frá teim­um valdu eyðkennunjum kann Utt­an­rík­is­ráðið upplýsa, at tey flestu ES- londini og Scheng­ en­øk­i­ð eins og Bretland verða latin upp. – Fyri at verið »opið« skal eitt land hava færri enn 20 smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar um vik­una, skrivar Uttanríkisráðið í tíð­inda­skriv­i­num. – Tá eitt land er latið upp, verður mark­ið sett til 30 smittað fyri hvørji 100.000 fyri at landið skal eyð­merkj­ast sum eitt »sótt­ ar­halds­land«, skrivar ráðið. Jeppe Kofod, utt­an­rík­is­ráð­ harri, sigur, at einki gjørt við, hvussu latast skal upp fyri lond­ um uttan fyri Evropa. – Tá tað snýr seg um triðja­ lond uttan fyri Evriopa, so tosa vit um 160 lond, har farsóttin fram­vegis herjar. Mær vitandi hevur einki land í Evropa gjørt greitt, hvussu tey lata upp fyri triðj­a­londum, sigur hann. Fleiri flokkar hava seinastu tíð­ina lagt trýst á stjórnina fyri at linka krøvini fyri at ferðast. – Vit skilja væl, at tað er eitt stórt ynski um at fáa greiðu á, hvussu vit kunnu ferðast, sigur Jeppe Kofod. – Tí hava vit í dag lagt fram eitt modell, sum byggir á utt­an­ velt­að krøv frá heilsu­mynd­ug­ lei­k­u­num. Tað merkir, at vit auto­mat­iskt kunnu lata upp ella lata aft­ur, alt eftir um londini lúka krøv­ini, sigur Jeppe Kofod. /ritzau/ Í NÆSTU VIKU SLEPPA VIT TIL 30 LOND Skrásett smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar (Skrásett 11/6 til 17/6) Latið verður ikki upp fyri Svøríki og Portugal fyribils. Støðan við smittu í Svøríki er heilt serlig Stond á Mallorca. Kanska strendurnar fyllast aftur, nú vit sleppa at ferðast um so gott sum alt Evropa