Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 19. JUNI 2020 SOSIALURIN 48 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 18 Vera Lynn, sum er kend fyri sang­ir­ nar »We'll Meet Ag­ a­in« og »The White Cliffs of Dover«, er deyð – 103 ára gomul EIRIKUR LINDENSKOV Vera Lynn, sum gjørdist troystin hjá bretskum hermonnum undir seinna heimsbardaga við kláru songrøddini, er deyð 103 ára gom­ul, skrivar BBC. Vera Lynn, sum serliga gjørd­ ist kend fyri ikoniska sangin »We'll Meet Again«, gav í 1942 út »The White Cliffs of Dover«. Og síðani tá hevur navn henn­ara verið sett í samband við teir kendu, kritahvítu klettarnar í Dover, skrivar tíð­inda­stov­an AFP. Klettarnir við Dover vóru mang­an fyrsta sjónin, sum møtti bretsku krígsflogskiparum, tá teir komu aftur av ferðum undir øðrum heimsbardaga. Vera Lynn varð undir krígn­ um uggi hjá her­monn­um, tá hon krígsárini frá 1939 til 1945 varð kend fyri at halda her­menninar í góðum lag. Hon ferðast túsundavís av kilo­metrum til India, Egyptaland og My­anmar (sum tá æt Burma) fyri at und­irhalda hermenninar við gitna lagnum »We'll Meet Ag­ ain«, og øðrum songum. Undir koronukreppuni hava sang­ir­nir hjá Veru Lynn eisini víst seg at veri aktuellir. Elisabeth drotning av Bret­ landi vísti í apríl til sangin »We'll Meet Again« í røðu síni til bretska fólkið. – Í dag kenna mong aftur pínu­fullu kensluna av at vera skerd frá sínum kæru. Men nú sum tá vita vit innast inni, at tað er tað rætta at gera, segði drotn­ ing­in. – Vit hittast aftur, vóru síðstu orð­ini frá drotningini til bretar, sum máttu halda páskir uttan at vitja familju og vinir. Í sambandi við 100 ára føð­ing­ ar­dagin hjá Veru Lynn í 2017 varð skip­að fyri einum heilt serligum fagn­aði fyri ikonisku song­kvinn­ uni. Eitt portrett av Veru Lynn sum ung kvinna varð lýst upp á hvítu klettarnar í Dover á ensku suð­ur­strondini. Og samstundis gav hon út nýggja albummið »Vera Lynn 100«, har til bar at hoyra gitnastu sang­ir hennara. Røddin var tann upprunaliga, men tón­leikurin var ný­inn­ spæld­ur til nýggju útgávuna. /ritzau/ SONGRØDD ANNAN HEIMS­BAR­DAGA VERA LYNN ER DEYÐ Her sæst bretska songkvinnan Vera Lynn í Falkonerteatrinum í Keypmannahavn 2. oktober 1980. - Foto: Torben Christensen/Ritzau Scanpix Vera Lynn verður fagnað saman við Cliff Richard á konsert í Hyde Park í London 6. mai í 1995 REUTERS/FILE PHOTO. (FOTO: KIERAN DOHERTY/RITZAU SCANPIX)