Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 19. JUNI 2020 SOSIALURIN 48 17 Allur Havnardalur vorðin ein stórur køstur Afturhvarv úr SOSIALINUM 1970 20. juni 1970: Rusk­ støðin, sum hvørki roykur ella lukt­ur skuldi koma burt­ ur­úr, forpestar nú Havn­ar­dal Á ðrenn ruskstøðin var løgd úti í Havnardali og tikin í nýtslu í ok­ to­ber fyrraárið, var Havn­ar­dal­ur eitt tað vakrasta nátt­úr­u­øki kring Havnina. Hetta var útferðarstaðið hjá fólki í Havn. Um tú nú kemur í nánd av Havn­ar­dali verður tú for­pest­aður av royki, stórum papp­írs­flykrum og ruski. Eisini ger hon sítt til at forpesta vatn­ brunn­in har, hetta vatn sum er ætl­að til fólk at drekka. Uttan fyri sjálva ruskstøðina er bil-, blikk-, og náttpotta og rusk­ kirkju­garð­ur, og vituligt er, at har er eitt eld­o­rado fyri rottur. Í sjálv­um hylinum er ikki nøkur ó­van­lig sjón at síggja rottur og deyðs­seyð. Hetta seinasta skal rusk­støðin kortini ikki fáa skuld­ ina av. Eingin luktur – eingin roykur Áðr­enn ruskstøðin var løgd úti í Havn­ardali var nógv funnist at hes­um her í blaðnum, og vit gjørdu vart við tað óhumsku, sum har kundi taka seg upp og sum nú er veruleiki. Býráðið hevði um hetta sokallaðan pressu­fund um ruskstøðina, og re­fe­rat­ið av hesum pressufundi fara vit her at prenta okkurt brot­ið burturúr, so fólk kunnu bera saman tað, sum tá varð sagt og tað, sum nú er veruleiki: »Á blaðmannafundinum upp­ lýsit formaðurin í teknisku nevnd, Mortan Carlsen, at heils­ u­nevnd­in hevði verið á staðnum og góð­tik­ið plaseringina. Hann helt, at tann skriving, ið var varin fram hesum viðvíkjuandi, var grund­að á ov lítla vitan um við­ ur­skift­ini. Landslæknin, sum vegna heilsu­nevnd­ina lut­tók á fundi­ num, segði seg vera fullvísan í, at henda um­tal­aða brenn­i­støð, kom ikki at hava nakra skaðiliga á­virk­an á hvørki á vatnið í brunn­i­num ella á annað. Lands­ lækn­in minti um tann øgiliga hita sum var í ovninum (900°C), og helt fram, at undir hesum hita kundi einki kykn koma liv­ andi frá. Mortan Carlsen helt fram við at vísa á eina frágreiðing frá tvei­mum norskum kommunum, sum hava sama slag brenni­an­ legg, sum okkara, har greitt v ar frá, at luktur og roykur var eing­ in. Umboðsmenn frá býráðnum høvdu eisini verið í Danmark og Svør­íki og sæð tílík anlegg og høvdu teir einki negativt at við­ merkja. Brennistøðin kemur at liggja 560 metr­ar frá vatnbrunninum. Ein orsøk til at brennistøðin er løgd har er, at einum grótbroti sum er har nærhendis, slepst av við tað ruskið, sum ikki verður brent. Hetta verður av kønum monn­um hildið at hava alstjóran týdn­ing.« N æstseinasta leyg­ar­ kvøld varð besta popp­orkestrið í Før­ oy­um valt, og vinnari gjørd­ist Silly Boys úr Fuglafirði. Hini komu í hesi røðini: Na­ti­ ves úr Vestmanna, Monster úr Havn, Cold Turkey úr Klaksvík, og sum mrosinan í pylsu­end­a­ num kom popporkestrið úr Hoy­ døl­um, Danmarks Historie i Bil­ le­der. Fleiri enn 900 áhoyrarar vóru til hetta kvøld í Havnar Klubba og luttóku í atkvøðugreiðsluni. Kon­ferencier var Sonni Smith. Sunnukvøldið eftir spældi vinna­r­a­orkestrið aftu í Klubb­a­ num fhyri gott 600 áhoyrarum. Silly Boys kosið sum besta orkestrið Deyðseyður avmyndaður útí í vatnbrunninum í Havnardali Ítrótt­ar­ høll­in og nýtslan 20. juni 1970: Stásiliga ítrótt­ar­høl­l­in í Havn er nú so smátt við at vera tik­in í nýtslu Hondbóltslandsliðið hev­ur longu verið til venj­ ing­ar fleiri ferðir har uppi, eins og badminton eisini er byrj­að. Mest spennandi verður tó býtingin av venj­ing­ar­ tíð­um til tey ymsu feløgini, ið íðka veruligan inn­an­dur­ a­ítró­tt, her verður serliga hugs­að um badminton og hond­bólt. Roknast skann tó við at sundurbýtið fer fram eftir fyrimynd uttan­ lands, t. d. Danmark. Ein­ asta, ið ikki má henda er, at fel­øg­ini fáa hvør síni kvøld, men at tímar verða givnir, og at tíðirnar verða yvi­r­ hildn­ar, hetta seinasta skal tó Ólavur Lambá, fyr­i­støð­ u­mað­ur, uttan iva vera mað­ur fyriat loysa. Vit spurdu ein av donsku handverkarunum, ið løgdu á gólvið í høllini, hvat hann helt um høllina. Hann svaraði, at hendan var ein tann snøggasta hann hevði sæð og hann hevði sæð nógvar. Eisini søgdu luttakararnir í sym­ fo­ni­or­kestr­inum høllina vera væl­egn­aða sum musikk- og samkomuøll. Nú fer eisini at liggja væl fyri at fáa vitjanir utt­ an­lend­is, bæði hondbólts­ vitj­an­ir, badminton, voll­ey­ ball og fótbóltsvitjanir. Var tað for­rest­in ikki ein góð idé hjá HB og B36 at bjóða danska »Sterneholdet« við Dirch Passer á odda, ein túr hend­an­vegin einaferð í vet­ur? Ólavur Lambá, fyri­støðu­mað­ ur: Hann fær nógv um at vera í starvi sínum sum leðari av Ítróttar- og Samkomuhøllini Óheppin bilstjóri 20. juni 1970: Misti bremsurnar og koppaði Herfyri fór ein privatbilur úr Havn út av Dalavegnum nak­ að niðan fyri Grótbrotið. Bil­ ur­in koman oman brekkuna og av tí at bremsurnar sviku koyrdi bilstjórin bilin niðan av vegnum fyri at steðga hon­ um, við tí úrsliti, at hann fór runt, sum tað sæst á myndini. Tvey fólk vóru í bilinum, og fingu tey ikki stórvegis mein av óhappinum. Hendan junidagin fyri fimmti árum síðani fór hesin Peugeot 204, Fø 5.389, runt á Dalavegnum í Havn, tá hann mist bremsurnar Manningin í Silly Boys í 1970: Jónsvein Poulsen, Magnus Jacobsen, Birgir Thomsen og Stanley Samuelsen